Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2024

Bankatoskur er okkara besta brand

Jógvan er høvuðskokkur og matstovuleiðari í Áarstovu. Við hansara lið eru frá vinstru Skander, Hördur og Azzam. Vit skulu droyma stórt, segði Ben Arabo í Vikusendingini hjá Útvarpinum í morgun. Hóast hann sipar til rúmdarmannin, sum vitjaði her í vikuni, vil eg uppí hesa útsøgn eisini knýta Bankatoskin, sum Áarstova borðreiðir við í kvøld. Úr tí smáa skulu vit eisini droyma stórt. Bankatoskur er blivin besta og lívsseigasta brand, vørumerki, úr føroyska kovanum. Azzam vísir á vegginum, hvussu stórur eini Bankatoskurin var, tá hann varð keyptur frá Fofish hjá Jónhardi Frederiksberg í Leirvík. Eftir mínum eygamáti táttar hann í 160 sentimetrar. Pallborðsfundir eru heima á Sandi um at velta grønmeti til matna, og í Havn fáa vit Bankatosk á hægsta fine dine støði, Barbuvín úr Dímun, ost úr Múla og persiskan kaviar. Hetta er ein sterk gastronomisk rørsla, ið hevur fingið fótin fyri seg. Tað er eingin sjálvfylgja at Bankatoskurin enn fæst til matna og enntá til keyps á matstovu. Fyrr var ikk...

Evropeiskur máldagur

Antra Carlsen er høvuðssamskipari í Norðurlendska Netverkinum fyri Vaksnamannalæring (NVL). Stig Elttør tók myndina í Varpinum í Klaksvík. Evroparáðið í Strassbourg hevur síðan 2001 gjørt av, at í øllum 46 limalondum, sum telja 700 milliónir fólk, skal hesin dagur verða evropeiskur máldagur. Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál. Í Evroparáðnum eru tey sannførd um, at málsligt margfeldi er eitt amboð, ið kann geva okkum í Evropa eitt størri innlit og verða ein grundarsteinur at byggja eina fatan av ríka mentanararvinum í okkara heimsparti á. Tí verður arbeitt miðvíst við at fremja fleirmæli - flersprogethed á donskum, plurilingualism á enskum, fjöltyngi á íslendskum - í Evropa.  Hóast vit ikki eru eitt av teim 46 limalondunum í Evroparáðnum, og føroyskt tí ikki er eitt mál, sum sæst aftur á heimasíðuni hjá ráðnum, er málsligi áhugin hjá okkum stórur og fer helst altíð at verða tað. Tað er tó t...

Rúmdarmaður í Føroyum

Í kvøld tók eg fyri fyrst ferð í hondina á einum rúmdarmanni. Tað var fryntligi danin, Andreas Mogensen, sum vit hava sæð í rúmdarringrás í vektloysi við føroyska Merkinum og vovna slipsinum hjá Williami Heinesen.  Staðurin, vit møttust, var Gilið á hotellinum Brandan, har ferðalagið, sum íverksetarin Jóhan Mortensen hevði koyrt til Havnar, júst hevði skrivað seg inn. Hotellstjórin, Virgar Onghamar, bjóðaði sjampanju, sum høvuðstænarin Mart Manuel úr Filipsoyggjum skonkti. Vit skifta orð um film og tónleik, har rúmdin er tema. Víðagitni filmurin hjá Stanley Kubrick frá 1968, ”2001: A Space Odyssey” fær okkum at grunda yvir byrjanina, har ein av okkara forfedrum, ein apa, eftir bardaga kastar ein piðaðan lærlegg upp í loft, og tá hann kemur niður aftur, er tað í valstakt sum ein nútíðar rúmdarstøð. Hóast hetta er komprimeraða søgan um mannaættina, er hugvekjandi at grunda yvir, hvussu ørstutt henda alin er í okkara heildarsøgu. Eftir filmiska prátið tosa vit um kenslusamt inkludera...

Veljari, hvussu hevur tú tað?

