Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2016

Filmsdagar í Felag

Hóast internetið letur upp fyri stroyming og flestu filmar kunnu takast niður í stovuna, er tað ein sannroynd, at fólki dámar at síggja film í felag. Tí skipar Filmsefelagið aftur í ár fyri tiltakinum “Filmsdagar í Felag” í Havnar Bio í døgunum 7.-11 september. Tá verða fimm úrvaldir filmar vístir. Høvuðsstuðul er ferðaskrivstovan 62 Norður, sum burturlutar eina ferð fyri tvey til Reykjavíkar, har altjóða filmfestivalur er. Umframt tey feløg, sum innleiða hvønn filmin, eru nýggir samstarvspartar í ár Býarbókasavnið og filmsfjepparafelagið Hygga Síggj. 5 fyri 300 Høvuðsendamálið við Filmsfelagnum og tiltakinum “Filmsdagar í Felag” er at savnast og vísa nýggjan, góðan film í Havnar Bio fyri ein bíligan penga. Upphæddin er tann sama sum í fjør: Fimm filmar fyri trýhundrað krónur og tíggju krónur fyri 3D brillur, tá tú keypir við skivuna. Vanligur prísur á netinum er 90 krónur fyri hvørja sýning. Støkkur tú inn á gólvið í Havnar Bio, eru 150 krónur at spara. Innleiðsla Stut...

60.000 kr til Rakel fyri bestu barna- og ungdómsbók

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn. Formaðurin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard, bjóðaði vælkomin og hugleiddi um bestu bøkur, hann mintist, og um týdningin, at stuðla bókagerð í Føroyum, og at týða somu bøkur, so tær kunnu lesast í okkara grannalondum. Formaðurin í føroysku dómsnevndini, Oddfríður Marni Rasmussen, segði soleiðis um vinnandi bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum (2014): Dómsnevnd Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómbókmentir hevur valt ungdómsbókina Hon, sum róði eftir ælaboganum eftir Rakel Helmsdal til virðislønina í 2016. Bókadeild Føroya lærarafelags gav bókina út. Hetta er áttanda ferðin, at tríggjar bøkur verða tilnevndar til Barna- og ungdómsvirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókmentir. Virðislønin verður handað annað hvørt ár. Ein bók úr Føroyum, ein úr Íslandi og ein úr Grønlandi verða tilnevndar. Virðislønarvinnarin fær 60.000 danskar krónur. Í dómsnevndini eru: Oddfríður Mar...

Kris í Kirkjubø

Í kvøld tók eg í hondina á 80 ára gamla Kris Kristofferson. Tá er tað, sum um tíðin stendur still. Allir sangirnir, allar pláturnar og øll tíðarrákini. Partly true, partly fiction . Einaferð segði Bob Dylan, at tá Kris kom til Nashville broyttist alt. "Ja, faktist vóru tað hansara orð", segði Kris og hugdi niður við døgurðaborðið í Roykstovuni í Kirkjubø í kvøld. Flóvur. Og so flenti hann so hjartaliga. Mikukvøldið hava hann, dótturin Kelly og maður hennara, Andrew, konsert í Reinsarínum, og hóskvøldið í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar vórðu útseldar umgangandi. Kanska verður ein eykakonsert í Reinsarínum, sigur Tummas Justinussen, sum kennir Kris og familjuna, og hevur skipað fyri, júst sum hann gjørdi í Ítróttarhøllini fyri níggju árum síðani. Ein hin besta konsertin eg havi hoyrt. Dótturin Kelly, 24, stendur mitt fyri. Saman við konuni, Lisu Meyers, dóttrini Kelly, og manninum Andrew, ið er sonur Sammy Hagar, og soninum Blake, hevði Kris Kristofferson...

