Ein av tveyhundrað og ellivu játtum á listanum hjá The Yacht Company í Monte-Carlo í Monako er Drumbeat, sum liggur við Eystaru bryggju í Havn.
Fyri ein grundprís, sum er 175.000,00 evrur, tað eru 1.3031,20 krónur, kanst tú sláa trummu á dekkinum í eina viku, men so er liðugt. Vikuna kanst tí deila við tíggju vinfólk, so tit tilsamans eru ellivu. Kahúttirnar eru fimm og manningin telur tíggju.
Eftir at hava siglt um Atlantshav í tólv dagar og níggju tímar úr niðurlendska Sint Maarten í Leewardoyggjum har norðuri í Smærru Antillum, kom Drumbeat á Havnina hóskvøldið. Sambært Vesselfinder hevði játtin verið í Barbuda og Antigua frammanundan.
Drumbeat sæst oftast í Miðjarðarhavinum, men umframt Føroyar siglir hon til so eksotisk støð sum sjórænaraoynna Pitcairn í Suðurkyrrahavinum millum Avstralia og Suðuramerika, har manningin á Bounty lívbjargaði sær í 1790, og Tonglatummas las um í gamla Útvarpinum, sum var tað Kurosawa í dolby stereo.
Drumbeat er skrásett í George Town á Caymanoyggjum, sum eru tríggjar, ið eru partar av Størru Antilloyggjum, við Yucatanfjørð millum Meksikoflógva og Karibiahav.
Skjóttgangandi myrkablái stuttleikabáturin, sum er 53 metrar langur og 10,4 metrar breiður, er bygdur á Alloy skipasmiðjuni í Nýsælandi fyri tjúgu árum síðan.
Útgerðarfelagið í Monte-Carlo sigur, at tey hava skræddarseymað tænastur fyri kræsnar kundar í meir enn fimtan ár. - Yachting for us is not just a business. It’s a lifestyle.
Um Drumbeat siga tey:
Built in 2002 by Alloy Yachts, Drumbeat features exterior design by Dubois Naval Architects and interiors by Alloy Yachts and the owner. Drumbeat at 53 metres is one of the largest modern sailing yachts ever built. The yacht blends top-level sailing performance with excellent seaworthiness. Drumbeat won the 2005 Rolex Transatlantic Challenge. An unusual design feature is the single-level layout, running from the cockpit through the salon and dining area. Cruising at 14 knots, Drumbeat has a full-width owners' stateroom and a host of water toys.