Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2020

Týsk jól á Vaglinum

 - Tað verða eini týskt inspirerað jól, tá smátturnar eru lidnar og settar upp her á Vaglinum, sigur Eiler Fagraklett í gamla kommunuskúlagarðinum frammanfyri Ráðhúsunum hjá Tórshavnar kommunu. Uppgávuna hevur hann fingið frá Visit Tórshavn, har Barbara Samuelsen er leiðari til 1. februar, tá Liljan Weihe tekur yvir. Tá fer Barbara aftur í starvið í Kringvarpinum. Stóra jólatræðið hjá kommununi er komið upp at standa á Tinghúsvøllinum. Tað verður tendrað leygardagin men uttan at nakað tiltak verður. Umráðandi er, at fólk ikki savnast og trokast í stórum tali. Kanska er træið minni enn fyrr, men meira harmoniskt enn vit minnast at hava sæð tað fyrr, eru vit samd um á Vaglinum. Niðri í Vágsbotni er fyrsta tekin um radikala broyting, hóast eingin lá eftirá, gjørdist arbeiðsleysur ella varð settur á dyr. Tað var tá Nólsoyar Páll varð tikin niður fyri at rúma eini skoytubreyt, sum nú er koyrd niðan í Gundadal, at geva pláss fyri einum parti av smáttunum, sum til samans mynda jólabýin. I...

12 filmar komu inn

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini.  Hesuferð var úrvalda heimsmálið nummar 14: Lívið í havinum, á enskum Ocean Literacy. Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur, at nú verður mett um úrslitini við tí í hyggju, at finna eina vinnara. Vinningurin í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi er 30.000 krónur. Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio.  Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið.  Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini. Tiltakið varar ein góðan tíma. Til at gera vart við filmskappingina hevur Nám fingið loyvi frá Haraldi Bjørgvin at brúka myndir, sum hann hevur tikið undir vatnskorpuni.

Holocaust x 3

Jógvan D. Hansen, heimspekingur, fer at innleiða sýningina við "The Painted Bird" í Filmsfelagnum mikukvøldið. Tað er fyrsti av trimum nýggjum filmum um holocaust, sum Filmsfelagið fer at vísa í vetur. Hinir báðir eru "Tímar í persiskum" 20. januar og "Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina", sum verður sýndur sjálvan holocaustdagin 27. januar 2021. Tá nazistarnir undir øðrum Verðaldarbardaga byrja at hóptýna jødar í Eysturevropa, senda eini jødisk hjún sonin út á bygd at vera hjá mostrini, har hann kann fjala seg. Men tá hon bráddliga doyr, noyðist einsamalli drongurin at klára seg í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagin fyri at yvrliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond. Tá kríggið endiliga er av, veksur persónligi bardagin innan í honum at finna seg sjálvan. “The Painted Bird” er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eystur...

Skal nú ikki verða loyvt at prædika á føroyskum í Danmark?

Í áratíggju hava teir donsku og norðurlendsku persónar, eg havi kent og samstarvað við í hálva øld, hildið, at tær søguligu tvístøður, og kann henda illstøður, sum hava verið millum ríkispartarnar Føroyar og Danmark, hava verið íkomnar av burokratiskum handilsforvaltarum og embæstisfólki, altíð menn, ið vórðu sendir til de fjerne øer ella høvdu fingið tær til at forvalta.  Annars hava mest sum ongar forðingar av varandi ringum slag verðið millum fólkini í okkara parti av Norðurlondum.  Soleiðis hevur semja verið, í hvussu er millum fólk, sum eru aktiv innan fólksligt norðurlendskt samstarv.  Tað er til enn, fólksliga samstarvið, hóast gongdin, kanska síðan aldarskiftið, er, at alt samstarv, sum fyrr var fólksligt, verður sett í kassar og fyrisitið sum verkætlanir við enskum fyrisitingarmáli. Og so undrast fólk, at eingin áhugi er longur fyri fólksligum manifesteringum, so sum norðurlendskum mentanarvirðislønum. Alt er blivið sektoriserað og marginaliserað, ein verkætlan h...

Blaðmannaføroyskt

Um vikuskiftið las eg føroysk minningarorð um svenska Jan Myrdal, sum andaðist 93 ára gamal hin 30. oktober. Hann, ið skrivaði minningarorðini var Jóanes Nielsen, sum eg avmyndaði í Göteborg í 2012, og miðilin at publisera minningarorðini var Facebook.  Umframt at lesa minningarorðini um svenska blaðmannin, rithøvundan og kontroversiella viðmerkjaran ytst á vinstravonginum, hefti eg meg við henda innskotna setning hjá greinahøvundanum: ”Sjálvur hevði Myrdal fastan teig á næstaftastu síðu sum hann nevndi “Skriftställing“, og skuldi onkur lesari kanska hildið, at tað liggur væl fyri hjá Jóanes Nielsen at skriva greinar, so er ein orsøkin, at eg royndi at taka við læru av hansara stíli.” Eitt gullkorn frá Jóanesi, helst okkara fremsta høvundi, óansæð hvør framsetingin ella skaldskaparslagið er.  Setningurin fær meg at leingjast sáran eftir blaðgreinum, har etableraðir høvundar av báðum kynum fanga tíðina í eini hvassari tíðargrein, eisini kallað essay. Í nýggjastu Dimmu hevu...

