Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2013

Tóroddur tilnevndur

30 ár eftir at hann gav fyrsta yrkingasavnið, Botnfall , út á egnum forlag, er Tóroddur Poulsen í uppskotið at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina 2014 fyri vakrastu føroysku bókina eg minnist meg at hava sæð, Fjalir , við 33 yrkingum og eins nógvum træprentum. Tað er forlagið í Støplum, sum gav út mynd- og orðlistasavnið Fjalir , sum byggir á prent úr Steinprenti. John Dalsgarð, til vinstru niðanfyri, hevur lagt bókina til rættis og Gramar stóðu fyri prentgerðini, ið fór fram á prentsmiðjuni Oddi í Íslandi. Inger Smærup Sørensen hevur umsett Fjalir til danskt. Aftanfyri yrkjaran, ið sæst til høgru, fekk eg eygað á eina grøn-brúna grafiska mynd niðri á Klingrugólvinum í Norðurlandahúsinum við áskrftini Tað er her at orðini koma inn í myndina . Eg keyptina hana uppá standandi fót. Til listaverkið omanfyri hoyrir henda yrking í savninum Fjalir : Vøgguvísa møðin hesin gamli rustaði bussurin er troyttur av at vera eg lættari hevði at verið ein bátur ...

Filmur og hvalur

Steintór Rasmussen eigur handritið og sangirnar, sum dótturin Rakul Ró syngur, í nýggja filminum um Trølla Pætur og Trølla Ommuna, Dýr er barnaverð , ið varð frumsýndur í Atlantis bio í dag. Umframt trøllini, sum eru klipt nógv niður, eru politistarnar, Erling og Jógvan, við í filmaðu søguni, sum varar ein tíma. Filmurin lýsir eina familju, har foreldrini arbeiða nógv og hava lítið og einki samband við børnini. Eina dagin gongur sonurin seg fastan í fjøllunum og trøllini koma til hjálpar við tyrlu og løgreglu. Zacharias Hammer hevur filmað. Eftir sýningina koyra vit aftur til Havnar. Við Áir í Sundalagnum síggja vit Bjarna Mikkelsen, sum er lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, og kendasti føroyingur úti í heimi, tí milliónir hava sæð hann seta hol á ein deyðan avgust, sum fór í luftina, meðan Bjarki Thomsen, sum er á niðaru myndini, filmaði. Hvalastøðin við Áir lat upp í 1906 og lat aftur í 1984. Hetta tíðarskeið komu tilsamans 4.454 hvalir á støðina. Í velmaktstíðini vóru 5...

Javnaðarflokkurin brennir bøkur

Í gjár visti Norðlýsið, sum einasti miðil í heiminum, at stjórnarberandi føroyskir sosialdemokratar av fólkavalda røðarapallinum eru farnir at kunngera, at teir brenna bøkur. Tað hoyrdist í orðaskifti á Føroya Løgtingi á miðjum mikudegi á Vaglinum í Havn tann 20. november í 2013. Sosialdemokratiska bókabrennan varð framførd á tingsins røðarapalli av Hendrik Old, sum svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins. - Koyr í brenniovnin í Leirvík og onga aðrastaðni, sigur sozialdemokraturin um alment fíggjaða og lógliga bókagerð til hin almenna føroyska skúlan. Trýst á myndina omanfyri, um tú ikki trýrt tí! Hvørt ár um miðjan oktober er bókamessa í týska býnum Frankfurt. Tað er ikki uttan orsøk. Tað ver her at Johannes Gutenberg (1395-1468) fann uppá at prenta bøkur, so lesnaður kundi koma út til fólk, og ikki bara vera á borði teirra skriftlærdu...

Orð eru makt

Neyvan hevur nakar ungur yrkjari á okkara leiðum fingið so nógv fólk at lesa og lurta, sum 18 ára gamli Yahya Hassan úr Århus í Danmark. Hann er næmingur á Forfatterskolen og hevur á forlagnum Gyldendal givið út metsølusavnið, sum við hvítum spjaldrastavum á svartari permu bara ber hansara egna navn. 42.000 eintøk eru seld, hann er á forsíðuni á Ekstrablaðnum, sum sigur Knyt sylten , og løgreglan letur hann í skotsikran vest. Givið er, at ungi ghetto-yrkjarin, sum pressan hevur skýrt hann, hevur rakt danska lesaran mitt í solar plexus. Óræddur heldur hann áfram at lesa og fær sjáldsama gott pláss í miðlunum . Ímeðan hoyra vit í okkara egnu miðlum ein einstakan høvund spyrja , hvar føroyska almennið og allir hinir liðir í almenna og normgevandi kjakinum fóru. Ja, eg spyrji við. Hvar fór føroyska almennið og nær hava vit síðst hoyrt bara ein heimligan høvund harta, vælsignað ella bara perspektiverað nakað ella nakran í almenna rúminum, sum verður meir og meir forpestað av primit...

Gæs og filmur

Væl gøddu jólagæsnar skoða seinastu sólstrálurnar henda undurfagra sunnudag millum Boðanesheimið og Súpanarvík yviri við Strond. Onkrar gæs fara gjøgnum hegnið og út á vegin, so sunnudagsklæddir fótgangar mugu ansa sær, ikki at traðka í ein nýlagdan gásalort og bilførarar ikki koyra á burturlovaða jóladøgurðan. Á tyrlupallinum hava tey skift slitna og litfarna vindposan um við ein nýggjan, sum visir vind og ætt, tá tyrlan kemur og fer. Niðri á støðni í gomlu Hoyvíkini eru havsvimjarar farnir heim, og í teirra stað er komið eitt upptøkulið, sum undir leiðslu av Jóannesi Lamhauge ger ein stuttfilm til filmskvøldið í Norðurlandahúsinum 11. desember, tá Geytin 2013 og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar Býráðs verða handaðar. Hóast sólin setur, so blómar kreativiteturin.

