So er Útivikan heilt úti. Leygardagur, frídagur og opin fjørður. Ein biti av skerpikjøti frá starvsfelagnum Sigfríði úr Kollinum á Eiði í heyst, nú á summarterassuni afturvið einum stuttum sólarglotta, meðan Also hjá Armgarð hoyrist neggjandi í túninum afturvið klikkjandi klemmum á snórinum, og tulipanurnar hjá Jens Peturi halda ondini í góðveðrinum.
Í Útivikuni vóru vit starvsfelagar gongutúr framvið Stóragarði, teknaðu garðin á vegnum, og høvdu kollektiva framsýning aftaná. Her er ein biti av flammandi summari undir Stóragarði, har hann er sjónligastur og best vardur, niðanfyri Apotekið og SMS á Trapputrøðni.
Og so er Rót og Rútma hjá Peturi í væntu, ein vínbók út á seinrapartin og rundur føðingardagur í kvøld. Alt er gott, sum ikki er ringt, so segði góðindaskaldið. Eisini seinasta dag fyri middag í Útiviku, tá hann smakkaði fyrsta heystarbitan av summari.