Í Listaskálanum arbeiða tey í dag við Ólavsøkuframsýningin, sum letur upp ólavsøkuaftan, týsdagin 28. juli, klokkan 14. Eg slapp at taka nakrar myndir í dag, sum er fyrsti arbeiðsdagur hjá teimum, ið hanga upp. Tað merkir eisini, at framsýningin er langt frá liðug, men vit fáa eina hóming av evninum og innsendu verkunum í ár.
Listafelagið, sum eins og mongu undanfarnu árini er fyriskipari, hevur hesaferð heitt á Oggi Lamhauge at standa fyri framsýningini í ár. Her sæst Oggi saman við íslendska læraranum, Rikhardur Valtingoyer, sum eisini sýnir fram.
Oggi sigur, at framsýningin er sett saman av einum úrvali av innsendum verkum og verkum frá innbodnum listafólki, har arbeiðsevnið er fláir, eitt nú ullaoyggin, sum sæst omanfyri.
"Áhugin at senda verk inn hevur verið serstakliga stórur í ár. 48 listafólk hava sent 340 verk inn, og burtur úr hesum eru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk."
"Evnið fláir vísir til føroyska landslagið, ið sum kunnugt er bygt upp í fláum, men evnið vísir samstundis til løgini í okkara menniskjaligu upplivingum, ið vit dagliga kenna, og sum verða lagdar afturat sum árini líða. Evnið vísir sostatt til sálarligar, mentanarligar og listarligar fláir, sum byggjast upp, endurnýggjast og brótast niður," sigur Oggi.
Tey innbodnu listafólkini í ár eru Jógvan Biskopstø, Kári Svensson, Edward Fuglø, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Jóna Rasmussen og listgrafikarin Rikhardur Valtingoyer, ið er serligur gestur úr Íslandi. Hesi yrkislistafólkini hevur Oggi biðið hava orðið fláir í huga. Tey hava gjørt verk úr ymsum forkunnigum tilfari so sum torvi, ull, leypum, tómum pakkitilfari umframt málningar og grafisk prent.
Ólavsøkuframsýningin letur upp ólavsøkuaftan kl. 14 og hongur uppi til og við sunnudagin 2. august. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er framsýningin opin kl. 14 – 20, hinar dagarnar er framsýningin opin í vanligu upplatingartíðunum hjá Listasavni Føroya. Atgongugjaldið er somuleiðis lutaseðil til eitt linoprent eftir Janus Kamban.
Listasavn Føroya er um summarið opið hvønn dag kl. 11-17, tó ólavsøkudagarnar til kl. 20.