Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2019

Tríggir filmar vinna virðisløn frá Námi

Gilli frá 18u á Glasir, Sanna, Randi og Beinta úr 8. a  í skúlanum á Argjahamri Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum í kvøld. Tað sigur heimasíðani hjá Námi . Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er sjey minuttir langur. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er. Allir filmarnir síggjast í einum spælilista á Facebookprofilinum hjá Nám og Snar. Tríggir vinnarar vórðu funnir, sum allir deildu eitt fyrstapláss. Teir fingu sostatt ein triðing av virðislønini, tað er 10.000 krónur í part, av teim tilsamans 30.000 krónunum, sum Nám sponsoreraði. Grundgevingar hjá dómsnevndini vóru hesar: ”Gang ein túr” T1 Tekniski skúli, Klaksvík (2:34): Vit síggja eina vanliga føroyska bygd, sum er gjørd úr Lego. Filmurin, sum er gjørdur í stop motion, hevur ein greiðan boðskap, er viðkomandi, hevur gott ljóð og g...

Kreativur háskúli

Í dag bjóðaði Pernille Mejslov okkum í Námi til framsýning á Føroya Fólkaháskúla, har hon undirvísir í kreativari skriving og tekning. Hon er úr Lejre kommunu við Roskildefjørðin. Samstundis løgdu hon og Rigmor Dam seinastu hond á næmingablaðið Tjaldrið, sum er eins gamalt og háskúlin, 120 ár. Næmingarnir hava sjálvir gjørt alt blaðið og myndprýtt við tekningum og fotomyndum. Á baksíðuni er fotomynd av eini instalatión við eini song og slóð til tónleikastykkið Sovi Bara hjá Jónas Langgaard. Eftir gongini hava næmingarnir á heystskeiðnum gjørt ein stóran máling, har tey eiga eitt petti í part. Næsta ár er málninguri ein annar, sigur Pernille. Permuna á søguliga Tjaldursblaðnum hava teir tríggjar Ýr Ákadóttir, Paulina Joensen og Annika á Fløtum Rasmussen gjørt. So ganga vit gjøgnum túnið, heilsa uppá nýggja stjóran, Hedvig Weserlund Kapnas, og ganga yvir í Hansastovu, sum er kreatva húsið, har eisini kjallari er. Fyrst fyri eru litfagrir fuglamálningar hjá Anniku, su e...

Netflix ger tað aftur

Eftir eitt hálvt ár við ongum, slettis ongum, áhugaverdum filmi yvirhøvur, tørnar Netflix nú fyri við einum mafiafilmi, sum bara stroymingarrisin hevur havt ráðini til at gera lidnan. Einki annað filmsframleiðslufelag vildi fíggja ovurhonds dýra filmin, sum út á dagin í dag, mikudagin 27. november, varð leysgivin at síggja. Talan er um The Irishman hjá Martin Scorsese, sum letur okkum fylgja við, hvussu leikur fór um ólavsøkuleitið í 1975, tá amerikanski fakfelagsformaðurin Jimmy Hoffa (Al Pacino) varð fyribeindur, hvarv og aldri kom aftur í aftur. Sjey ár seinni, hin 30. juli í 1982, varð Jimmy Hoffa lýstur deyður at vera, in absentia. So løgið tað ljóðar, er tað fyrstu ferð at Al Pacino hevur spælt í einum Scorsese filmi. Stillføri høvuðsleikarin er Frank Sheeran (Robert de Niro), ið hevur eyðknevnið írin, tí hann er ein lítillátin og altíð álítandi arbeiðarpatriotur, sum er av írskari ætt, og sum frá líður fer at ganga blóðdryppandi ørindi fyri mafiafamiljuna Bufalin...

The core task is storytelling

Fyri forlagið Sprotan tosaði eg í hálvan tíma við Jan Lamhauge um bókina Svik meðan Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum sunnudagin 24. februar. Nakað av fólki var møtt i høllini og bráddliga bleiv klokkan seks og tíðin var úti. Í prátinum vísti Jan á grundsjónarmiðið um at the core task is storytelling tá hann skrivaði bókina og annars arbeiðir við journalistikki. Trýst á myndina av bókapermuni niðanfyri og hoyr samrøðuna, sum varir hálvan tíma. Fyrr um dagin tosaði eg eisini við donsku Camillu Hübbe og útgávuleiðarin í Námi, Sigfríður Símunarson Sólsker, um bókina NORÐ , sum kom út á donskum í 2017. Tá varð hon vald at vera ein av 10 bestu bókunum við hesi grundgeving hjá Statens Kunstfond: "Ein øðrvísi frásøga um ragnarok, sum bjóðar unga lesaranum inn í verðina hjá norðurlendskari mytologi, og samstundis flættar frásøgan nakrar av avbjóðingunum í okkara samtíð væl inn í søguna. Samstarvið millum tekst og myndir er vakurt og máttmikið og gevur lesaranum eina meiri fullk...