Franska skonnartin Étoile, sum er skúlaskip hjá herflotanum, hevur hesa vikuna ligið við Bursatanga í Havn, har tey hava havt opið skip. Snøgga og vælhildna hernaðarskonnartin fór úr Brest í Fraklandi 18. mai. Eins og systurin Belle Poule, er hon bygd í 1932 við toskafiskiskapi undir Íslandi sum fyrimynd, siga fjaroygdir fransar á dekkinum, har hvør trossi liggur sum eitt grafiskt listaverk.
- Étoile fer at sigla í Norðurhøvum í tríggjar mánaðir, so manningin, ið telur trettan, upplivir Ísland og Grønland, og at sigla um pólkringin. Tað hevur eingin skonnart hjá franska herflotanum gjørt áður, sigur Hanna Jensen, sum er franskur konsul.
Étoile skal gera veður- og havfrøðiligar kanningar á ferðini og verða við í venjingum hjá donsku og íslendsku sjóverjuni. Sjóloytnantur er Philippe Verdier, niðanfyri, sum mikukvøldið var í Havnar Bio at síggja Timbuktu.
Umframt manningina eru tríggir yvirmannanæmingar frá donsku skúlaskipaútbúgvingini, og so Ann Smith, omanfyri, úr London, ið er mynstrað sum listakvinna hjá franska herflotanum. Á dekkinum hevur hon longu teknað og málað fleiri føroysk myndaevni, og er hugtikin av bjarta ljósinum og skiftandi veðrinum, nú skipið hevur ligið nakrar dagar í Havn. Hóast trongt, slapp eg niðurundir við henni at síggja eitt úrval.
Fleiri vitjanir eru fyriskipaðar, sigur Hanna Jensen. - Umframt hesa í Havn verða fimm vitjanir ymsastaðni í Íslandi og Grønlandi.
Við á Étoil-ferðini er eisini André Kenane, omanfyri, sum er í ljósum hernaðarklæðum, meðan hinir umborð eru í myrkabláum herflotaklæðum. André er assistant de l'Attaché de défense og er til gerandis í starvi á fransku sendistovuni í Keypmannahavn. Hann var eisini í biograf mikukvøldið og sá nýggja filmin Timbuktu, ið vann sjey Césarvirðislønir í ár, m.a. sum besti filmur í fronskum biografum beint nú.
Í dag fríggjadag 29. mai er opið skip klokkan 10-12 og kl 14-17. - Hesar tímar er opið fyri almenninginum og tað er frítt hjá øllum at koma umborð at síggja eina gamla skonnart frá 1930’unum, sum í dag tænir sum skúlaskip hjá franska flotanum, sigur Hanna Jensen, franskur konsul. Ein teirra, sum hevur vitjað umborð og givið manningini eina lamineraða mynd, er Dánjal Jákup Vilhelm, rakstrarleiðari á skipasmiðjuni Mest. Dánjal Jákup er kallaður upp eftir abbanum, ið átti trímastraðu skonnartina Yvonnu, sum varð bygd í 1929. - Franska manningin var ógvuliga fegin um at hoyra um Marité frá 1921, Yvonnu og føroysk skip frá somu tíð, sum seinni fóru at fiska sild og fingu sær hjall til allar tunnurnar.
Leygardagin fer Étoil av Havnini til Íslands, og dagin eftir fer Westward Ho somu leið. Logbókin sigur, Etoile er 38 metrar long, 7,40 metrar breið, stingur 3,70 metrar og 33 er metrar høg.