Havnin hevur tikið seg nógv fram við fleiri tónleikaútgávum hetta vikuskiftið. Marianna Winter í Norðurlandahúsinum og Poulsen Brothers í Reinsarínum. Og enn er Mentanarnáttin ikki byrja. Hon verður næsta vikuskifti.
Fríggjakvøldið var konsertin hjá Marionnu "The More You Know" í Norðurlandahúsinum. Eitt inniliga intimt, og tó komplekst og ikki minst visuelt sannførandi senusjov við nógvum úttrykkum frá happy-pop til fløktar familjurelatiónir í titulsanginum, har nakað persónligt er uppá spæl. Fleiri luttakandi, bæði tekniskt í salinum og berføtt á grøna pallinum hjá Jenný Kragesteen, har Ragnar Finsson er ein av týðuligu styrkjunum afturat Marionnu, bæði instrumentalt og vokalt.
Í byrjanini er eitt gjøgnumskygt net hongt upp sum ein eksotisk náttklubba drapering, so heitið á áktuellu LP plátuni kann lýsa upp og standa á netinum mitt í rúminum, sum verður eitt interaktivt multimedia videosjov millum okkum møttu beint nú. Ein frálíkur gimmick, modernaður og retro, tá Marianna syngur í hondhildið kamera og vit samstundis síggja tað filmaða beint upp á bakveggin.
Enn meira catchy enn hin FMA tilnevndi "Patio", er eleganti "Airdry", sum í Marionnusa gjøgnumskygda lættleika tykist fylgja myndunum av klæðunum á snórinum, og í innihaldi bekenna seg til tað viðbrekna, og í tí ytra eina glattpoleraða popptraditión, sum eg minnist rótfesta við Alessi brøðrunum og teirra sangi um "London" og England Dan & John Ford Coley, Stephen Bishop og kanska Gallagher & Lyle eisini. Helst er tað so, at tónar hanga fastir í tíðar- og tímalummum og verða forloystir við høvið sum hesari konsert, nakað sum tá semiotiskir granskarar møtast og siga, at tekstur, hóast hann er skrivaður, er ikki til, fyrr enn tú opnar bókina, lesur og tilognar tær hann. Tá verður hann til. Resonansur vil eg við einum ítøkiligum fyribrigdi úr tónleikaheiminum kalla tað.
Marianna
brúkar eisini distortion effekt til røddina, til dømis í "Hollow",
sum tá gamli Peter Frampton í Humble Pie uppfann talk box tøknina í "Show
me the way".
Eftir lítlari konsertløtu er skjótt at síggja spæligleðina hjá teimum báðum gittaristunum, sum eru fremstir fyri á pallinum, Ragnar og Árna, jamma og finna hvønn annan í rútmiska samanspælinum. Eygnabráðini smitta út millum áhoyrararekkjurnar, meðan tvey keyboard, Vinjar og Kristian Pauli, trummur, Hjørtur, violin, Birita, og sello, Bjørt, eru eitt stig uppi og longur afturi, spæla undir. Huglagið fór í topp, tá Kristian Pauli traðkar niður á pallin og við akustiskum gittara um akslarnar stillar seg við síðuna av Árna við elbassi, og teir báður traðka nøkur synkron Hank Marvin og Johnny Reimar moves, stig og stev, fyrst til vinstru so til høgru. Óbetaliligt. Í útvendum skemti, næstan av Big Lebowski karakteri, loysti tann senan upp fyri tí álvarsliga og inniliga, sum í høvuðsheitum bar konsertina inni á pallinum og nú veruliga lyfti hana út um senukantin. Framúr. Tað var í hálvtrýss ára gamla Fleetwood Mac sanginum "Dreams" um at toran gongur bara, har tað regnar, sum Marianna segði, at tey venda aftur til, tá okkurt var áfatt teirra millum. Stuttligt forteljaragreb.
Toppurin av inniligleika varð í mínum oyrum náddur, tá Marianna og Ragnar, eftir ein hugtakandi violin inngang hjá Biritu, hálvan tíma inni í konsertini, sungu "Winterlude" sum doowoop og barbershop, og hildu røddirnar fastar í perfektum samljóði eina løtu, hvør móti aðrari, og bæði hildu fram við "Let me love you", sum í rútmiskum kompleksiteti fylgdi Paul Simon, tá hann var í Suðurafrika. Eitt sterkt kollektivt úttrykk av pallinum, borið fram í duett. Bravo!
Ein nýggjur sangur hjá Marionnu, skrivaður undan konsertferð í Bretlandi, "Trust Pilot", tók støði í tankanum um trong kor at gista, har einki heitt vatn var. Áhugavert at uppliva sangskriving sum reportasjuteknikkur í sangbarari frásøgn.
