Skeltið við Days Inn hotellið, vit búgva á. Parkeringsplássið er júst til okkara. Sjálvt inbgongdin til hotellvesið er inspirerað av Graceland. Morgunmatur á tallerkinum. Elvis og Priscilla sum Barbiedukkur fyri 60 dollar. Múrurin kring Graceland er fyltur við á heilsanum úr øllum heiminum (Myndir: Birgir Kruse)
Hotellið, vit búgva á, Days Inn, er næsti granni hjá Graceland, sum Elvis keypti 22 ára gamal í 1957. Húsið er bygt í 1939 og er nú valfartsstaður hjá Elvis-pílagrímum sum okkum. Hóast hitin er ótolandi, um 100 Farenheit, seta vit okkum til borðs í grannahúsinum og eta Elvis-toast við banan, súltutoyi og øllum tilhoyri. Innan vit sleppa inn í Graceland, skulu vit keypa atgongumerki og verða kannaði. Hetta er álvarsligt, skilst, sum at møta einum kongaligum. Og var tað ikki fyri láturligu souvenirhandlunum, so var upplivingin verd einum kongi. Einum heilagum kongi úr einum forsøguligum ríki. Men Barbie-dukkurnar, Elvis & Priscilla í brúdleypsklæðum, ríva okkum úr sveittadreyminum í Memphishitanum við Elvis Presley Boulevard.