Yrkisbøkur úr Námi

Á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum hendir nógv ymiskt bæði fyri vaksin og børn. Spennandi fyrilestrar, sjónleikur, konsertir og framsýningar av nýggjastu bókunum. Í rúgvusmiklu almennu skránni , sum er í dag og í morgin, kunnu vit lesa at klokkan 14:15 í dag, leygardag, fer Svanna Hanusardóttir at greiða frá um bókina Fysiologi (Nám 2013) í Norðurstovu. Omanfyri er Svanna avmyndað á gólvinum í hondbóltshøllini í Gundadali. Í somu stovu í Norðurlandahúsinum fer Pól Jespersen í dag, leygardag, klokkan 17:00 at siga frá um virðisløntu bókina Rúmdin (Nám 2012), sum var á metsølulistanum í Riti og Ráki fyri jól í fjør, tá myndin omanfyri varð tikin. Stjørnukikarin hjá Studentaskúlanum, sum dagliga stendur í Námi, har hann er avmyndaður, er eisini í Norðurlandahúsinum, nú Bókadagar eru og Pól greiðir frá um rúmdina. Gleð teg, at uppliva tað besta av tí besta á bókamarknaðinum beint nú, og næstan alt er ókeypis. Eisini kanst tú vinna ein Ipad Mini hvønn tíma. Les meira um skrán...

Myndaódnin 2013

Í dag varð Myndaódnin 2013 slept leys í Steinprenti á Skálatrøð. Fimta árliga ódnin og 38. framsýning í hesum hølum, undir leiðslu av Jan Anderson og Fríðu Matras Brekku, sum dagliga leiða grafiska verkstaðin. Fríða er eisini eitt av mongu listafólkunum, sum sýna fram grafisk verk úr skjótt farna ári. Opið er í Steinprenti mánadag til fríggjadag kl 9 til 17 og leygardag kl 14 til 17. Myndaódnin 2013 varir til 20. januar. Kinna Poulsen, sum sæst niðanfyri við eitt av mongu grafisku listaverkunum hjá Bárði Jákupsson, er kurator. Hansina Iversen, sum er eitt av listafólkunum, ið sýnir fram verk frá í ár í Steinprenti, helt eisini røðu, har hon gjørdi vart við stóra týdningin, sum Bárður Jákupsson hevur havt fyri hana persónliga og grafiska verkstaðin Steinprent yvirhøvur. Eftir nøkur góð og hugfarslig orð frá Bárði sjálvum, sum verður 70 ár á tollaksmessu, varð høvið at skoða ársúrslitið av grafiska verkstaðinum og skifta orð um ríka listarliga landslagi í Havnini, nú ...

A Tribute to Life

Elin Josefina Smith, sum er limur í Billedkunstnernes Forbund, sýnir í dag fram 48 verk í Smiðjuni í Lítluvík. Til framsýningina hevur Inger Smærup Sørensen, listafrøðingur, skriva soleiðis um listakvinnuna, undir yvirskriftini Hin villa: Elin Josefina Smith hevur ein serligan ans fyri ørskapi. Ikki hetta slagi av mentaðum, køldum akademiskum, borgarligum ørskapi, sum kann temjast og njótast í smáum. Men tí rætta ørskapinum. Tí ráa ótamda ørskapinum. Hon hevur serligan ans fyri tí hart rópandi, spreingjandi og tí uppreistrarsinnaða og lógleysa. Ein serligan ans at mála spontant, bráðræsið og vilt við kenslum og hjartablóði og nervu. Hennara verk eru ein uppreistur móti øllum tí pena og ein háttur at leita inn í ørskapin. Í verkum hennara hevur ørskapurin sítt egna virði. Tað minnir um teir týsku ný-ekspressionistarnar, Die Neuen Wilden , sum leitaðu inn í ørskapin við subjektivum, kenslubornum formroyndum við sterkum litum og harðligum penslastrokum. Men alt hetta ósto...

Mentunargrunnurin í Steinprenti fyri Myndaódnina

Eftir kveikjandi fyrilesturin hjá Marnu Jacobsen í Klingruni í Norðurlandahusinum, fekk eg um endan á móttøkuni hjá Mentunargrunni Studentafelagsins, sum byrjaði samstundis niðri í Steinprenti á Skálatrøð. Heilt fitt av fólki hevði tikið av innbjóðingini hjá Jógvani Isaksen, sum sýndi fram, seldi og fekk høvundarnar at signera allar tær nýggju bøkurnar, sum grunnurin gevur út beint nú. Omanfyri tosar Jógvan við teir báðar aktuellu høvundarnar, Jóanes Nielsen og Tórodd Poulsen. Millum tær nýggju bøkurnar frá Mentunargrunni Studentafelagsins eru: Sólrun Michelsen: Hinumegin er mars Jógvan Isaksen: Prædikarin Dagny Joensen: Alt av kærleika Hanus Kamban: D aphnis og Chloe  Paulina M.K. Eliasen: Brodering til tann føroyska tjóðbúnan Tóroddur Poulsen: Einglasuð  og Jóanes Nielsen:  Aftan á undrið. Á myndini omanfyri heldur Hanus Kamban røðu og niðanfyri signerar hann nýggju bókina, sum Jórun í Dali hevur keypt. Argjakonan, Sólrun Michelsen, er frammi við bókin...