Ein av tveyhundrað og ellivu játtum á listanum hjá The Yacht Company í Monte-Carlo í Monako er Drumbeat, sum liggur við Eystaru bryggju í Havn. Fyri ein grundprís, sum er 175.000,00 evrur, tað eru 1.3031,20 krónur, kanst tú sláa trummu á dekkinum í eina viku, men so er liðugt. Vikuna kanst tí deila við tíggju vinfólk, so tit tilsamans eru ellivu. Kahúttirnar eru fimm og manningin telur tíggju. Eftir at hava siglt um Atlantshav í tólv dagar og níggju tímar úr niðurlendska Sint Maarten í Leewardoyggjum har norðuri í Smærru Antillum, kom Drumbeat á Havnina hóskvøldið. Sambært Vesselfinder hevði játtin verið í Barbuda og Antigua frammanundan. Drumbeat sæst oftast í Miðjarðarhavinum, men umframt Føroyar siglir hon til so eksotisk støð sum sjórænaraoynna Pitcairn í Suðurkyrrahavinum millum Avstralia og Suðuramerika, har manningin á Bounty lívbjargaði sær í 1790, og Tonglatummas las um í gamla Útvarpinum, sum var tað Kurosawa í dolby stereo. Drumbeat er skrásett í George Town á Caymanoyg...