Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2015

Hotelmentan bókførd

Helst á fyrsta sinni er føroysk hotelmentan savnað og givin út í bók av hesum slag, sum Áarstova legði fram í góðveðrinum í dag. Heitið er Áarstova søga, vín og vinir . Tað eru Sissal Kristiansen og John Mikkelsen, ið hava staðið fyri lítlu bókini, sum umframt fólk úr Áarstovu, Hanus Kamban og Eirikur Lindenskov hava skrivað á føroyskum og enskum. Finnur Justinussen hevur tikið nakrar myndir, men persónligu ferðamyndirnar av núlivandi vínbøndrum í suðurlondum, hevur Mortan í Hamrabyrgi tikið við fartelefon. Tað er hann, ið hevur funnið uppá hugtakið  Vínvinir og sæð til, at fólk frá Áarstovu persónliga hava tikið í hondina á øll vínbøndrum, sum eru á vínkortinum í matstovuni. Sama handilsliga trygd, sum tá tey í Miklagarði selja okkum kjøt beint frá bøndrunum í Nýsælandi. Søguligu myndirnar í lítlu vinbókini eru frá Fornminnissavninum. Við góðum grafiskum eyga hevur Else Sjúrðarberg gjørt permu og brotið um. Gamaní, hevur Helgi Jacobsen í fyrrárið skrivað stóru bókina  M...

Ein biti av summari

So er Útivikan heilt úti. Leygardagur, frídagur og opin fjørður. Ein biti av skerpikjøti frá starvsfelagnum Sigfríði úr Kollinum á Eiði í heyst, nú á summarterassuni afturvið einum stuttum sólarglotta, meðan  Also hjá Armgarð hoyrist neggjandi í túninum afturvið klikkjandi klemmum á snórinum, og tulipanurnar hjá Jens Peturi halda ondini í góðveðrinum. Í Útivikuni vóru vit starvsfelagar gongutúr framvið Stóragarði, teknaðu garðin á vegnum, og høvdu kollektiva framsýning aftaná. Her er ein biti av flammandi summari undir Stóragarði, har hann er sjónligastur og best vardur, niðanfyri Apotekið og SMS á Trapputrøðni. Og so er  Rót og Rútma  hjá Peturi í væntu, ein vínbók út á seinrapartin og rundur føðingardagur í kvøld. Alt er gott, sum ikki er ringt, so segði góðindaskaldið. Eisini seinasta dag fyri middag í Útiviku, tá hann smakkaði fyrsta heystarbitan av summari.

Étoile í Norðurhøvum

Franska skonnartin Étoile , sum er skúlaskip hjá herflotanum, hevur hesa vikuna ligið við Bursatanga í Havn, har tey hava havt opið skip . Snøgga og vælhildna hernaðarskonnartin fór úr Brest í Fraklandi 18. mai. Eins og systurin Belle Poule , er hon bygd í 1932 við toskafiskiskapi undir Íslandi sum fyrimynd, siga fjaroygdir fransar á dekkinum, har hvør trossi liggur sum eitt grafiskt listaverk. - Étoile fer at sigla í Norðurhøvum í tríggjar mánaðir, so manningin, ið telur trettan, upplivir Ísland og Grønland, og at sigla um pólkringin. Tað hevur eingin skonnart hjá franska herflotanum gjørt áður, sigur Hanna Jensen, sum er franskur konsul. Étoile skal gera veður- og havfrøðiligar kanningar á ferðini og verða við í venjingum hjá donsku og íslendsku sjóverjuni. Sjóloytnantur er Philippe Verdier, niðanfyri, sum mikukvøldið var í Havnar Bio at síggja Timbuktu . Umframt manningina eru tríggir yvirmannanæmingar frá donsku skúlaskipaútbúgvingini, og so Ann Smith, omanf...

Vive la France - á filmi og dekki!

Í dag er av sonnum franskur dagur í Havn og í Klaksvík. 83 ára gamla skonnartin  Étoile  liggur í Havn, har til ber at vitja umborð til klokkan 17. Tá eru tríggir tímar til bæði Havnar Bio og Atlantis Bio fara at vísa tað nýggjasta og fremsta av fronskum filmi, sum beint nú lýsir støðuna í Afrika. Filmsfelagið í Havn vísir Timbuktu , sum fer fram í Mali, og fekk sjey César-virðislønir, m.a. sum besti franski filmur í ár. Í Atlantis Bio í Klaksvík verður spildurnýggi franski filmurin við Charlotte Gainsbourg, Samba , sýndur. Hesin franski filmur er knýttur at Senegal. Báðir teir nýggju filmarnir, Samba og Timbuktu , eru á fronskum máli og fáa besta viðmæli frá bátsmanninum. Hin fyrri álvarsligur hin seinni stuttligur, sigur hann. Franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen, fer at introdusera Timbuktu í Havnar Bio í kvøld klokkan 20. Í morgin og komandi dagarnar ber aftur til at vitja umborða á søguligu skonnartini Étoile,  sum við Bursatanga í Havn eisini flaggar við Lot...

