Skip to main content

Filmsfelagið aftur til verka


Eftir drúgvan koronastongsil er Filmsfelagið aftur farið at vísa arthousefilm í Havnar Bio, soleiðis sum heilsumyndugleikarnar áseta. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru mikukvøld.

Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið føroysku fimarnar ”Ábyrgd” og ”Trøllabeiggi”, sum fyrstu ferð vórðu sýndir í biografi. Leikstjórar eru Katrin Joensen-Næs og Gudmund Helmsdal Nielsen. Ole Wich tók myndirnar.


Í filminum ”Ábyrgd” verður unga Ró brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró fer at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki aftur til køvandi heimið við sjúku mammuni. Hon fer at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður enn verri fyri.

Hetta er fyrstu ferð at ”Ábyrgd” verður sýndur í biografi.


Í filminum ”Trøllabeiggi” fylgja vit tveimum brøðrum, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist elsta beiggjan, stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Hetta er fyrstu ferð, at ”Trøllabeiggi”, sum vann áskoðaravirðislønina á Geytakvøldinum í ár, verður sýndur í biografi.


Ungar kvinnur á filmi

Kvinnur hava verið kjarnin í áskoðaraskaranum í Filmsfelagnum seinastu mongu árini og eru tað enn. Serliga áhugaverd í so máta er 36 ára gamla Greta Gerwig, ið gjørdi filmin “Lady Bird”, sum vit vístu 30. mai í 2018. Gerwig er eisini kend sum leikari, m.a. í arthouse filminum “Frances ha” (2012).

Nýggjasti filmur hjá Gretu Gerwig er Oscar-vinnarin “Little Women”, sum verður frumsýndur í Filmsfelagnum 3. juni. Hetta er sjeynda ferð at filmur er gjørdur úr somu skaldsøgu, sum er um fýra systrar.

Ein av mest kritisku filmsummælarum, Peter Bradshaw í The Guardian, gevur “Little Women” fult stigatal.

Undir yvirskriftini “Sisters are writin' it for themselves in Greta Gerwig's festive treat - Saoirse Ronan and Emma Watson head a terrific all-star cast in a wonderfully warm, funny and heartfelt version of Louisa May Alcott’s coming-of-age classic” gevur hann filminum eitt sjáldsama gott ummæli, sum vit nú sjálvi kunnu taka støðu til í Filmsfelagnum 3. juni.

Frá “Little Women”, sum byggir á søgu hjá Louisa May Alcott (1832–1888), arbeiðir Greta Gerwig nú við filmi um Barbie-dukkuna. Um henda filmin verður sagt: “A doll living in 'Barbieland' is expelled for not being perfect enough and sets off on an adventure in the real world. A Live-action feature film based on the popular line of Barbie toys.”

Tarantino letur upp

Heimildarfilmurin “QT8: The First Eight” er um ikoniska filmsskaparan Quentin Tarantino (f.1963) og fyrstu átta filmarnar, innan hin níggjundi, “Once upon a Time in Hollywood”, sló øll áskoðaramet í biografunum á okkara leiðum í fjør.

Nú er nýggi heimildarfilmurin ”QT8” við til at lata upp biografarnar eftir drúgva koronastongsulin, sum í sjálvum sær ger tað vert at savnast, um áhugin er fyri filmi í felag.

Síðan nítiárini hevur provokerandi leikstjórin, Quentin Tarantino, ið eisini er høvundur, merkt og myndað stóran part av altjóða filmsgerð við nýskapandi filmum sum Reservoir Dogs, Pulp Fiction, Kill Bill, Inglourious Basterds og Django Unchained.

Í nýggja heimildarfilminum "QT8" møta vit Samuel L. Jackson, Christoph Waltz, Tim Roth, Michael Madsen og fleiri øðrum, sum siga okkum fjøltáttaðu søguna um Tarantino.

Filmurin, sum er á enskum og uttan undirtekst, verður sýndur 10. juni í Filmsfelagnum. Eftir sýningina bjóðar Sirkus sum vant tvey fyri eitt.

Barn - avbjóðandi norskt meistarverk

Mikudagin 17. juni vísir Filmsfelagið norska virðislønta og í ummælum hálávoða filmin, sum aldri áður, ”Barna”.

Trettan ára gamla Lykke er dóttir ein kendan politikara á vinstravonginum. Ein dagin, Lykke er í skúla, brestir hon saman við floksfelagnum, Jamie. Samanbresturin er so ógvusligur, at Jamie doyr.

Pápi hansara er lokalpolitikari á høgraveinginum, og hóast Lykke tvíheldur um, at drápið var eitt óhapp, er eingin, ið trýr henni.

Skúlastjórin, Liv, er idealistur, sum í loyndum, og beint móti hennara politisku sannføring, hevur eitt tætt og inniligt samband við pápa Jamie, Karl Erik.

Eftir at Jamie er deyður, kunnu tey bæði ikki halda sambandið loyniligt. Fólk øtast og trúgva ongum longur.

Beiggi Liv er Anders, ið hevði garðvakt, tá óhappið hendi. Hann er tyngdur av skomm og skuldarkenslum, tí hann ikki byrgdi fyri og forðaði tí, sum hendi.

Hvussu kundi nakað so ræðuligt henda, og hvussu skal lívið halda fram hiðanífrá?

Norski filmurin ”Barn” vann The Dragon Award, ið er heimsins størsta filmsvirðisløn, í Göteborg í ár.

Arthousbiografurin, Øst For Paradis, hevur útvegað Filmsfelagnum norska filmin ”Barn”, sum verður sýndur við donskum undirteksti.

Danska Medierådet gevur "Barn" 11 ára aldursmark og sigur soleiðis um filmin: "Barn" er tilladt for børn over 11 år. Filmen har en trist og tung grundstemning, der er karakteriseret ved at den tematisk omhandler sorg og skyld i forbindelse med et barns død. Filmen er generelt roligt fortalt, og den dvæler ved de svære følelser i forbindelse med dødsfaldet, men den indeholder også dramatiske scener. Eksempelvis benytter filmen sig af en ildevarslende lydside og stemning i forbindelse med den indledende scene, hvor et barn ligger livløst, mens voksne forsøger at give førstehjælp og holde andre børn på afstand. I andre emotionelt stærke scener bliver et barn konfronteret og bebrejdet for hendes skyld i dødsfaldet. Idet filmen ellers ikke indeholder vold og den er roligt fortalt, vurderes det, at den kun vil virke skræmmende på børn under 11 år.