Á Blues Café í Beale Street (Myndir: Birgir Kruse)
Helst er samband millum mat og tónleik. Her suðuri í soul food staðnum Memphis borðreiða tey fegin við barbecue spare ribs. Ikki er maturin so vakur á at líta, sum vit eru von við longur norðuri, men hann smakkar væl og fyllir nógv. Ja, er rokaður á tallerkin. Á Blues Café í Beale Street er brúntsukur frammalaga í smakkinum. Afturvið barbecue spare ribs fáa vit catfish, coleslawsalat og cajun pylsur. Eina góða hveitibjór fingu vit um hornið í Flying Saucer, sum hevði eina ríka skrá úr øllum heiminum.