Herfyri var kanning hjá Heilsuráðnum, har spurt varð: ”Maður, hvussu hevur tú tað?” Veljarakanningar, veljarareaktiónir og sendingin Vikan í Útvarpinum í morgun, benda eftir míni fatan heilt greitt á, at okkurt av yvirskipaðu ráðunum hjá tí almenna, eigur beint nú at seta tann vitala spurningin: ”Veljari, hvussu hevur tú tað?”  Variantar kundu verið: ”Hey Føroya fólk, hvat halda tit um fólkaræðið?” Ella: ”Kæra býarbarn, hvussu heldur tú, at tit verða umboðað fyri tykkara egnu skattakrónur?” Ella: ”Kæri pensjonistur í fjølbygdasta parti í landinum, hvat heldur tú um, at tú nú missir alla politiska ávirkan á Vaglinum í Havn, og at ein kommunupolitikari í Degi og Viku heldur tað vera í fínasta lagi?” Alt eftir persónligum vinkli, støðu og sjónarmiðið, kunnu vit borða djúpt og breitt í, hvussu fólkaræðið verður umsitið í landinum beint nú. Í meðan heldur kommunan veitslu. Ikki sørt provokativt, meðan fólkaræðið verður umsitið so illani, at fólk í Havnini, eftir sjónligar og vælgrundaða...

Hvat ríður Heindrikki?

Fyri tíggju árum síðan kom Atlas til heim og skúla út. Eftir fýra ára viðgerð, eisini við málkønum fólki úr Vági, sum tá sótu í Málráðnum, kom atlasið út í 2014. Nú eru tíggju ár umliðin. Sum sæst omanfyri hava Suðuroyggjar ikki verðið nevndar annað enn Innaru og Ytru Hebridur. Til ber at trýsta á myndina og hon verður størri. Hvat tingmaðurin Heindrikkur Old fyri hampuliga tingmannaløn og tingmannapensjón úr Føroya best umboðaðu bygd, Vági, meinar við, tá hann sigur, at tey í teim hægru stættunum í Havn, nú eru farin at siga Suðuroyggjar, og ikki Hebridur, ljóðar eitt sindur gruggut. Serliga, tá fremsti málmaður í Málnevndini var júst úr Vági, og sama bygd, alt gott um hana, er hin best umboðaða í Føroya politisku tingsøgu. Innan Erla Kongsdóttir kemur í havsneyð, God forbid, so haldi eg, at Heindrikkurin eigur at geva okkum, sum ganga á sløttum millum húsini í Havn, eina útlegging, hvat liggur í hansara margháttligt innballaða javnaðarfyrispurningi á tingi. Tað kundi jú hent, at han...

Floygt prát um film

Søgulig litløgd mynd av Havnar Bio, har Filmsfelagið varð stovnað í 1964. Niðanfyri er Degns hús, fyrsta telefonstøð í landinum. Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið arthouse film í Havnar Bio. Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap. Tá heystskráin hjá Filmsfelagnum byrjaði, møtti eg Jákup Boga Joensen í Paname á Vaglinum í Havn. Tað bleiv til ikki færri enn tvær greinar, sum hann setti í Vikuskiftis Sosialin.  Filmsfelagið hevur í mong ár havt eitt samstarv við veitingarstøðini Paname á Vaglinum og Sirkus í Vágsbotni, sum verður kallað "Tvey fyri eitt". Hvørt mikukvøldi, tá tú hevur brúkt atgongumerkið hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio, kanst tú innan dagurin fer í kav, fáa tvey fyri eitt, á hesum báðum støðum í miðbýnum, vísur tú brúkta atgongumerkið. Endamálið er at hjúkla um hetta økið og vísa á tað virksemið, sum er eitt heilt vanligt mikukvøld í miðbýnum. Í fyrru greinini vil Jákup Bogi frætta um Filmsfelagið, sum verður stýrt av fýra fólkum, meðan hann í seinnu gr...

