Skip to main content

Posts

Showing posts from May, 2016

Eirikur bjóðar rullikøku afturvið Sinatra

Eirikur Skála bjóðar heimabakaða rullikøku hjá Öström á Skálatrøð, har Tórshavnar Big Band venur til konsertina í Norðurlandahúsinum mentanarnáttina kl 21:00. Konsertin verður endurtikin kvøldið eftir, leygarkvøldið kl 19:30. Orkesturleiðsluna hevur saksofonlærarin hjá Eiriki, Sigurður Flósason. Mike syngur Blue Skies og Fly Me To The Moon tá eg komi inn í ljósa venjingarhølið. Tað swingar so groovy, so eg má skriva við dupultve. Hugtakandi instrumentalistar, hugtakandi samanspæl, hugtakandi stórband, hugtakandi sangari. Gleði er á hvørjum andliti og dirigenturin klappar. Hans Petur í Brekkunum til vinstru og Haukur Gröndal til høgru, sum er fyrsti alt saksofonistur, og Dávur Juul Magnusen og Andras Spang Olsen aftanfyri, eru allir vælnøgdir eftir fyrsta venjingarumfar við Sinatrasangum seinrapartin í dag. Og so tørna tey fyri aftur við swingandi Sinatrasangum. Omanfyri sæst íslendski Haukur fremst fyri. Niðanfyri er Kári Olsen komin inn við Útvarpsmikr...

Handverkarin byggir land

Gongur tú eftir Vaglinum hjá Heðini, framvið kioskini hjá Astu og undir Løgtingshúsinum hjá Páll og teimum, so skalt tú skora teg at sleppa framvið parlamentinum í dag. Orsøkin er at handverkarar arbeiða mitt í summarbýnum. Hvat annað skuldu handans fólk gjørt, uttan at arbeitt, kundi tú spurt. Jú, orsøkin til at eg spyrji, er at finna longur niðri á gomlu Perlugrundini og heilt úti við Sandá. Har hava onnur enn arbeiðarin tikið sær heiðurin fyri útint arbeiði. Í so máta var Rólant herligur í Útvarpssendingini í morgun. Hann helt fyri, at nú vóru fyrstu valplakatirnar til Býráðsvalið í november at síggja, serliga í uppihaldstrappuni á Perlugrundini. Ætlaði at avmynda talvuna, men hon var ikki at finna, bara hon við Sandá. Har møtti eg Sólbjørg Zachariassen, sum royndi nýggju brúnna, og kundi siga frá um allar hinar brúgvarnar um Sandá. Eftir onkrari hevði hon í gomlum døgum gingið romantiskar túrar, segði hon og peikaði omaneftir. Standandi á brúnni má eg sanna, at einki e...

Summar litir...

Summar litir varnast tú beint sum summarið byrjar, uttan at nakar visti av. Tað er tá gulbrúna várið sleppur bønum og letur grønskuna vinna eitt bil, og runnar vaksa frítt. Tá er grønt. Og serliga tá reyða trillubørin hjá Gutta er fylt við nýslignum fríggjadagsgrasi og eginskuggin er við. Eginskuggin. Eitt er angin, annað eru litirnir, sum bretta seg út úr ongum og bresta upp í eyguni. Mundi tað bara vera nýggja iPhonin? Fari út á Skipasmiðjuna at síggja framsýningina Tíðarrúm hjá Bjarne Werner Sørensen, sum er opin til sunnudagin  kl 18. Litirnir eru har, ektaðir og til at nema við. Stór prent, sum fylla rúmið og veggirnar. Stóra og berliga fabrikshøllin er hvítmálað, og ljósið fellur náðileyst beint inn, so sum sólin gongur. Stór prent fylla endaveggin, og innrammaðu normalverkini hanga á eina vegginum og skapa eina stovu í klivanum til vinstru, meðan tekniskar installatiónir liva teirra egna lív sum diskret markerandi partar av framsýningini. Slitið á gólvin...

