Dømi um kupong hefti við bíligum hotellum í Florida. Sum sæst niðast til vinstru, kann heftið takast niður, um tú hevur iPhone (Mynd: Birgir Kruse) Alla staðni í USA fáast ókeypis kupong hefti , sum upplýsa um bíligar gistingarmøguleikar. Í hvørjum stati verður upplýst, bý fyri bý, hvørji hotel eru við í tilboðunum. Ikki ber til at bíleggja um telefon ella meyl. Tilboðini eru on a walk in basis only . So torir tú at ferðast og gista á henda hátt, so ber til at ferðast heilt bíliga gjøgnum alt USA. Lægsti gistingarprísur eg havi sæð í hesum hefti er 19.99 dollars, plus avgjøld. Tú skalt bara vísa kupongina fyri umrødda hotel. Vanligur prísur kann vera upp til tíggjufaldaður. Ert tú í iva um eitt hotell, so er at leita á TripAdvisor á netinum. Hetta er ein effektiv brúkarastýrd tænasta um hotell og ferðing í øllum heiminum. Og so er bara at seta GPS'aran til, skriva navnið á hotellinum og koyra av stað. Tá tú ert á staðnum, kanst tú spyrja GPS'aran um handlar, matstøð og alt ...