Skip to main content

Holocaust x 3

Jógvan D. Hansen, heimspekingur, fer at innleiða sýningina við "The Painted Bird" í Filmsfelagnum mikukvøldið. Tað er fyrsti av trimum nýggjum filmum um holocaust, sum Filmsfelagið fer at vísa í vetur. Hinir báðir eru "Tímar í persiskum" 20. januar og "Tá Hitler stjól ljósareyðu kaninina", sum verður sýndur sjálvan holocaustdagin 27. januar 2021.

Tá nazistarnir undir øðrum Verðaldarbardaga byrja at hóptýna jødar í Eysturevropa, senda eini jødisk hjún sonin út á bygd at vera hjá mostrini, har hann kann fjala seg.

Men tá hon bráddliga doyr, noyðist einsamalli drongurin at klára seg í einum veruleika, ið er stýrdur av haturi, ræðslu og harðskapi, har hvør dagur er ein bardagin fyri at yvrliva í einum fyrilitarleysum samfelag, sum russiskir og týskir hermenn stýra við harðari hond.

Tá kríggið endiliga er av, veksur persónligi bardagin innan í honum at finna seg sjálvan.

“The Painted Bird” er ein rá og ótilgjørd lýsing av skakandi støðuni undir krígnum í Eysturevropa, sýnd í svørtum og hvítum og tikin á 35mm filmi, har kendir leikarar leggja afturat søguni, ið aldri má henda aftur.

Vit síggja Harvey Keitel, Stellan Skarsgård, Barry Pepper, Udo Kier og Julian Sands.

Filmsútleigarin Another World Entertainmetn hevur útvegað Filmsfelagnum henda sterka stórfilm um ein part av Holocoust søguni í Eysturevropa.

Jerzy Kosinsky (1933-1991), sum eisini skrivaði ”Being there”, hevur skrivað samnevndu søguna, sum filmurin ”The Painted Bird” byggir á. Filmurin er hin fyrsti at verða gjørdur á konstrueraðum interslaviskum máli, “so that no Slavic nation would nationally identify with the story”, sum leikstjórin sigur.

Filmurin hevur 15 ára aldursmark.

Annar holocuatsfilmurin í røðini hjá Filmsfelagnum er ”Persian Lessons” ella Tímar í persiskum.

Vit eru í Fraklandi undir øðrum verðaldarbardaga. Árið er 1942 og SS hermenn hava tikið unga belgiska jødan, Gilles, og sent hann í týska konsentratiónslegu.

Komin í leguna, finnur hann uppá at siga seg vera úr Persia.

Gilles verður tikin til viks at tana køksleiðaranum í leguni, Koch, sum altíð hevur droymt um at læra seg farsi og at opna matstovu í Persia, tá kríggið er liðugt.

Vinalagið millum teir báðar verður ikki tikið væl upp millum fangar og vaktarar, og Gilles óttast meir og meir fyri tí degi, tá hann ikki longur kann dylja sannleikan.

Filmurin byggir á søguna “Erfindung einer Sprache” hjá týska Wolfgang Kohlhaase (f.1931).

Vadim Perelman, sum er føddur í Ukraina í 1963, gjørdi í 2003 fyrsta filmin “House of Sand and Fog”.

Nýggi filmurin “Persian Lessons” er á týskum, fronskum, persiskum, enskum og italskum máli. Londini Russland, Týskland og Hvítarussland hava staðið saman um at gera filmin, sum verður vístur í Føroyum í sambandi við altjóða holocaust dagin.

Filmurin hevur 15 ára aldursmark.

Í Týsklandi hava tey gjørt ein nýggjan biograffilm um holocaust, sum er uttan aldursmark og hevur heitið ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl”.

Í týska familjufilminum, sum Filmsfelagið vísur við donskum undirteksti á altjóða Holocaustdegnum, fylgja vit einum jødiskum húski, ið flýggjar undan nazistunum í Berlin, fyrst til Zürich, síðan til París og at enda til London.

Oscarvirðislønti leikstjórin, Caroline Link (f.1964) hevur gjørt filmin úr skaldsøguni hjá Judith Kerr (1923-2019), sum í 1972 skrivaði When Hitler Stole Pink Rabbit.

Hetta var fyrsta søgan av trimum, har hon úr London segði størri børnum frá um egnar upplivingar undir krígnum.

Judith Kerr var fødd í Berlin í Týsklandi, ella Weimar lýðveldinum, í 1923. Hon var av jødiskari ætt og í 1935, tá nazistarnir komu til, flutti húskið til Bretlands. Har gjørdist Judith kendur rithøvundur og seldi fleiri enn 10 millónir bøkur. Hon var 95 ára gomul, tá hon andaðist í London í 2019.

Høvuðspersónur í filminum er eins og í bókini 9 ára gamla Anna, sum ikki veit, hvør Hitler er. Hon er nógv spentari at ganga í skúla og at spæla við vinir. Tí heftir hon seg ikki við tey mongu Hitleruppsløg, sum bráddliga eru at síggja í býnum.

Men tá pápi hennara hvørvir, og tey øll rýma í loyndum úr Týsklandi, fær Anna varhugan av, at maðurin á uppsløgunum fer at broyta Evropa, og at lívið aldri fer at verða sum fyrr.

Týski filmurin ”Als Hitler das rosa Kaninchen stahl” verður sýndur við donskum undirteksti.

Skúlasýningar verða fyriskipaðar við at ringja til Havnar Bio tlf 311956 og 580020 ella skriva teldupost til bio@bio.fo