Taks skalt tú hava!

Mong eru vit, ið eru farin um miðjan aldur og reiðiliga tað, sum minnast lívið á Havnargøtum í 70’unum. Gamaní vóru vit smærri og Havnin okkum størri, men tó minnist eg serliga sunnukvøldini við útimøtum á rað og uttan slit frá Ebenzertrappuni og allan vegin oman á Vaglið. Ikki var tað langt, men tað var innihaldsríkt og savnaði í hvørjum króki hópin av fólki. Serliga ungfólk, sum komu av bygd og lærdu í Havn ella gingu í skúla. Øll høvdu tey lisið seg av bygdini og beint higar til høvuðsstaðin. Somu fólk fóru upp at gartera hóskvøld, tí tá var brennivínsaftan, sum kanska endaði í Kvøldloti. Dagin eftir fóru tey heim. Við rutu eftir Oyggj ella í bili hjá einum bilmekanikaralærlingi úr heimbygdini. Henda fólkamongd skapti eitt ótrúligt lív í evarska lítla miðbýnum í Havn. Skiftandi savningarstøðini, ella steðgistøðini, kundu vera í Gundadali, Ítróttahøllini, Sjónleikarhúsinum, Losjuni, á Ebenezertrappuni, Kondittarínum, Káta Horninum og Vaglinum, í Havnar Bio, Diskotekklubbanum, Skan...

Tamilskur tikari og íslendskur veðrur vunnu

Í gjár endaðu tólv dagar við altjóða filmi í franska marglætis- og Miðjarðarhavsbýnum Cannes. Hetta er heimsins størsta filmsevent , sum hevur verið hildin 68 ferðir. Bara at sleppa á almennu skránna hevur ómetaligan týdning. Íslendski filmurin, Veðrar (Hrútar, Grímur Hákonarson, Ísland 2015 90 min), sum varð boðin á almennu skránna Un Certain Regard, vann hesa kappingina, har tjúgu alternativir filmar vóru við. Hetta var heilt vist størsta filmshending á okkara leiðum í ár. Avbjóðingin er nú at vita, um til ber at vísa Hrútar fyri føroyskum áskoðarum. Við filmi er tað ikki sum við bókum. Meðan bókaforløg selja bøkur í øllum handlum, er tað ikki galdandi fyri film. Har hanga so nógvir pengar uppivið, at útbreðslan og sýningarmøguleikarnir líva sítt egna lív. Kendasti partur av almennu filmskránni í Cannes eru teir tjúgu filmarnir, sum hvørt ár kappast um Palme d’Or , Gylta pálman, ið varð handaður í gjárkvøldið. Millum hesar tjúgu úrvaldu filmar, er í ár bara ein norðurle...

Føroyar eru millum bestu myndirnar!

Her er gandakenda grønskan í Saksun í breiðu fotolinsuni hjá amerikanska fotografinum Andi Alexander, sum vitjaði í Føroyum í september í 2012. Tá hon í dag tekur saman um øll tey lond, hon hevur ferðast í og avmyndað, hava Føroyar munin. - Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes, sigur hon, sum niðanfyri er avmyndað í Rættará og inni í Studio Bloch. Andi Alexander  hevur ferðast nógv og tikið myndir í mongum londum. Tá hon kom higar, hevði hon eisini vitjað í Íslandi. - Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certainly a pride of who you are. Niðanfyri eru flestu í ferðalagnum avmyndað í Vágsbotni. Andi er nummar trý frá høgru og pápin, Jesse Alexander  (f.1929), nummar tvey frá høgru. Pápin, Jesse Alexander , er millum kendastu amerikansku bil-fotografar, eisini á fil...

Nýggja Sangbók Guds Fólks á svalanum

Meðan tað verður sungið úr sálmabók í kirkjuni, veður sungið úr sangbók í Brøðrasamkomuni. Tað er einki at taka seg aftur í, at eingin hevur sum Brøðrasamkoman gingið undan at seta fólksligt føroyskt mál á prent. Kanska hevur kirkjan og tornið, sum sæst í hvørjari bygd, verið áminningin og drívmegin, at berjast móti allari verðsligari yvirvøld og kúgan, tá um Gudsorðið galt. Tað var millum teg og Várharra, persónliga orðið, ja, og so eisini samkomuna, har vitnað varð á gerandismáli, tváða reint fyri fremmanda imperialismu, á føroyskum. Fyrsta føroyska sangbókin hjá Brøðrunum Sálmar kom í 1920 og taldi 85 andligar sangir. Í 1928 gav samkoman Betesda út eina Evangeliska songbók við 355 sangum, eisini donskum og í 1932 kom Guds Fólks Songbók  við 428 sangum. Fyrsta stóra savnið undir heitinum Sangbók Guds Fólks kom í 1952, og í 1976 kom onnur útgávan við 1192 sangum, har teir flestu, 870, vóru týddir av Victori Danielsen, sum eisini hevði upprunayrkt 27, umframt at hann týddi N...

