Skip to main content

Posts

Gud gev mær tín frið

Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag úr ljóði. At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna sjónleikarapallinum. Sjálvandi veldst alt um resonansin eftir upplivingarparametrunum hjá Hartmut Rosa, sum eg havi nevnt áður, og hvussu tú tekur hansara sosiologisku krosskipan til tín í eini roynd at skapa meining, ið gevur resonans júst í tíni tilveru. Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin. Tað er annan vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt bil, í ...

Sálmar við styrki

Eitt leygarkvøld í mars fara tey í PraiseHim at seta føroyska Hall Joensen og norska bólkin Salmer på Pøbb á skránna í Lívdini. Yvirskriftin er: Tvær konsertir. Eitt atgongumerki. Fyrireikararnir siga, at hetta kvøldið í mars verða sálmar í sentrum. Hallur byrjar við countrysálmum og -sangum klokkan sjey, og klokkan hálvgum tíggju fara Salmer på Pøbb á pallin við sálmum í rock-, blues- og gospel-búnað. Men hvat er tað fyri nakað, Salmer på Pøbb? Við meira enn fjøruti útseldum konsertum hevur bólkurin við sjáldsama navninum, Salmer på Pøbb, bergtikið áskoðarar kring alt Noreg. Nú kemur konseptið til Føroya við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi. Eg havi tosað við Thor-Erik Fjellvang, sum saman við Lewi Bergrud er leiðari í bólkinum Salmer på Pøbb um bólkin ella konseptið. Til gerandis arbeiðir Thor-Erik hjá Kirkelig Kulturverksted, sum við hópin av útgávum fylla nógv í mínum tónleikasavni....

At ferðast

At ferðast er ein av bestu mátum, sjálvur, at uppliva nýggjar veruleikar í einum polariseraðum heimi. Fyri trimum árum síðan var ferðamálið Krakow . Ein søguríkur býur, fyrst og fremst tí hann er so nær ukrainska markinum, at vit, mitt í Evropa, verða mint á aktuellu russisku dreparamaskinuna, og í túninum kunnu seta andlit á flóttar og tær avleiðingar, kríggj hevur. Eftir lítlari løtu kanst tú vitja týningarleguna  Auschwitz , sum enn er eitt varðveitt og skilmarkandi hugtak millum gerð og ógerð í okkara tíð. Í pólska miðbýnum er ein framsýning, har sagt verður um býarrúmið, at tað er borgarin sjálvur, sum definerar. - So hvussu framtíðar Krakow fer at síggja út, er fyrst og fremst upp til okkum sjálvi, býarinnar børn, at gera av. Frammanfyri ójøvnu tornini á Mariukirkjuni er torgið, har fólk úr øllum mentanum savnast. Fremst í tíðindunum hetta vikuskiftið hevur ein ungur póllendingur verið. Hann hevur skotið frá hond, fyrst alt húskið heima og síðan tilvildarlig fólk í ...

Er góða menniskjað komið aftur?

Afturvið valfrásøgnum hjá serliga danska TV2, sum í fleiri førum hevði gott fokus á amerikansk valstøð, nú miðskeiðisval er, tí seinna forsetaskeiðið hjá Trump er hálvrunnið, spurdi eg í bíðiløtum CoPilot um demokratin í Texas, James Talarico, 37, sum dystaðist við republikanaran, Ken Paxton, 63: - Er James Talarico eitt dømi um, at góða menniskjað er komið aftur í amerikanskan politikk? Tað veldst sjálvandi um, hvør eygleiðarin er. Men nógv fólk síggja sanniliga James Talarico sum eitt tekin um eina øðrvísi og meira virðisgrundaða rødd í amerikonskum politikki. Hann er fyrrverandi fólkaskúlalærari, guðfrøðilesandi/prestalærdur og demokratiskur politikari úr Texas, og hann er vorðin kendur fyri at tosa um etik, trúgv, fólkaræði og sosialt rættvísi á ein róligan og virðiligan hátt. - Hvat ger hann serligan í amerikanskum politikki beint nú? Tað, sum ger hann serligan í eygunum hjá mongum, er, at hann ofta roynir at sameina kristin virði við politiskt arbeiði uttan tann stríðshug...