Býur í broyting

Tað er løgið, sum tú kanst merkja ein bý, sum var hann ein livandi vera og ikki eitt stálsett fyribrigdi úr steini. Og onkuntíð kenst tað, sum onkur gjørdi seg inn á livandi býarveruna, meðan vit øll svóvu. Tað verður greitt og stendur ljóslivandi fyri tær tá ein lutur, ið higartil hevur definerað býarrúmið, bráddliga er burtur. Og visti tú ikki betur, so helt tú, at hetta var herverk. Mitt í livandi býnum. Standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyar Páll er burtur, og nú skal vera skoytuvøllur á hesum samansetta plássi við søguligum bátadrátti og transitthandli og nútíðar tænastum, sum í støðugari kapping við bilarnar hava víðkað um býarrúmið og útiplássini í høvuðsstaðnum.  Og tó. Tað er skil í galskapinum, tí kommunan sigur á heimasíðuni , at hon í nøkur ár hevur arbeitt við at ”umskipa miðbýin, soleiðis at hann verður ein livandi og áhugaverdur býur at liva, vera og virka í. Í tí sambandi var í 2014 skrivað út ein hugskotskapping, sum skuldi leggja lunnar undir eina langtíðar ...

Hvør sigur hvat um hvønn í sama húsi?

Nú var aftur eitt kjak, har tríggir sjurnalistar siga okkurt um tað, sum ein fjórði sjurnalistur hevur skrivað á eini avís, sum kemur einaferð um vikuna. Umframt teir fýra sjurnalistarnar, slapp Annika Olsen, sum varð ofrið í kjakinum, eisini til orðanna. Átta bein móti tveimum. Havi ilt við at taka hetta sjálvuppgjørda innanhýsis prátið millum sjurnalistar, sum ikki á nakran hátt kemur út um senukantin í almannavarpinum, sum kanska bara Annika hevði førleika til at síggja, fanga og skilja, í álvara. Hetta var avgjørt eitt mál fyri nevndarfund í felagnum hjá sjurnalistum, um tað er til. Kanska undir ymiskum ella innkomin mál. Haldi fyri vist, og havi hildi tað í áratíggju, at vitborna tilgongdin hjá skrivandi sjurnalistum til sjálvt tað at vinkla, skriva, ritstjórna, gera yvirskriftir, bíleggja myndir og skipa grafikk, er so ofta á einum so lágum støði, at nú eigur Setrið at seta skund á eina føroyskt innrættaða sjurnalistútbúgving.   

Tjóðleikhúsið skal vera í Havn

Nú verður boðið út í kapping um, hvar mest umrøddi bygningur í Føroya søgu, tað er Tjóðleikhúsið, skal vera, og hvussu hann skal síggja út, soleiðis arkitektoniskt og í funktiónum á staðnum. Tað er Landsverk, sum í dag boðar frá útboði um undangóðkenning til nýggja Tjóðleikahúsið í - haldi tykkum fast - Tórshavn. Soleiðis ljóðar yvirskriftin. Í Tórshavn. So nú er at verða við í tilgongdini at gera uppskot til nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya fyri allar føroyingar. Uppgávan snýr seg um at koma við uppskoti til staðseting, umframt til luttøku í arkitektakapping av einum Tjóðleikhúsi í Tórshavn.  Til ber at lesa meir um útboðið her .

Ævintýrið um teldu og kotu

Finska Linda Liukas hevur skrivað bókina Hey Ruby , sum Hendrik Jacobsen hevur umsett og Nám gevur út á Bókadøgunum í næstu viku. Í dag hitti eg Hendrik á arbeiðslpássinum, tí vit báður eru gamlir starvsfelagar. Eg spurdi hann í fartinum, hví henda barnabókin um Ruby er so áhugaverd beint nú? - Tað er hon, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av. - Og so er bókin eitt ævintýr, og so spøl eisini. Høvundurin hevur undirvíst í koting og ger tilsipingar av øllum slag, til dømis til Ruby, sum er eitt mál at kota við, sum møtir Django, sum aftur er eitt kotumál og so framvegis, sigur Hendrik og nevnir fleiri mál at kota við. Hvussu bar tað til at tú fekst hugskotið at ...

Havið í landsins myndlist

Zacharias Heinesen framman fyri stóra og treytaleyst mest hugtakandi málninginum á allari framsýningini í Listaskálanum, Skreytmynd av fiskum, sum hann málaði til fiskivinnuframsýning í París í 1984. Fýra ymiskar í vavi og sniði, og tí ikki minni spennandi framsýningar við myndlist, eru í Havn í hesum døgum. Í gallarí Focus er ein afturlítandi 75 ára framsýning við málningum hjá Amariel Norðoy, í Steinprenti er ein framsýning við nýggjum verkum hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð, í Víngarðinum eru seytjan nýggir málningar hjá Silju Strøm, og í Listasavni Føroya er ein temaframsýning við fleiri enn hundrað verkum úr einum tíðarspenni, sum er 120 ár, ið øll hava havið til felags, og sum kann tematiserast heilt inn í fasta savnið við enn meiri list um sama evni. Alt samalt framsýningar, ið eru fyriskipaðar av kvinnum. Hesa fjórðu og seinastu framsýningina, “Havið”, sum rógvast kann aftur á heilt fram til 5. apríl, valdi eg at hyggja eftir, nú hon læt upp. Ikki tí, varð boðin til allar...