Balada er besti filmur

Í Klummuni í Sosialinum hesa vikuna skrivar Høgni Djurhuus, at filmurin Balada hjá Anton Petersen er besti føroyski filmur, og tann fyrsti, sum vit kunnu samanbera við altjóða filmslist. Filmurin er gjørdur á bosniskum máli á Film Factory í Sarajevo hjá Béla Tarr fyri tveimum árum síðani. Til sýningina hjá Filmsfelagnum var føroyskur undirtekstur settur á filmin. Sum Høgni sigur, so kundi undirteksturin verið gjørdur á einum smidligari máli. Kanska er tað tí, at vit eru so fullkomuliga óvon við at síggja føroyskan tekst á mentanarligum fyribrigdum, í hvussu er teimum, sum ganga altjóða vegir. Málið fylgir ikki við, kanska er eingin áhugi fyri tí í hesum filmiska høpi. Men eftir stendur, sum Høgni sigur, ein sjáldsama góður filmur, sum fær teg at hugsa um filmslist og filmisk frásøgusnildi uttan ta skakandi stóru framleiðsluætlanina. 80.000 krónur hevði filmur kostað í krónum, varð upplýst. Tá munnu nógvar rokningar vera ógoldnar og filmurin avrikaður con amore . Takk fyri...

May we all live to be a hundred

- May we all live to be a hundred, sigur Frank Sinatra í hesum signeraða teksti, sum er inngangur til tjúgu fløgur, sum komu út í 1995. Tað eru allar Reprise upptøkurnar frá 1960 til 1988, tilsamans 452 sangir á plátufelagnum, sum hann sjálvur stovnaði. Útgávuárið fylti hann 80. Higartil hevur fløguboksin staðið mest sum órørd á loftinum, burtursæð frá í 1998, tá Frank Sinatra doyði, 82 ára gamal. Nú tók eg hana fram aftur, tí næsta vikuskifti fer Tórshavnar Stórband at fagna sangaranum við fimm solistum, tjúgu sangum og einum leiðara, Sigurður Flósason. Hóast hann ikki bleiv hundrað, swinga sangirnir enn, og vónirnar eru bláar og ljósar, sum myndin av Ol' Blue Eyes omanfyri. Konsertirnar, Sinatra 100 , verða Mentanarnáttina 3. juni kl 21:00 og aftur leygardagin eftir kl 19:30. Góðar konsertir!  

Stríðið um pengar og spælistøð

So eru aftur yvirskriftir um at ítróttini tørvar pengar. Nógvar pengar. Tað eru so nógv sersambond við so nógvum ferðaætlanum, at fleiri pengar mugu til. Tað er tað. Og rokningin fer til Mentamálaráðið skilst á hesum tíðindastubba í Sosialinum. Einki er at ivast í, at ítróttin ger eitt gott arbeiði fyri føroysku fólkaheilsuna. Kanska so gott sum eingin annar. Tí kundu vit hildið fram og staðfest, at umframt fleiri pengar, er eisini tørvur á fleiri spælistøðum, fleiri áskoðaraskýlum, fleiri parkeringsplássum, fleiri gøtum og trappum, fleiri umsjónarfólkum, fleiri ljóssteyrum, fleiri atgongumerkjaseljarum, fleiri venjarum og fleiri feløgum, sum vilja selja atgongumerki ein góðan sunnudag kring alt landið. Men tá vit hava talt alt saman, kunnu vit eisini spyrja, um ikki onnur spælistøð eisini skuldu sloppi uppí part. Spælistøð, sum sleppa at veita landsins kommunalu borgarum sama tænastustøði, bara teir vilja spæla á staðnum, borgararnir. Siga vit, at ítróttin ikki fær nokk p...

Góðan Bob Dylandag

Bob Dylandagur er í øllum landinum, við almennum fyrilestrum og innsløgum í Útvarpinum. Sólin skínur og morguntíðindi eru um Spotify. Orsøkin man vera, at sangarin, sum í nógv størri mun er yrkjari, tí røddin nyttar einki, hann fyllir fimmhálvfjerðs. Fór aftur at leita, hvør var hin besta Bob Dylanplátan. Um nøkur broyting var síðan síðst. Nei, tað er hin sama góða frá 67 um John Wesley Harding , sum var vinur teirra fátæku, um augustinska dreymin og allar Bíbliumyndirnar, soleiðis Down along the cove . - It’s his most ominous album, sigur tíðarritið Rolling Stone í einum lista, har fimmhundrað plátur verða lagdar á plátuspælaran. Listin er frá 2012, tá dagsins pláta ikki rækk hægri enn eitt 303. pláss, sum er tvey stig lægri enn í 2003, tá sami listi varð gjørdur á redaktiónini hjá Rolling Stone. Ominous, kanska er tað so. Ein deiliga ófrættakend pláta. Ja, ófrættadapur, sum bara versnar við árunum. Tað er tað góða við ordiligum plátum. Góðan Bob Dylandag!

