So er summartíðin byrjað, dayligt saving time , tann tíðin á árinum, tá vit flyta klokkuna ein tíma fram í vónini um at náa meir í góðum dagsljósi, so sum at vaska bil, sum sæst í speglandi skotinum í Tjørnuvík. Klikk á myndina og hon verður størri. Genturnar í bygdini hava fingið vitjan úr grannabygdunum, Haldórsvík og Saksun. Eisini hundurin vil spæla við. Hann bíðar til eg taki træstubban og blaki hann langt burtur. Millum fuglarnar á sandinum, síggjast tjøldur í aldubrotunum meðan Risin og Kellingini enn standa stinn og skoða út í Norðhavið. Í ánni svimja gæsnar. Eisini higani, við ánna, síggjast Risini og Kellingin undir Eiðiskolli. Í næstu húsum standa loftsvindeyguni víðopin. Aftur við rullandi aldunum á sandinum hoyrir tú tjøldrini og í luftini hongur hin eyðkendi deymurin av súrhoyggi. Far from the Madding Crowd. Tað eru løtur á bygd. Kirkjan er bleiktrandi hvít og gjøgnum skotið, framvið garðinum, ið er lagaður við malargróti av støðni við Bak...