Tú skalt syngja tær ein sang

Fyri fyrstu ferð hava brøðurnir Finnur og Thomas Koba arbeitt saman. Úrslitið er heimildarfilmurin "Bass Elvis & Jesus á Mallorka". Í kvøld varð eg boðin í biograf í Vestmanna. Við útsikt til Gideon og Føroya elsta biograf, fekk eg fyrst salat við geitaosti, sum Rúna og Thomas høvdu gjørt í hugnaligu húsunum við Skálaveg. So varð tendrað í biografinum niðriundir við nýbryggjaðum kaffi afturvið. Hóskvøldið 26. septembur byrjar Kringvarpið at senda nýggjar heimildarfilmar. Fyrsti er ein nærgangandi lýsing av 53 ára gamla leirvíkinginum, Jóannesi Joensen. Mystiska heitið sipar til, at høvuðspersónurin, sum við egnum orðum lýsir seg skizofrenan, dámar at syngja og síggja út sum Elvis. Tá hann í drúgva tíð hevði gjørt tað til yvirmáls á Mallorka við einum sjovi, sum vardi hálvan annan tíma hvørja ferð, fellir hann ein dag í 1997 í óvit á strondini. Vaknaður, sær hann Jesus fyri sær, peikandi uppeftir við aðrari hondini, og niðureftir við hinari. Eftir hetta tekin fer hann aftu...

Polarisering sum lívsendamál

At Føroyar blivu eitt valdømi og allar oyggjar, higartil uttan Suðuroyggin, skuldu sambindast í einum vegakervi, bygdi á visiónina um, at her búði eitt fólk, sum skuldi hava ikki bara líkaliga atgongd til samfelagsins ágóðar, men eisini júst ta atgongd, tú sjálv ella sjálvur valdi, tá umræður arbeiði, bústað og rekreativar frítíðarmøguleikar. Flytføri var mantra. Ístaðin fyri at fáa eitt javntsett samfelag við heimsins rættasta Ginitali, eru vit blivin meira polariserað enn nakrantíð. Hetta er sum ein forstokkað meinigheit, ið bara er samd um eitt. At vísa næstu meinigheit bakið. Nýggjasta dømið um hetta er veljarakanningin, har talgilda Vikublaðið hjá Portalinum hevur spurt Spyr.fo um, hvønn flokk fimmhundrað fólk høvdu valt, var val í dag. Tá sæst hin grefligasti munur á bygd og býi, sum eg nakrantíð havi sæð. Eins og í øðrum londum kastar tann seiglívaði losjufelagsskapur, ið kallar seg politiskar flokkar, og fær løn, skrivstovuhald og allan hugsandi almennan stuðul til endamálið, f...

Dímunarbryggj

Bóndahjúnini í Dímun, Jógvan Jón og Eva, avmyndað í egna bryggjarínum, har tey á søguliga garðinum í dag bjóðaðu trý sløg av rabarbuvíni.  Í góðveðrinum í dag fóru vit við tyrlu til Dímunar at vitja bónadhjúnini, sum høvdu bjóðað at smakkað fyrsta bryggj, sum er latið á fløsku, og nú kemur í handilsliga umferð, ikki bara til vitjandi á garðinum og tollfría sølu á flogvøllinum og umborða á Norrönu, men eisini í Rúsuni. Innkeypsleiðarin, Rúni Herup Olsen, sigur, at um mánaðarskiftið septembur-oktobur kann vøran væntast at vera á hillunum í Rúsuni. Etikettirnar hevur Teitur Ellingsgaard gjørt. - Øll krøv eru í ordan, sigur Jógvan Jón og leggur afturat, at tey hava fingist við bryggj síðan 2019. Hjúnini hava verið her úti í tólv ár. - Rótabryggj var fyrsta royndin, og nú hava vit fingið bryggjararnar, Høgna Jensen og Søren Antoft, at hjálpa okkum. Eisini hava Gutti, Karin Visth og Karl Aage lagt okkum lag á, so vit ikki standa við nøkrum barnasjúkum. Eitt hálvt tons av vínrabarbum eru ...