Søgulig litløgd mynd av Havnar Bio, har Filmsfelagið varð stovnað í 1964. Niðanfyri er Degns hús, fyrsta telefonstøð í landinum. Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið arthouse film í Havnar Bio. Sýningarnar eru almennar og krevja ikki limaskap.
Tá heystskráin hjá Filmsfelagnum byrjaði, møtti eg Jákup Boga Joensen í Paname á Vaglinum í Havn. Tað bleiv til ikki færri enn tvær greinar, sum hann setti í Vikuskiftis Sosialin.
Filmsfelagið hevur í mong ár havt eitt samstarv við veitingarstøðini Paname á Vaglinum og Sirkus í Vágsbotni, sum verður kallað "Tvey fyri eitt". Hvørt mikukvøldi, tá tú hevur brúkt atgongumerkið hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio, kanst tú innan dagurin fer í kav, fáa tvey fyri eitt, á hesum báðum støðum í miðbýnum, vísur tú brúkta atgongumerkið. Endamálið er at hjúkla um hetta økið og vísa á tað virksemið, sum er eitt heilt vanligt mikukvøld í miðbýnum.
Í fyrru greinini vil Jákup Bogi frætta um Filmsfelagið, sum verður stýrt av fýra fólkum, meðan hann í seinnu greinini vil hoyra um manglandi visuellan skúlaskap í okkara bókstavamentan, og ta øsing, sum olympiska setanin í París skapti í summar, tí fólk hildu at tað var blasfemi at brúka myndasamansetingar og -tilsipingar har til dømis heilaga kvøldmáltíðin tyktist vera karmur um eina myndaliga uppseting.
Niðanfyri havi eg sett báðar samrøðurnar hjá Jákupi Boga. Álvur Haraldsen tók myndirnar.