Við Klaus Munch Haagensen frá Danmarks Statistik og finsku Ulla Agerskov sum ritstjórum, hevur almenna norðurlendska samstarvið, Norðurlandaráðið, givið út bóklingin Nordic Statistics 2016 . Í summum førum síggja vit eisini tøl úr Føroyum, m.a. tær upphæddir, sum verða tiknar av okkara skatti og brúktar til mentan og undirhald, culture and leisure, í almenna rúminum. Stabbamyndin omanfyri vísur hvussu nógvar evrur verða brúktar til mentan fyri hvønn íbúgva í øllum Norðurlondum og í ES. Føroyar (FO) eru ljósabláar, næstytstar til vinstru, Ísland, sum brúkar flestu pengar uppá hvønn borgara til mentan, er hægsti og sjónligasti reyði stabbin, og lægsti ljósagrái stabbin ytst til høgru er miðalbrúkið til mentan og undirhald fyri hvønn íbúgva í ES. Ein onnur talva vísur gongdina á sama øki við støði í 2006. Tá lógu Føroyar væl fyri, men hava mist takið. Noreg er hægst, tá umræður brúktar skattakrónur til mentan í almenna rúminum, meðan vit kunnu ugga okkum við at ES er á botninum....