Skip to main content

Posts

Showing posts from August, 2022

Eitt pláss í Tjørnuvík

Tað er eitt parkeringspláss í Tjørnuvík. Tað sigur talgilda online skeltið í Haldórsvík, har shuttle bussurin bíðar, um so varð at einki parkeringspláss var, ella eg koyrdi við kampingvogni. So er bussurin til taks, mest sum alla tíðina. Enn er hann tómur. Úr øllum vinklum er Tjørnuvík eitt fotomotiv, antin veðrið er sum í dag, ella brimið hóttir við at skola og strúka alt omanav. Komin á parkeringsplássið við bygdini framman fyri mær, kann ikki sigast annað, enn at skeltiskógurin í Tjørnuvík er tjúkkur, og eingi ferðandi kunnu siga, at tey ikki fá boð um reglur fyri ferðslu. Boðini í Haldórsvík um eina parkeringsplassið koma frá einum sensori, sum fylgir við, so hvørt plássið í næstu bygdini er fult ella ikki, so tú sleppir undan at koyra inn millum húsini og upptaka tey tún, ið bygdafólkið, sum sæst niðanfyri, vil hava í frið, ella bara noyðist at koyra avstað aftur, tí her var einki pláss. Skillig og góð loysn á tí ruðuleika sum privatbilaferðsla kann skapa í smábygdum, sum í øllum...

Í stórum broti og skiftandi ljósi

Restina av árinum og fram til hálvan januar verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya.  Framsýningin Brot , sum letur upp fríggjadagin klokkan 16, leggur dent á føroyska samtíðarlist, sum er í stórum vavi. Savnið sigur í innbjóðandi tíðindaskrivi, at Listaverkini eru fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini, og at heitið eisini sipar til brot, sum eru frambrot og nýbrot, og tað at bróta burturfrá. Vert er eisini at hefta seg við pallborðsfundin, List til eitt vis t, sum Hergeir Staksberg skipaði fyri niðri í Perluni í mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu fríggjakvøldið, har eitt samtíðarlistahús varð eftirlýst, bæði sum starvsstaður og framsýningarstaður.  Jón Sonni Jensen, sum sat við pallborðið, eigur stórsta einstaka verkið á framsýningini í Listasavninum í morgin. Pallborðsfundirnir halda fram eftir sama leisti, men við nýggjum listarligum fokus hvørja ferð, nakað sum tá Listasambandið varð stovnað í fýrsunum, og stevnur vórðu hildnar úti um landið...

Hvørjum vilja vit amast upp at?

Í morgun vaknaði eg við at ein skipsfloyta gav signal um vandaferð, nú skipið stevndi fram á kós, sum ein annar krossaði. Tað havi eg aldri hoyrt áður. Løgið at vilja amast upp at hesum bátum, sum dyrka kríggj og djevilska ræðslu, hugsi eg við mær sjálvum, nú eg í gjár møtti hálvthundrað ukrainum í Perluni í gjár og ein hin seinasti Holocaustyvirlivarin var látin. Afturvið føroyskum smyrjibreyði hildu tey ukrainska frælsisdagin. Alkeksandr sang um heimlandið, tað størsta í fría Evropa, sum Russland hevur reint at knúska í berari hevnisøku í eitt hálvt ár. Tjóðveldi hevur gjørt av at stilla upp til eitt parlament í einum øðrum landi, og besti evropeiski verji hjá Ukraina, Boris, er koyrdur frá, tí hann drakk eina baltiska øl, og land hansara er farið úr øllum tí evropeiska samveldinum.  Hvørjum vilja vit amast upp at? Hvør gongur fremst í amingini? Hyggi eg í føroysk-ensku orðabókina, so finni eg ikki orðið at amast. Heldur ikki at nálgast. So ikki ber til at flyta føroysku atferðin...

Allur heiður til Ukraina!

Meðan vit veita russarum allar tær tænastur, ið hugsast kunnu, sum um einki er hent í Ukraina hetta hálva árið, krevur Kaja Kallas, ið er forsætisráðharri í Estlandi, at nú skal Russland byrgjast inni.  Flogferðsla er steðgað, so einasti møguleiki hjá vanligum russum at ferðast til Evropa er gjøgnum Finnland, Estland og Lettland. ES má seta í verk eitt visabann móti russum at ferðast, sigur hon og siterar Roosvelt fyri skjótt hálvfems árum síðan: Her er einki at ræðast uttan ræðsluna sjálva. Kosta hvat tað kosta vil, skulu vit byrgja Russland inni, tí vanligi russarin skal vita og kenna á sær, at landið er í kríggj og dregur alt Evropa við sær. Tað gera vit ikki í Føroyum, sum er in the middle of nowhere, tí í Russlandi eru ov nógvir pengar at heinta. Tað er føroyska politiska ambitiónin: pengar fyrst og einki næst. Og meðan Føroyar halda fram at stuðla Russlandi, hevur einasti hugsunarflokkur í landinum eittans mál í dag: Skulu vit stilla upp til danska fólkatingsvalið og aftur av...

Tríggir góðir í felag

Í heyst eru 60 ár liðin síðan Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio. Tí hevur felagið fingið samstarv við Cinemateket í Keypmannahavn, sum er biografurin hjá Danska Filmstovninum, at vísa fýra klassikarar í heyst.  Tað er Jesper Andersen, sum er programmleiðari og javnan hevur vitjað í Føroyum, ið hevur gjørt tað møguligt at vísa virðisfullar filmsklassikarar millum nýggju arthouse filmarnar, sum Filmsfelagið vanliga vísur mikukvøld í Havnar Bio.  Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap. Hetta eru tríggir teir fyrstu filmarnir í heystskránni hjá Filmsfelagnum:  24/8 KL 20:00 Trainspotting (Danny Boyle, Skotland 1996, 93 min) Fyrsti filmur, sum verður vístur mikudagin, er ein Oskartilnevnd perla úr Skotlandi, ið byggir á skaldsøgu hjá Irvine Welsh, sum Danny Boyle hevur gjørt til filmin ”Trainspotting”, ið er bæði provokerandi og undirhaldandi. Í skotska høvuðsstaðnum, Edinburgh, fylgja vit nøkrum vinfólkum, sum ballast allan sólarkringin. Renton, ið er Ewan McGr...

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar, segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, tá hann í Norðurlandahúsinum í dag greiddi frá savnaða útboðnum av miðlum í eini miðal føroyskari stovu í dag. Sum Ivan fyrr hevur sagt við Neflixstjóranum í huga, so er tað ein ósvitalig sannroynd, at hóast bara 24 tímar eru í samdøgrinum, so er miðlaútboðið longu langt síðan tambað so vítt og langt, at nú er bara svøvnurin eftir sum seinasti fíggindi hjá miðlaframleiðarum. Sum brúkarar makta vit ikki at konsumera meir, hóast nýggj tilboð, pallar og appir stinga seg upp hvønn einasta dag. Við átakinum Biit hevur Kringvarpið umsíðir eydnast at fáa ungdómin á tal, og í heyst kemur ein app til barnatilfar, segði Ivan. Men hann segði eisini, at indavl, innannøring, er ein veruligur vandi í Kringvarpinum, tí journalistiska føðiketan er so veik. Hinvegin vísa kanningar at ung eru tíðindanoktarar, praktisera news avoidance, sum teigurin í kanningini sigur, sum so aftur merkir at tech stýrdar algo...