Í útvarpssendingini Kultura hjá Lív Mikkelsen slapp eg at nevna tveir góðar útlendskar filmar, eg sá í undanfarna ári. Nú eru so nógvir mátar at meta um og taka støðu til, hvat ein góður filmur er. Hann kann verða góður sum filmur, máldur eftir filmslistarligum virðum, hann kann verða góður, tí hann er týdningarmikil í tíðini, tí hann tekur upp evni á ein hátt, sum angin annar ger. Og so er tað sjálvur miðilin, filmur, sum amerikanski ummælarin, Roger Ebert (1942-2013), helt vera bestu empati maskinu, empathy machine, at lýsa samansett og torgreidd mál.
Filmarnir eru Vejen hjem og Frankenstein.
Undir yvirskriftini Góður filmur til undirvísing skrivaði eg soleiðis um biograffilmin Vejen hjem:
Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering
Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka filmin í undirvísingini.
”Vejen hjem” vann í ár áskoðaravirðislønina, Årets Svend á filmsdøgum í Svendborg, sum Foreningen af Danske Filmudlejere hvørt ár skipar fyri. Felagsskapurin umboðar allar filmsútleigarar í Danmark, og ger soleiðis av, hvørjir filmar koma í donsku, føroysku og grønlendsku biografarnar.
Tá nýggi danski filmurin varð sýndur í Føroyum, varð undir spyrjandi yvirskriftini Hvussu langur er vegurin heim? sagt soleiðis um hann:
Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú elskar?” Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Christian seg smugla inn um sýriska landamarkið. Umframt at ferðin inn í harðrenda og krígsherjaða landið er lívshættislig, er hon eisini sjálvrannsakandi. Sum frálíður, sannar Christian, at hann skal gera seg til reiðar at ofra alt, hann higartil hevur fest sína trúgv og tilveru á, skal hann nakrantíð síggja sonin aftur. Albert Rudbeck Lindhardt (f.2001), ið er sonurin Adam, var eisini sonurin í altjóða virðislønta filminum ”Druk” hjá Thomas Vinterberg. Hann var eisini við í filmunum ”Kollision”, ”Retfærdighedens ryttere” og ungdómsfilminum ”Smuk”. Leikstjóri er Charlotte Sieling (f.1960), sum fyrr hevur gjørt filmarnar ”Margrete den Første” og ”Mesteren”, og hevur havt faklig filmsskeið í Føroyum.
Danska filmseftirlitið gevur filminum 15 ára aldursmark. Filmurin sæst á altjóða stroymingartænastuni Netflix, donsku bókasavnstænastuni Filmstriben og danska útbjóðaranum av undirvísingartilfari, MitCFU.
Vejen hjem (Charlotte Sieling Danmark 2024 97 min)
1 Ummæli: Finn ummæli av filminum á netinum. Spyr læraran ella onkran við áhuga fyri filmi, hvørjir filmsummælarar eru bestir at lesa. Les ummælið, tú finnur, dagin fyri tú sært filmin.
2 Finn filmin ”Vejen hjem” á til dømis MitCFU. Hyggið eftir filminum í flokkinum. Ansið eftir, at sýningarmøguleikarnir eru í lag. Eru møguleikar fyri tí, ber eisini til at hyggja eftir filminum í biografinum.
3 Spurningar til hvønn einstakan at kunna seg við innan sýningina og notera meðan filmurin gongur:
a)
Hvør er høvuðspersónurin?
Hvat fáa vit at vita um hansara arbeiði?
Hvørjir eru hansara førleikar?
b)
4 Flokkurin savnast eftir sýningina at svara spurningunum við høvuðsdenti á seinasta spurning (d).
Undir yvirskriftini Tú gavst mær eitt lív, eg ikki vil liva skrivaði eg soleiðis um Netflixfilmin Frankenstein:
Sunnudagssofan
kann sum ongan ting brúkast til at hyggja eftir ”Frankenstein” á Netflix í
hálvan triðja tíma, er sofan góð, eins og myndin og ljóðið. Tí nýsagda søgan um
Frankenstein er borin fram av yvirskoti og eini flóð av filmslist, senugrafi og
ljósi. Men hon krevur, at tú tekur notur, at fáa alt við.