Vágskálin nummar hundrað

Uni Arge í studio trý í Kringvarpinum. Bjarni Árting Rubeksen tók myndina. Mikudagin fjórða novembur verður Vágskálin nummar hundrað send í Útvarpinum. Tá verður spurt, hvussu til stendur hjá føroyskum bókmentum beint nú. Umframt at ynskja vertinum, Una Arge, tillukku við avrikinum, er vert at gáa um tað sjáldsama í, at sendingar halda sær á lívi so leingi uttan at missa skap, innihald og títtleika, fyri ikki um at tala vert. Ummæli av aktuellum bókum er kjarnin í Vágskálini. - Sendingarnar eru gjørdar soleiðis, at tær í fyrsta lagi eru ummæli av bókini, í øðrum lagi ein gluggi inn í bókina við upplisnu brotunum og í triðja lagi ein upplýsandi útvarpssending um tað, sum bókin snýr seg um. Hetta er eisini eitt høvuðspoeng, sigur Uni, sum er journalistur og í mong ár hevur arbeitt free-lance við útvarpssendingum, filmum, bókum og hópin av sangum. Hann hevur mest sum altíð hildið, at gott skrivað tilfar kundi verið grundarlag undir upplýsandi og hugvekjandi útvarpssendingum. - Í...

John við nýggjari røð í Sosialinum

John Johannessen til arbeiðis fyri Norðurlendska Ráðharraráðið í Helsingfors í vikuni. Mynd: norden.org Í Sosialinum í dag ger John Johannessen kríggið í Evropa nærverandi. Tað gjørdi hann eisini við meistarligum hepni í Degi og Viku í 2022 saman við fotografinum Gesti Janusarson Lómstein í sonnum evropeiskum Wim Wenders klangi . - Kríggið er ræðuligt, sigur Oleksandra Lysechko, sum saman við soninum fjaldi seg í krígsrakta Mariupol, ið er mest talandi evropeiski pallur fyri destruktivari krígsøði í okkara tíð, annan vegin kallaður hetjubýur og hinvegin helviti á jørð, og lýstur í Oscarvinnandi filminum Tjúgu dagar í Mariupol (2023). - Ongin forseti og einki fólk í nøkrum land, kunnu gera tað, sum teir gera nú, sigur Oleksandra, beint í kamera hjá John Johannessen í drúgvari og samansettari grein í Sosialinum í dag. Hann hevur brotið veggin millum pappírsprentið og skíggjan á telefonini, sum tú tendrar við eini QR kotu, hvørja ferð eitt filmsbrot er lagt inn í greinina. Greinin e...

Taxi Driver

Inngangur til sýningina við Taxi Driver í Filmsfelagnum 28. oktobur 2026. Rannvá Jónsdóttir tók myndina.  Vit liva í tíðum við nógvum fokusi á bøkur, tí Bókadagar eru. Tí verður tú rímiligvís spurdur, hvørja bók tú lesur beint nú, og hvør var fyrsta bókin, tú minnist teg hava lisið. Men óreinskutíð, síðsta bókin eg havi lisið, er so tunn, at hon telur bara 58 síður, so eg fari, undanstøkkandi og samvitskuraktur, í kvøld at gera mær tað tankaeksperiment, at svara bókaspurninginum: eg lesi ikki bøkur. Í staðin fyri bøkur innbundnar í rygginum og við isbn tali, lesi og fordjúpi eg meg í staðin í vælskrivaðum essay líknandi tekstum hjá BBC, sum hvønn fríggjadag klokkan eitt sendir sjey tær bestu greinarnar út til haldarar. Beint nú um ein mann á bygd í Avstralia, sum í bili koyrdi á lokalu parlamentskvinnuna, so hon mist annað beinið og kanska hitt eisini, tí bilførarin fanst at hennara umhvørvispolitikki - og so lesi eg um kenjanska prædikumannin, sum í skugganum av kristnu trad...

