Fyri tíggju árum síðan kom Atlas til heim og skúla út. Eftir fýra ára viðgerð, eisini við málkønum fólki úr Vági, sum tá sótu í Málráðnum, kom atlasið út í 2014. Nú eru tíggju ár umliðin. Sum sæst omanfyri hava Suðuroyggjar ikki verðið nevndar annað enn Innaru og Ytru Hebridur. Til ber at trýsta á myndina og hon verður størri. Hvat tingmaðurin Heindrikkur Old fyri hampuliga tingmannaløn og tingmannapensjón úr Føroya best umboðaðu bygd, Vági, meinar við, tá hann sigur, at tey í teim hægru stættunum í Havn, nú eru farin at siga Suðuroyggjar, og ikki Hebridur, ljóðar eitt sindur gruggut. Serliga, tá fremsti málmaður í Málnevndini var júst úr Vági, og sama bygd, alt gott um hana, er hin best umboðaða í Føroya politisku tingsøgu. Innan Erla Kongsdóttir kemur í havsneyð, God forbid, so haldi eg, at Heindrikkurin eigur at geva okkum, sum ganga á sløttum millum húsini í Havn, eina útlegging, hvat liggur í hansara margháttligt innballaða javnaðarfyrispurningi á tingi. Tað kundi jú hent, at hann leyp ekka á fólk, sum ætla sær umborð á Erlu og aðrar tænastubátar hjá landinum. Niðanfyri sæst spurningurin frá Heindrikki úr Vági til Sirið úr Vági, og her hoyrist útvarpaða svarið frá Sirið til spurningin frá Heindrikki, bæði úr Vági.