Filmurin
byrjar við donskum dialogi, uttan undirtekst, norðast í verðini við heimsins
enda í 1857. Skipið ”Horisont”, sum skal til Norðpólin, hevur rent seg fast í
ísin. Manningin er donsk, Lars Mikkelsen er kapteynur og Nikolaj Lie Kaas
yvirstýrmaður.
Longu nú er ljóssetingin so fantastisk, at hon verður høvuðsleikari. Á ísinum sæst ein særdur maður í kyndilsljósi. Nakað stórt og ófrættakent blæsir seg upp á himmalin sum norðurljós, men tað er mannaskapta dýrið, ið stendur móti øllum.
So er ramman sett og søgan byrjar. Ein uppbyggilig og formanandi lærdóms- og lagnusøga um teir villinivegir, sum enska Mary Shelley (1797-1851) sær fyri sær í tí, vit í dag kalla dannilsi, og meksikanski gadget-meistarin Guillermo del Toro (f.1964) ger til 800 millióna film fyri Netflix.
Í linsuni hjá danska fotografinum Dan Laustsen (f.1954) eru nærmyndirnar av Mikkelsen kapteyni longu nú fenomenalar.
”Bring him to me” er fyrsti setningur frá dýrinum, ið dagar á ísinum, har skipið við navninum á havsbrúnni stendur fast. Dýrið (Jacob Elordi) peikar á Victor (Oscar Isaac), pápan og skaparan, við eftirnavninum Frankenstein.
Nú er skipið senan, ein skipspallur í ísi.
”Hvør djevul skapti hann,” spyr skiparin. ”Eg skapti hann, eg Victor Frankenstein, sum fekk navnið frá pápa mínum.” Kontinentalevropeiska ættarsøgan um framburð, tað nýggja og tað gamla, byrjar, nýggj vitan og gomul pátrúgv, sum verður til dystin um tað góða og tað illa í menniskjanum, og í eini broytingartíð at umsita og halda skila á útreiddu avbjóðingunum, sambært Shelley.
Mary Shelley var ellivu dagar gomul, tá hon misti mammuna, og av fýra børnum hjá Mary livdi bara eitt. Givið er, at tað er við støði í lívsøguni hjá Shelley, at ”Frankenstein: or, The Modern Prometheus” verður til í hennara huga í 1818. Ein søga um læring og dannilsi, hildin upp móti bakgrundini, sum, har hon er týðuligast, er dysturin millum faðir og son, og at bera ættarnavnið hjá mektiga faðirinum víðari.
Sum filmurin gongur, tað er sum at blaða í ”Illustrerede klassikere”, er hann í mínum optikki eisini um, at sonurin, vit fylgja í Shelley søguni og del Toro filminum, vil fara so langt sum at spæla Gud og steðga deyðanum við Wien, London og Edinburgh sum frásøgukarmi.
Vit fáa ein samtíðarklassiskan lærdómsfyrilestur um at taka ræðið frá Gudi og konstruera nýggja menniskjað. Stórir tankar, allir tugdir og tanlaðir fyrr, falda seg út í evropeiskum gøtum, strætum og fyrilestrarhølum. Filmiskt eitt avrik av teim sjáldsomu, mettað og illustrativt, har hvør sekvensur er sum eitt málarí, at síggja til gjørt við vitlíki, hóast tað fyri vist verður sagt, at tað ikki er so.
Í filmaðu søguni fær Victor Frankenstein nú atgongd til óavmarkaða fígging, bara hann finnur æviga lívið, tí ríkmaðurin Harlander (Christop Waltz) hevur fingið syfilis og skal doyggja.
At byggja upp eitt markleyst víðsýni, skal eitt torn, ein viti, reisast, at skoða og taka bestikk av heiminum, og hvussu vit skulu fata og handfara hann í forførandi biografrúminum við tátíðar science fiction.
