Skip to main content

Vive la France - á filmi og dekki!


Í dag er av sonnum franskur dagur í Havn og í Klaksvík. 83 ára gamla skonnartin Étoile liggur í Havn, har til ber at vitja umborð til klokkan 17. Tá eru tríggir tímar til bæði Havnar Bio og Atlantis Bio fara at vísa tað nýggjasta og fremsta av fronskum filmi, sum beint nú lýsir støðuna í Afrika. Filmsfelagið í Havn vísir Timbuktu, sum fer fram í Mali, og fekk sjey César-virðislønir, m.a. sum besti franski filmur í ár. Í Atlantis Bio í Klaksvík verður spildurnýggi franski filmurin við Charlotte Gainsbourg, Samba, sýndur. Hesin franski filmur er knýttur at Senegal. Báðir teir nýggju filmarnir, Samba og Timbuktu, eru á fronskum máli og fáa besta viðmæli frá bátsmanninum. Hin fyrri álvarsligur hin seinni stuttligur, sigur hann. Franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen, fer at introdusera Timbuktu í Havnar Bio í kvøld klokkan 20. Í morgin og komandi dagarnar ber aftur til at vitja umborða á søguligu skonnartini Étoile, sum við Bursatanga í Havn eisini flaggar við Lothringenkrossi, Croix de Lorraine. Vive la France!