Góð samrøða - og neyðug

Í dag var podvarpssamrøðan hjá Sólvit, sum var einsamallur, um mentan og list á fíggjarlógini, og hví politikarar hava so torført við at játta pengar til mentan. At tosa um evnið hevði Sólvit fingið oyggjafelagan Oddfríð M. Rasmussen, sum er lærari, rithøvundur, ritstjóri og var í mong ár formaður í LISA, ið er Listafólkasamband fyri ellivu feløg. Við bakgrund sum politikari og formaður í mentanarnevndini í løgtinginum, útvarps og sjónvarpsmaður og viðmerkjari, er Sólvit heldur ikki nakar ársungi á økinum. Hann heldur, málsøkin, at listafólkini skulu bera kjakið, og sóknast eftir virknari dialogi á økinum. Útvarpsendingar eru eisini, leggur Oddfríður afturat, og nevnir Vágskálina og Kultura, men heldur, at tær hvíla á einstaklingum, og at tað er torført hjá øðrum at sleppa til mikrofonina. Mann klappar ov nógv hvørjum øðrum á ryggin, tá talan er um mentan, heldur Oddfríður, sum ynskir, at entusiasman varð  á støði við hana, sum hoyrist frá Tróndi Vatnhamar. Eingin ment...

Birkblog í Miklamálgrunnin

So er avtala gjørd við Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya, at Miklamálgrunnurin við næstu slepping fær atgongd til allar verandi og komandi tekstir á Birkblog. Takk fyri heiðurin.

Stuttflutt hjá Katrinu

Besti stuttflutti biti úr køkinum hjá Janus Einari, nú vit á heystardegnum hjá ST fara úr summartíð og taka veturin á okkum, er Lambacarpaccio við mosaðari bótarurt og rivnum trøllaosti, har turt kjøt frá Ólavi Andreasen í Norðradali er miðdepil og snúningsásur. Bitin, sum er ein av trimum at deila sum forrættur, narkar seg perfektión í paraðari smakkuppliving, tá Sebastian skeinkir eina myrka roykøl við smakki av malti og karamell frá Faer Isles Distillery í Vestmanna afturvið. Tað eru vit fýra við borðið samd um. Framman fyri seg í køkinum hjá Katrinu í Bringsnagøtu hevur Janus Einar tey trý Johannes, Gerry og átjan ára gomlu Amandu av Sandi, sum er lærlingur á Hafnia. Pernille er manager, matstovuleiðari, Sebastian hevur drykkirnar um hendi og Tóki er tænari við okkara borð. Vit tosa eina løtu við Amandu, Sebastian, Janus Einar og Pernille um smakksamansetingina skerpikjøt og bótarurt afturvið roykøli, sum serliga harmoniskt væleydnaða uttan at verða fløt, men heldur fara yvir í tað...

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

Nú skúlin í eitt knapt mannaminni hevur givið okkum lesitøl, sum í førleika, serliga fyri dreingirnar, ikki hava verið nakað at reypa av, kann tað kennast sum ein í so brøtt avbjóðing, at lýsa við spyrjandi yvirskriftini Hvussu fáa vit børn at lesa meira? í einum handli eftir afturlatingartíð. Men allar beteinkiligheitir vórðu gjørdar til skammar, tí her møttu heilt nógv fólk, og huglagið var so fresh, sum eg aldri havi upplivað í bókahøpi fyrr. Millum allar bøkurnar vóru stólarnir góðir at sita í, ljósið og ljóðið var eins gott og kaffi, sum kom við marsipan, sjokulátu og karamellum. - Byrja tíðliga at lesa og vísið teimum bøkur, tí tað er líka so týdningarmikið, sum at busta tenn, er afturvendandi niðurstøðan og boðini á bókakvøldinum í Riti og Ráki hóskvøldið. Eilen Anthoniussen hevur skipað fyri, og helst verða líknandi tiltøk framyvir. Kári Árting, bókahandilsstjóri, innleiddi við bókini Kig Op í hondini. - Lesing og skrolling á telefon og lesing í eini bók er ikki tað s...