Ebba Hentze er deyð, 84 ára gomul

Í gjár 20. mai andaðist rithøvundurin, týðarin og hvassi mentanaraktivisturin Ebba Hentze, 84 ára gomul. Omanfyri er hon avmyndað á Heystframsýningini í 2010 saman við Fríðu Matras Brekku. Sjálvur slapp eg inn í lívið og gerandisdagin hjá Ebbu, tá hon fyrst í telefon, og so á gøtuni kommenteraði eina útvarpssending eg hevði havt í 1996. Evnið, sum upptók hana svárt, var happing. At koma fremmand, ættleidd, til eina bygd, har happing varð dyrkað og sett í system av vaksnum fólki, sum børnini tóku til sín og lótu liva víðari í mýru og muru. Eftir at hava skáksiglt eina løtu á terrassuni heima í Tórsbyrgi, beyð hon mær oman í C. Pløyensgøtu, at tosa um hetta og lívið annars. Eg skuldi hava bandupptakara við, og so skuldi eg fáa eina kalda Tuborg. Tað bleiv til eina sending á Vetrarbreytini í januar 1997. At koma inn á gólvið hjá henni var ein seremoniur, ið var væl fyrireikaður eftir drúgvar kanningar. Einki til tilvdarligheitirnar, altíð research og radaran for frá. Men afturfyri kra...

At fotografera opnar sinnið

Ein av amerikansku fotografunum, sum hava vitjað í Føroyum, er Clay Lipsky , sum eg  áður havi skrivað um á blogginum . Clay hevur givið út fleiri fotobøkur, úr Føroyum og Íslandi hevur hann givið út In Dark Light - A Journey Within , og hin nýggjasta er úr Havana . Við Føroyaferðini í september í 2012 í baksýni, spurdi eg Clay, hvat tað er, sum ger, at summi lond, støð og býir eru verd at fotografera, goyma og kanska geva út í bók, framm um onnur støð. Í morgun kom svarið: - I am a fine art photographer and graphic designer based in Los Angeles, California. I enjoy photography, as it encourages me to travel, and helps open your mind, as you experience new countries and cultures, sigur Clay, sum hevur vitjað í Afrika, Kina, Tailandi og longur úti í heim. - These journeys have helped me grow as a photographer and shaped my personal world view. Recently I have enjoyed making fine art photo books based on some of my trips. I see the book as a great medium to gather a series of ...

Avbrendur á Bindifestivali

Í morgun stendur lýsing í Sosialinum , har ein avbrendur piparsveinur søkir eftir kvinnu til óbindandi náttarhugna. Hann er fjøruti pluss, slankur, garanterar tagnarskyldu, reinføri og hevur onga sjúku, og ynskir tað sama frá inn- ella útlendsku náttarkvinnuni, sum hann vil binda til sín í náttarhugna eftir Bindifestivalin, sum einki gav uppá stokkin. Ein stuttlig vittigheit á grafisku deildini. Kanska var hon til avlops, nú eingin stuðul fekst til privatu miðlarnar, sum mikudag koma í hvørt hús. Ella var hon til avlops, nú Føroyaportalurin gavst. Lýsingin, altso. Ikki piparsveinurin ella hon, hann leitar eftir við lýsingalykt á Sosialinum . Bara lýsingin í privata miðilinum. Til avlops. Annars hevur nýggjasta brúksublaðið Samvirke nákvæma vegleiðing fyri føroyskar piparsveinar um, hvussu teir fáa makrelin í dósina:

Pippi á Ting!

Hóast tíðarleys, fyllir heimsins elsta genta hálvfjerðs ár í hesum døgum. Tað er Pippi, sum svenska Astrid Lindgren (1907-2002) fann uppá í eini søgu, tá dótturin Karin lá sjúk og fylti ár. Omanfyri sæst Ur-Pippi, sum Lindgren sjálv teknaði. Føðingardagurin er 21. mai, sigur dótturin Karin Nyman í nýggjari sjónvarpssamrøðu . Navnið spillir ongan og slettis ikki anarkistisku Pippi, sum tá hon fyrstu ferð kom fram í Svøríki, navngav seg sjálva soleiðis: Pippilotta Viktualia Rullgardina Krusmynta Efraimsdotter Långstrump! Á føroyskum varð hon fyrst kallað Pippi Smokkuleggur, sum James Olsen sang um á aðru Útvarpsfløguni, sum kom í 1997. Ørminnist at tað var Hannamostir í Barnaútvarpinum, ið fann uppá føroyska navnið, sum á íslendskum merkir parísari. Saman við spunk var tað ikki so heppið, segði onkur. Millum annað tí varð anarkistiska Pippi úr uttanveltaða Svøríki umdoypt til Pippi Langsokkur í nýggju føroysku rættstavingarpaktini. Segðist í hvussu er. Hvat er meir ella minni...