Á 80 ára degnum fyri bretsku hersetingina av Føroyum, og í somu viku sum danska Margreta Drotning II fylti 80 ár, skrivaði eg ein blogg um Merkið, Dannebrog og heraldikk, tí Ole Wich hevði fyrr sama dag sent mær eina mynd av donsku sjóverjutyrluni, sum fleyg við hesum fløggum, men tó við tí stóra danska omanfyri tí lítla føroyska. Ein óneyðuga provokerandi demonstratión hjá danska hervaldinum, óansæð hvussu ítøkiliga flúgvingin og flaggingin kundi vera løgd út henda dag, antin av sambandsmanni ella tjóðveldiskonu. Provokatiónin var eyðsædd og rópti eftir einum bloggi. Á Tekniska Skúla í Klaksvík høvdu lærarar lagt til merkis og lisið publiseraða bloggin, sum varð settur á skrá í føroyskum í tveimum miðnámsflokkum hjá Victoriu Absalonsen. Eg varð boðin við í undirvísingina á Teams og slapp tí at royna hesa nýggju undirvísingartøkni í praksis við kamera á netinum og tó í fjarstøðu. Tá undirvísingin varð liðug í báðum flokkunum, helt eg fyri, at um tey høvdu hug at skriva...