Fotomyndir hjá Gwenaël, design hjá Villiam Soo og layout hjá Daniu eru, burtursæð frá lesbarheitini á baksíðuni á innercover, framúr hugvekjandi við Marionnu sum motivi, ið langtandi ekur fram í grøna grasinum undir toysnórinum við hvítu klæðunum, hon sjálv er í, og bláa himmalinum aftanfyri. Lagt á blik sum eitt Hipgnosis motiv hjá Storm Torgeirson, tá plátuhúsar vóru í hæddini. Motivið er í mínum eygum eitt elegant og egið afturljóð, ein pastisja, av málninginum hjá Andrew Wyeth frá 1948 "Christinas World". Tá eg sá hann í meldrinum í New York, skrivaði eg í bókina av MoMA savninum: "Men allar bestur er málningurin, sum vísir superrealistiska amerikanska mátan at fortelja eina short story um tað stóra í tí lítla.
Poetiska, magiska realisman hjá Andrew Wyeth frá 1948 Christina's World." Sama er galdandi fyri plátuna og konsertina hjá Marionnu. Hvørt einstakt stykki er ein short story um tað stóra í tí lítla.
Leygardagin á middegi pakka tey pallin niður. So kørg er listarliga útinnandi tilveran.
Um kvøldið, leygarkvøldið, er eitt ikki minni intimt, men púra annarleiðis sjov. Eitt fýra mans tight set við jazzi kring gittar hjá Paula Reinert Poulsen, tenor- og sopransaksofon hjá Óskar Guðjónsson, kontrabass hjá beiggjanum Bárður Reinert Poulsen og trummur hjá Rógvi á Rógvu, í átta egnum kompositiónum, sum er eitt púra instrumentalt sjov við innløgdum improvisatiónum. Eingin tekstlyrikkur bara ljóðlyrikkur, nú Sonny Rollins fór frá okkum.
"Muito Maneiro" er fyrsta stemningsmettaða útspæl frá Paula, sum er giftur brasilsku Clarissu. Skilji, at brasilska heitið sipar til nakað, ið er kul, hildið í eini bossanova líknandni takt, sum við mjúkum gittarljóði helst tekur støði í Música Popular Brasileira, brasilskum populertónleiki við nøvnum sum Caetano Veloso, Gilberto Gilx, João Gilberto og Milton Nascimento. Tað resoneri eg meg fram til við eini boks av fløgum, "Brasil", frá ferðandi útvarpssendingini "Kuffertið", mitt í hálvfemsunum í hondini.
Siti so nær í Reinsarínum, at eg hoyri íslendsku saksofonstjørnuna, Óskar, siga, at hann hevur gloymt nótarnar uppiá, og tí reisir seg stillisliga, og fer eftir teimum, kemur aftur, setur seg niður og fellir inn í eina saksofonsolo beint eftir varisliga formidablu gittarsoloina hjá Paula, sum um einki er hent.
Óskar, sum hevur eina fortíð í Mezzoforte, rullar seg út í eina so intensa solo, at hann skilliga hevur ilt við at sita stillur. Fólk klappa fyri hvørja solo. Hetta er laiv og intenst, sum í gamla Jazzfelagnum, fult av fólki og barrin er opin. Í dag fara roykjarar út. Minnist ikki, at teir gjørdu tað í hálvfjerðsunum. Tosi við fólk, eg ikki kenni, men tá ein mikroskopisk løta er farin, vita vit, at vit altíð hava kenst, eisini um tilverulig evni, sum kanska eru reflekteraði av heitinum á plátuni, "Sál", og tí melankolska norðurlendska huglagnum, ið kortini hevur ein optimistiskan undirstreym, sum Poulsen Brothers, ja tað kalla teir seg, siga, har teir standa saman á plakatini sum Brecker Brothers í gomlum LP døgum. Takk fyri tað, síðuprátið við borðið, Fríða og Gvøðny Miriam. Onkuntíð fyrr havi eg í líknandi støðum kent tað sum um Blue Note Jazz Klubbin er fluttur inn í miðbýin í Havn, so góð er fólksliga atmosferan av pallinum, hóast spælið er avantgarde, og heilt yvir til ljóðmannin, sum er Hans Poulsen.
Næstur er "Grændargerjum" ein biltúrur við íslendska saksofonistinum, har hann lýsir vinarlag, sum er so gamalt, at tað næstan er fermenterað, ræst. Bárður hevur eina basssolo, har eg leggi merki til, at hann murrar afturvið, tá spælið verður serliga intenst. Mest hugtakandi einstaka element á konsertini. Murrið hjá Bárði. Men eisini samanhildið við andlitsbráðnum hjá Rógva, trummusláaranum, ja sláari, sum ikki er eitt rættvíst heiti, jantisjarur, rútmiskur toghaldari, at lýsa tann fleirfasetteraðan ásláttur, har var tað aftur, slági-orðið, sum oftast er varisliga taktilt, akandi eftir og nemandi við trummurnar og bekkararnar, ella slagskálirnar og skálbumburnar, sum bombastiska orðabókin sigur, heilt yvir í Bíbliuna. Trummubundni fínmotorikkurin er ikki væl í øgn við orðabókina.