Her liggur afturvendandi styrkin hjá del Toro. At tøla áskoðaran við gadgets.
Victor møtir hini dannaðu Elizabeth (Mia Goth), sum kemur á pallin og sigur, ”At trúgva onkrum, ger tað ikki sætt.”
Við nátturufrøðiligum kynstri og sundurlimaðum kropslutum fáa vit innlit í, hvussu Victor Frankenstein ger eitt dýr, ein deyðan skapning, til livandi menniskja, meðan hugnaklassiskur tónleikur ljóðar afturvið sum var tað middagskonsert í Útvarpinum.
Antennurnar í torninum skulu fanga vísdómskraftina úr rúmdini, og Frankenstein skal stýra henni sum ein gudur. Men dýrið hann hevur skapt, kemur eftir honum.
Ein allegori við og siping til vitlíki í funktión byrjar at daga í mínari fatan av filmaðu søguni, har tillærda vitanin manglar allar royndir hjá menniskjadýrinum.
”Tá eg var komin til enda jarðarinnar var eingin havsbrúgv longur,” er ein setningur eg hefti meg við.
Umframt at ”Frankenstein” í okkara tíð kann sigast at vera ein søga um vitlíki, verður eisini nomið við villa tabula rasa barnið, sum eingin veit hvør eigur og hvar tað kom frá, og sum í gátusøguni um hermannin Kaspar Hauser.
Møtið millum The Beauty, Elizabeth, og The Beast, dýrið, er sannførandi og riggar væl. ”Men hvar er sálin? Eg veit ikki,” sigur Victor um leinkjaða menniskjadýrið í kjallaranum, ið endurtekur tað, ið sagt verður, sum lærutilgongdir, ið er lagdar fastar, sum í dagsins skúla og eftirkanningarskipanum. ”Eg søkti lívið, men skapti deyðan.” So eru vit aftur umborð og dýrið fortelur í nýggjum parti.
Byrsumenn skjóta dýrið, sum hepnast at koma til eitt húski, har hin blindi og gamli sær best. ”Tá varð friður millum meg og verðina.” Fyrsta søgan dýrið lesur, tá hann og hin blindi eru einsamallir á garðinum, er um Adam og Evu, og hvussu alt tað uppbygda kortini fall. ”Paradise Lost” er næsta bókin. ”Men eg kan ikki gloyma tað, eg ikki minnist,” sigur dýrið við hin gamla. ”Men so lærdi eg, at eg var einki, ikki so frætt sum eitt menniskja.” So sær hann, dýrið, navnið á skapandi faðirinum, og hvar hann býr og uppsøkir hann til a final countdown. Paralellsøgur taka seg upp í dialogi millum blinda mannin og dýrið, sum í Goodbye Mr Chance um urtagarðsmannin, ið ikki dugir at lesa, men verður ráðgevi forsetans. ”Tú mást gera mær ein at fylgjast við.” ”Tú ert sjálvur dýrið, alt kom frá tær,” sigur ungi William Frankenstein við gamla Victor.
Ein uppbyggilig langsøga um lagnu og dannilsi nærkast endanum og dýrið sigur: ”Tú gavst mær eitt lív eg ikki vil liva.”
Men dýrið, hann hevur sett í verðina, doyr ongantíð. ”Fyrigev mær mín sonur.” Nú kunnu báðir verða menniskju. Tað er ein bibilskur skaldskapur í søguni, sum byggir á Shelley, men alla tíðina nemur við horror og vampýrar sum sjangru. Filmiska handritið skrivaði del Toro sjálvur.
So loysnar skipið úr ísinum.
Ein spennandi filmur at síggja, meðan tú hevur heftið at skriva í við hondina. Hann er so kompleksur, filmurin um ”Frankenstein,” at tú skalt hava bæði hug og stundir at taka notur meðan tú hyggur. Tað er ein treyt, at fáa nakað burturúr drúgva filminum, hugsi eg.


Comments