Skip to main content

Ársins Andøvsfiskur fríggjadagin


Birgir við Ársins Andøvsfiski, settur í toskaskræðu og prýddur við 100 ára búmerkinum hjá Tórshavnar kommunu (Myndir: Ole Wich)

Á samkomu á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu fríggjadagin 18. desember 2009 verður ársins andøvsfiskur kosin. Avgerðin er púra mín egna. So her er eingin onnur dómsnevnd enn eg sjálvur. Frá mær persónliga fær móttakarin innrammaða heiðursmynd, sum tekur støði í orðabókini hjá V.U. Hammershaimb frá 1891.

Danska orðafrágreiðingin til føroyska kallkynsorðið andøvsfiskur, er: fisk, som går i løn ekstra til den eller dem, som "andøve". Um hetta orðið sigur V.U. Hammershaimb í somu orðabók: ved hjælp at årer, holde en båd stille, så at den ikke driver for vind og strøm (helst på en fiskeplads).

Ole Wich hevur gjørt innrammaðu myndina Ársins Andøvsfiskur. Uttan um innskannaðu orðabókafrágreiðingina hjá Hammershaimb er passpartout, sum er gjørt úr toskaskræðu, ið er turkað í Skopun. Niðast, mitt fyri, er 100 ára búmerkið hjá Tórshavnar kommunu. So sigi eg ikki meir.