Triða brot av LP plátuni, sum teir spæla laiv er "Scoville" hjá Bárði, ein siping til styrki í pipari, men fyrst og fremst ein heilsan til amerikanska gittaristin John Scofield. Mín yndiskompositión av LP plátuni.
Pauli sigur frá um
gittarin, hann spældi á leygarkvøldið í Reinsarínum.
- Tað er ein
archtop gittari, sum Stefan Schottmüller hevur bygt. Stefan og konan halda til í Bernau-Dorf suðuri í Týsklandi, har tey hava ein verkstað. Eitt vikuskifti í
2025, tá eg gisti hjá teimum, hevði Stefan sett fýra eintøk av “Little Leona”
modellinum fram til mín at velja ímillum. Hálsurin er eitt vet styttri enn vanligt, og hann
er behagiligur at spæla á. Toppurin er úr grannaviði, og síðurnar og bakurin
eru úr ahorn. Hóast tað er ein el-gittari, royni eg eisini at fáa akkustiska
ljóðið av kassanum fram, við at festa eina mandolin-mikrofon í F-holið.
Bæði nøvn, Marianna Winter og Poulsen Brothers, eru plátuaktuell við útgávum frá Tutl, sum hevur veitt okkum tónleik hálva øld, alt síðan Jazzfelagið kom til mitt í hálvfjerðsunum. Eitt avrik, fyrst og fremst takkað verið Kristiani Blak, sum enn er við sítt fríska lív, Kristian og Tutl, og nú eisini endurvakti Jazzfestivalurin, sum tann tíð tað var, savnaði øll í landinum við áhuga fyri rútmiskum tónleiki uppi í Norðurlandahúsinum. Í fleiri dagar við fremstu norðurlendsku nøvnum. So hvarv alt. Úr miðbýnum er hesin tanki og henda uppliving nú vakt aftur úr dvala.
Gjøgnum árini hava hølini, og teirra fatan av egnum virksemi og plasering, og hvussu tey vilja møta áhoyraranum, søkt og skapt hvør sín samleika.
Stóra norðurlendska Norðurlandahúsið uppi við Ringvegin, har tú fert at leita eftir parkeringsplássi beint áðrenn tiltakið og so avstað aftur, og so avmálda kommunala Reinsaríið mitt í býnum, sum organiskt rullar seg út beint fyri áhoyraranum, samhaldsfast definerandi miðbýin og møtir áhoyraranum, ja brúkaranum, honum og henni, í einum og øllum, eisini við barr og servering. Har ert tú tættari, og interaktiónin er størri og natúrligari og onnur støð eru beint uttanfyri. Soleiðis definera høli seg sjálvi gjøgnum árini og skapa nýggj óvæntaði vakstrarøki. Sumt veksur og sumt minkar. At møta viðskiftafólki er elastiska avbjóðingin.
Og úti um landið er so nógv virksemi, at Havnin skal ansa sær, dettur hon ikki niður ímillum við tiltøkum, sum við atgongumerki hava vilja at møta marknaðinum og harvið dirvið at seta virðismikla mentan, ið genererar upplivingar, til sølu og kortini halda seg leysan av kommersialismu. Tí landspolitiskt er enn eingin valdur politikari, sum vil mentanini í Havnini tað væl. Hóast tað roknskapar- og fíggjartekniskt enn eitir mentan í samgonguskjalinum, er tað tann beri ítróttur, vallir og hallir vit skattgjaldarar rinda fyri. Tað er nokk so dýrt, tá bróðurparturin av landsins innvinning fer til ítróttina. Eisini í høvuðsstaðarkommununi. Nýtt lag á rennibreytina, tað er skattafíggjaða høvuðsíkastið hjá almennu mentanini í Havn hetta skeiðið. Tað síggi eg, meðan eg parkeri, at fara í Norðurlandahúsið, at hoyra einstaklingar púra frívilliga spæla og syngja egnan tónleik, øll við teirri sannførandi vón og gleði, at hetta skal blíva mín vinnuvegur og livibreyð. Og tá síggi eg, at bispur hevur yvirskriftina "Gleðin er andaligur heilivágur" á sunnudagslestrinum á VP.
Privatu mentanarligu aktørarnir, sum í hesum føri eru Marianna Winter og Poulsen Brothers, skulu hava tøkk fyri teirra gleðiliga virksemi, sum av palli kemur okkum til góða, og ger Havnina til eitt liviligari pláss at búgva og trívast í.
Verri er við politikarum, sum hava eitt vaksandi og nú hóttandi stórt, ja mest sum institutionelt framvaksið totalblindni, sum í svartastu niðu, fyri mentan, sum á musikalskum, og ikki ítróttaligum, spælistøðum møtir borgaranum. Og, harragud, teir hava sama skattaprosent, borgarin, sum fer í Gundadal, Norðurlandahúsið ella Reinsaríið. Nú mugu tit vakna og taka mentanarpolitikk, ið við atgongumerki sum snúningsási umsetur upplivingar av einum alment skipaðum palli, fyri fult.














Comments