Sunnudagin var bastilludagur, fjúrtandi juli, la fête nationale de France , tjóðardagur í Fraklandi. Tað fekk meg at leita fram eina lítla danska sitatbók um film frá 1985 við absurda heitinum Livet er for kort til franske film . Um sama mundi komu fleiri bøkur av hesum lættsodnandi lættisoppaslag, sum segðist vera gott av hava við sær sum skeinisopp á vesinum hjá Ekstrablaðnum og har um leiðir, tí nú vann nýggja sjangaran lokumslitteraturur fram. Ikki dugi eg at siga, um orðafellið at lívið skal vera ov stutt til franskan film, er til á øðrum tungumáli enn júst tí danska. Kanska hava tey tikið filmisku tilsipingina undan ønologiska víngómanum, har teir kræsnu altíð hava sagt, at lívið er ov stutt til vánaligt vín. Tað er til at skilja, ja um allan heim og ikki bara hin franska. Og fert tú hesa vikuna eitt legg inn á Býarbókasavnið í bilparkeringsgongugøtuni í Havn, ella enn betri á teirra heimasíðu, sum er púra bilparkeringsfrí, so finnur tú franskan film í longum strípum ...