Skip to main content

Kristel var stjørnan


Kristel Lisberg var stjørnan á Nashville Nights í OY leygarkvøldið. Her sæst hon við sjeikinum, Shannon Forrest.

Í Odense í Danmark hevur trídaga tiltakið Nashville Nights verið hildið í fimm ár. Innpískari, sum orðabókin kallar lurkalemjari, er hin bulmikli amerikanski speed snakkarin og sangarin, Blue Foley, ið sær til, at tú við góðum sangum og eini væltrimmaðari mannfólkarødd beinanvegin fær fatanina av, at tú ert á Broadway í Nashville, og nú ert stokkin inn á ein rúmligan ópretentiøsan spælistað, við servering.

Hvørt settið telur tríggjar sangarar, sum við ongum øðrum enn rødd, mikrofon og akustiskum gittara leggja fram og syngja. Og hetta við at leggja fram, er ein inngrógvin partur av breiðu countrytraditiónini, sum í hvørjum sangi er ein søga, storytelling, ið myndar og ber sjangruna. Hvar ein vaks upp, fyrimyndir á heiðini, fyrsti kærleikin, ið ofta yvirhálar fyrsta bilin, og so kirkjan og barrin, sum restina av lívinum draga á bæði og generera sjangruna, millum barr og bønhús. Ein djúpt persónlig sjangra, sum í eina øld, alt síðan Hank Williams fann pennin og skrivaði meir enn hálvt annað hundrað sangir í seks ár innan hann doyði, bara 29 ára gamal, hevur funnið eitt egið horn í hevdvunnum skaldskapi.

Føroyska Kristel Lisberg er ein av teimum seks, sum er í fyrra settinum á pallinum í fulsettu høllini hjá OY, har barr er aftast í the joint, lívliga spælistaðnum, har tey mest mælsku savnast við skivuna. Tú mást fara nøkur fet burturfrá og fram móti pallinum, skalt tú hoyra sangirnar, serliga norðurírska Gary Quinn, sum við egnum sangum dyrkar hin friðarliga melodiska George Strait stílin. Heilt nógvar eru komnar at práta og ikki at lurta. Burturfrá skifta vit orð um, hvørt manglandi virðing fyri sangarum, ið hava eina nemandi inniliga søgu um hvønn sangin, er eitt serføroyskt fyribrigdi. Havi enntá í kirkju í høvuðsstaðnum givið mær far um tað sama, manglandi virðing fyri teim upptraðkandi.

Kristel skínur sum ein stjørna og er framúr við egnum sangum í fyrsta setti. Janus Kampmann, sum var við í superbólkinum The Reverends við einum av bestu countrysangum í allari verðini, "Jim, Jack and Bud", spælir akustiskan gittar undir hennara lið. Í ovfærakæti mælti eg til at brúka sangin í enskum á miðnámi. Í fremstu stólarøðini eru foreldrini hjá Kristel og sjeikurin, Shannon Forrest, sum spælir trummur í Toto. Hann hevur eisini spælt í orkestri við Boz Scaggs, sum eg yndi, og sanniliga eisini spælt trummur hjá ultimativa arbeiðaranum, Merle Haggard.

So er steðgur og høvi at práta við fólk. Ein kona vísir mær gráa Stetson hattin, sum undir skugganum er fyltur við autografum, eisini frá Alan Jackson. Hetta er ein savningarstaður fyri afficiandos.

Í seinna setti er tað hin skeggjuti Matthew Douglas Simpson úr Kentucky, sum hugtekur meg, tí hann leggur lívið á blik í hvørjum sangi, har hann setur fram ein djúpan eksistensiellan iva, oftast við lítlu heimbygdini og kirkjuni sum snarandi miðdeplum. Í framtóning sum Chris Stapleton úr The SteelDrivers, har Richard Bailey, sum spældi á fyrstu konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, tá Listastevna Føroya var, eisini er. Nógvir træðrir frá Matthew, eisini í sjangru til John Fogerty, allarhelst best umtókta sangara í føroysku plátusøguni. Matthew er stoff til G Festivalin. Payton Taylor hevur ein góðan sang um, tá Gud skapti heimin, og hin áttanda dagin skapti ein Gibson. Sjarmerandi sangarinna, sum eisini kundi flyta seg frá tí fitta til tað eksplisitt ágangandi. Svenski Stiko Per var eisini áhugaverdur at hoyra, tá hann skifti til svenskt. Eitt fínt kvøld við akustiskum gittara og sangi frá seks fólkum í OY. Eitt nýskapandi konsertupplivilsi at hoyra fólk savnast um egnar sangir.