Skip to main content

Summartíð í Tjørnuvík


So er summartíðin byrjað, dayligt saving time, tann tíðin á árinum, tá vit flyta klokkuna ein tíma fram í vónini um at náa meir í góðum dagsljósi, so sum at vaska bil, sum sæst í speglandi skotinum í Tjørnuvík. Klikk á myndina og hon verður størri.


Genturnar í bygdini hava fingið vitjan úr grannabygdunum, Haldórsvík og Saksun. Eisini hundurin vil spæla við. Hann bíðar til eg taki træstubban og blaki hann langt burtur.


Millum fuglarnar á sandinum, síggjast tjøldur í aldubrotunum meðan Risin og Kellingini enn standa stinn og skoða út í Norðhavið.


Í ánni svimja gæsnar.


Eisini higani, við ánna, síggjast Risini og Kellingin undir Eiðiskolli.


Í næstu húsum standa loftsvindeyguni víðopin. Aftur við rullandi aldunum á sandinum hoyrir tú tjøldrini og í luftini hongur hin eyðkendi deymurin av súrhoyggi. Far from the Madding Crowd. Tað eru løtur á bygd.


Kirkjan er bleiktrandi hvít og gjøgnum skotið, framvið garðinum, ið er lagaður við malargróti av støðni við Bakkagøtu, síggjast tey bæði steinrunnu aftur úti í Flógvanum.


Til ber at bíleggja ein túr runt í bygdini við Hans Esbern, men vit fara ístaðin inn til Hildibrand at fáa okkum kaffi og ein køkubita.


Undir takskegginum hongur fiskur. Bilur er í hvørjum túni og bygdin tykist livandi, hóast skúlin nýliga varð stongdur og nú skal verða mentadepil. Hagstova Føroya upplýsur at 59 fólk búgva í Tjørnuvík.


Miðsavnaða bygdin verður í ferðabrosjurum lýst sum ein grikskur sjónleikarapallur. Eg veit ikki, um tað er ein røtt orðamynd, men hugsa vit um ljóskeldur á einum palli, so kann orðamyndin verða beinrakin. Tjørnuvík letur seg bara upp móti Norðhavinum og fjallarendurnar inn í landið raka upp um 700 metrar. Tá er avmarkað, hvussu leingi og ofta sólin stavar á alla bygdina.



Av hesum stað, har gamli Reynir legði at og sigldi til allar bygdir her norðuri, suður gjøgnum Sundalagið og heilt til Havnar eftir seks tímum, sæst yvir á Lundagjógv hinumegin víkina. Vegurin er brættur og smalur, og í ovaru vegsíðu er spent net at fanga grót, sum dettur oman úr Tjørnudalsrøkrum og har um leiðir.


Men beint framman fyri okkum er sandurin, sum í dag tykist óføra stórur og glitrandi í sólini, fyrsta dag eftir summarklokkuni.


Jú, Tjørnuvík er eitt ferðamál av teim vakrastu, bara veðrið er til vildar. Ikki tí, Tjørnuvík er eins og allar aðrar vælgoymdar bygdir spennandi í illveðri og uppgangi. Men í góðveðrinum er neyvan nøkur bygd, ið kann bjóða betri útsýni enn júst henda.


Undir Brúnaskarði við Tikaragjógv er enn eitt tølandi motiv móti Eiðiskolli, Eiðisbygd og fjøllunum aftanfyri.


Eftir Fossá, hægsta fossin í landinum, er brekka niðaná, og tá komið er á slætt, við Hálvdanarklett, nakað fyri lítlu bygdina Langasand, er nógvur seyður við vegjaðaran. Onkur er merktur ljósareyður, pink, í pannuni. Ennupink. Ein frálíkur túrur við frálíkum útsýni fyrsta dag eftir summarklokkuni.