Bestu og vánaligastu filmar í Cannes

Screen Daily hevur kunngjørt, hvussu teir tjúgu filmarnir í høvuðskappingini í Cannes hava verið ummældir í innanhýsis dómsnevndini á blaðnum. Besta ummæli fekk týski filmurin  Toni Erdmann hjá 39 ára gomlu Maren Ade, sum vann altjóða ummælaravirðislønina. Ovarlaga lá eisini filmurin hjá Jim Jarmush Paterson . Vinnarin, I, Daniel Blake , fekk ikki besta viðmæli. Í einum føri geva teir báðir ummælararnir hjá fronsku avísini Libération ein svartan kross, sum bara er bad og einki stig yvirhøvur. Ringasta skoðsmál fekk The Last Face hjá Sean Penn, og danski Nicolas Winding Refn var nærum eins illa dámdur við filminum Neon Demon , sum í vøkrum myndum lýsir kvinnur í mótaverðini.

Ken Loach vann Gylta Pálman í Cannes

Tað var fyri filmin I, Daniel Blake at 79 ára gamli bretski Ken Loach í kvøld vann Gylta Pálman á 69. filmstevnuni í Cannes. Bretska avísin The Guardian skýrir hendingina ein óvæntaðan triumf og kallar filmin eitt welfare state drama . Ken Loach fekk somu virðisløn í 2006 fyri filmin The Wind That Shakes the Barley.  Umframt at lýsa írsku søguna, hevur hann gjørt meistarligar filmar úr niðastu løgum í bretskum arbeiðaraumhvørvi, til dømis Riff Raff (1991), men eisini sjáldsama innlitsfullan film um ung, ið vaksa upp, sum í klassiskaranum Kes (1969). Ken Loach hevur í trettan førum verið skotin upp at vinna Gylta Pálman í Cannes. Menniskjansligur aldur er eingin forðing í tíðarleysum spælifilmi. Formaður í Pálmadómsnevndini í ár er 71 ára gamli avstralski George Miller, sum í fjør var frammi við Mad Max: Fury Road . Hinir Pálmadómsnevndarlimirnir eru ungarski leikstjórin László Nemes, ið gørdi holocaustfilmin Sonur Saul , sum Filmsfelagið sýndi í Havnar Bio 2. mars, fr...

Einki nýtt

Hvat ger man, tá einki nýtt er gott, og einki gott er nýtt? Jú, tá fer man til tað gamla og kenda. Í morgun var tað Eric Clapton, sum á Spotify fekk meg á hesar tankar. Hann gevur út nýggja plátu við tólv sangum, millum annað dreymin hjá Bob Dylan um Sankta Augustin, I Dreamed I Saw St Augustine . Tað gert tú ikki óstraffaður. Einki nýtt, faktiskt bara repeterandi keðiligt. Eisini húsin, sum Peter Blake hevur málað. Tá er gott at fara í leitirútin á Spotify og skriva John Wesley Harding , vinur teirra fátæku, og tendra fyri Bob Dylan uppá tað besta í 1967. LP plátan, hon við Bíbliutættastu tilsipingum, er á loftinum. Hana eigi eg til góðar at halda í, opna, lukta vinylið og lesa liner notes, tekstin á baksíðuni. Góðan Bob Dylan dag.

The Islands and the Whales frumsýndur í Edinburgh

Skotski Mike Day skrivar í dag, at avtala er fingin um frumsýning í Edinburgh av filminum The Islands and the Whales , sum hann hevur gjørt í Føroyum seinastu fimm árini. Fyrr hevur Mike Day gjørt film um súluveiðu á Sula Sgeir í Hebridunum, The Guga hunters of Ness . Frumsýningin av nýggja grindafilminum verður á altjóða filmstevnuni í Edinburgh, EIFF , sum hevur 70 ár á baki. Filmsstevnustjóri er fryntliga Diane Henderson, ið fegin vil hitta nógvar føroyskar gestir, tá stevnan verður hildin í Edinburgh í døgunum 15.-26. juni í ár. - Flogsambandið er jú beinleiðis, sum hon sigur úr skotska høvuðsstaðnum. Mike Day, sum eg avmyndaði í Norðurlandahúsinum á Mentunarnáttini, skrivar á Facebook í kvøld, at umframt at verða spentur til frumsýningina, er hann ikki minni spentur um føroyska orkestrið, sum fer at spæla á høvuðssenuni til klokkan trý um náttina. tá filmurin hevur verið vístur. - Excited to be heading back to the first film festival I ever attended with The Isla...