Vegurin heim - ein danskur filmur um radikalisering
Haldi, at danski filmurin "Vejen hjem" er alt ov
góður og aktuelt viðkomandi til ikki at brúka í skúlanum, nú hann bæði er
virðisløntur og tøkur til undirvísing. Tí deili eg hetta uppskot um at brúka
filmin í undirvísingini.
”Vejen hjem” vann í ár áskoðaravirðislønina, Årets Svend á
filmsdøgum í Svendborg, sum Foreningen af Danske Filmudlejere hvørt ár skipar
fyri. Felagsskapurin umboðar allar filmsútleigarar í Danmark, og ger soleiðis
av, hvørjir filmar koma í donsku, føroysku og grønlendsku biografarnar.
Tá nýggi danski filmurin varð sýndur í Føroyum, varð undir spyrjandi yvirskriftini Hvussu langur er vegurin heim? sagt soleiðis um hann:
Í nýggja danska spenningsfilminum ”Vejen hjem” hevur Nikolaj
Lie Kaas (f.1973) høvuðsleiklutinum sum Christian, ið verður tvungin at taka
støðu til og svara spurninginum ”Hvussu langt vilt tú fara, at bjarga tí, tú
elskar?” Í eini desperatari roynd at finna sonin, Adam, letur Christian seg
smugla inn um sýriska landamarkið. Umframt at ferðin inn í harðrenda og
krígsherjaða landið er lívshættislig, er hon eisini sjálvrannsakandi. Sum
frálíður, sannar Christian, at hann skal gera seg til reiðar at ofra alt, hann
higartil hevur fest sína trúgv og tilveru á, skal hann nakrantíð síggja sonin
aftur. Albert Rudbeck Lindhardt (f.2001), ið er sonurin Adam, var eisini
sonurin í altjóða virðislønta filminum ”Druk” hjá Thomas Vinterberg. Hann var
eisini við í filmunum ”Kollision”, ”Retfærdighedens ryttere” og ungdómsfilminum
”Smuk”. Leikstjóri er Charlotte Sieling (f.1960), sum fyrr hevur gjørt
filmarnar ”Margrete den Første” og ”Mesteren”, og hevur havt faklig filmsskeið
í Føroyum.
Danska filmseftirlitið gevur filminum 15 ára aldursmark. Filmurin sæst á
altjóða stroymingartænastuni Netflix, donsku bókasavnstænastuni Filmstriben og
danska útbjóðaranum av undirvísingartilfari, MitCFU.
Vejen hjem (Charlotte Sieling Danmark 2024 97 min)
1 Ummæli: Finn ummæli av filminum á netinum. Spyr læraran
ella onkran við áhuga fyri filmi, hvørjir filmsummælarar eru bestir at lesa.
Les ummælið, tú finnur, dagin fyri tú sært filmin.
2 Finn filmin ”Vejen hjem” á til dømis MitCFU. Hyggið eftir
filminum í flokkinum. Ansið eftir, at sýningarmøguleikarnir eru í lag. Eru
møguleikar fyri tí, ber eisini til at hyggja eftir filminum í biografinum.
3 Spurningar til hvønn einstakan at kunna seg við innan
sýningina og notera meðan filmurin gongur:
a)
Hvør er høvuðspersónurin?
Hvat fáa vit at vita um hansara arbeiði?
Hvørjir eru hansara førleikar?
b)
Hvar er sonurin?
Hvussu gamal er hann?
c)
Hvar er mamman?
Hvussu og hvat fáa vit at vita um mammuna?
Hvat sigur mamman um sonin?
Eru pápin og mamman samd um at finna sonin?
d)
Hvussu er endin?
Er hann opin ella læstur?
Kundi endin verið annarleiðis?
Hvønn týdning hevur akkurát hesin endin á filminum?
4 Flokkurin savnast eftir sýningina at svara spurningunum við høvuðsdenti á seinasta spurning (d).