Havfrúgvin hjá Jóanes Nielsen

Jóanes Nielsen er mest lisni yrkjari í landinum. Myndina omanfyri tók eg av Jóanesi á G Festivali í 2013, tá hann og fleiri onnur lósu upp í fjósinum. Leygardagin 17. september kl 18 verður boðið til heimspremieru av nýggja leikinum Havfrúgvin , sum Jóanes hevur skrivað og Eyðun Johannessen hevur stjórnað. Í tíðindaskrivi í dag sigur Tjóðpallurin soleiðis: Hvat hendir tann dagin, tá fiskimenn fáa eina havfrúgv í trolið? Á Tjóðpallinum  eru tey farin undir venjingar av nýskrivaðum leiki eftir Jóanes Nielsen, sum  millum annað setir hendan spurning. “Vit byggja Føroyar á aldum. Vit reka á kenslunnar havi.” (Úr yrkingini "Hugo er deyður") “Tað merkir m.a. at okkara fiskivinna og samfelagið sum byggir á vinnuna, er sera viðbrekið, og júst tað er kjarnin í leikinum HAVFRÚGVIN. Høvðuspersónurin Olivar gjørdist avlamin á trolaradekki, og gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.” Soleiðis sigur J...

Nede i Spanien min vugge stod

Ja, hvat skal man siga, tá ítróttarpressan, sum heldur øllum føroyskum tíðindaflutningi uppi, bæði á pappíri og annars, kopierar alt úr Dammark, so vit stava, skriva og siga sum í Nirri? Sum sæst á myndunum, oman og niðan, verður tað í føroysku dagspressuni til Storbritannien, Tyskland, Italien og så videre, óansæð, hvat almennu Førjar geva út. Tað skal loysa seg...

100 teir bestu filmarnir sambært BBC

Ja, tað er sum á filmi, filmi hjá David Lynch. Í dag hevur BBC kunngjørt úrslitið av eini kanning, har 177 filmsummælarar úr øllum heimspørtum eru spurdir um besta film síðan túsundáraskiftið. Fremstur er David Lynch við filminum Mulholland Drive frá 2001. Ein av mínum yndisfilmum er nummar trý, There Will Be Blood hjá Paul Thomas Anderson frá 2007. Nýggjasti filmur, at liggja so ovarlaga, er Boyhood hjá Richard Linklater, sum Filmsfelagið vísti í fjør. Á einum nítjandi plássi er ein enn nýggjari filmur, Mad Max Fury Road hjá George Miller frá í fjør. Tá varð hann eisini vístur í Havnar Bio, sum er væl við tá umræður at vísa nýggjan film. Tveir norðurlendskir filmsleikstjórar eru á top hundrað listanum hjá teim 177 BBC ummælarunum. Danski Lars von Trier er tvær ferðirnar á listanum.  Melancholia (2011) er á einum 43. plássi og Dogville (2003) er á einum 73. plássi. Á einum 94. plássi er svenski Tomas Alfredson við Låt den rätte komma in (2008).   Nummar hundrað er alla...

Mjørki í Havn

Eftir eitt vikuskifti við flower power er alt grátt í Havn. Arbeiðsvikan kallar aftur og í morgun var hetta útsýnið oman á kampingplássið Yviri við Strond. Neyvan er sýnið hjá teim kampistum, sum komu við Norrønu í gjárkvøldið, nakað frægari út yvir fjørðin. Spell, nú øll eygu, sambært Útnorðurráðnum, eru vend móti okkum her í útnorðri. So nú er seinni enn seinsummar. Vátt og grátt. Tað var tað.

Flower Power í Fútastovu

Tað er fríggjakvøld og seinsummartokan rullar oman yvir Havnina. Umborð á Ternuni krøkja Eirikur og Helena bátin hjá bróðurinum, Ova Joensen, í bilin. 30 ár eru liðin síðani hann róði til Langelinie og nú skal Diana Victoria til Klaksvíkar, har Sjómannadagar eru. Heldur enn at vinna eina Gekkamillión í Kringvarpinum, fóru vit í Fútastovu at uppliva flower power úr Hoydølum og føroyska summarlambið úr Kollafirði. Her eru blomstur at seta í knappaholið og urtir at eta, beint av prýdda borðinum. - Hetta er føroyska summarið, sum eksploderar, sigur Jóhan Mortensen. Hann er drívmegin í gastronomiska kalendaranum hjá matstovunum Heima í Havn , sum John Mikkelsen rekur fyri Johannes Jensen og samtakið Gist og Vist . Virksemið veksur og skjótt verður Mikkeler eisini í gomlu Gongini, har Gullhornið , sum nú flytir í Klokkarastovu, hevur verið. Innkomin, bjóðar John ein Mojito, har myntan er frá Ullu Boje Rasmussen, sum gjørdi Gásadalsfilmin , og upprunaliga hevði hana, myntuna...