Ørminnist, at Sigrún, sum vertur í Degi og Viku, spurdi Katrina Dahl, hvussu tað var at blíva eldri, nú hon var fyrstvald í nýggja eldraráðið í høvuðsstaðnum.
- Ja, hvat er alternativið, svaraði hon og leveraði besta laiv-svar eg minnist. Og nú ert tú har sjálvur. Næstan.
Í
barnaskúlanum kundi henda, at vit máldu okkum eftir føðingardøgum hjá
stjørnunum, tí tað stóð í lummabókunum, vit tá høvdu. Brian Wilson og Chet
Atkins raktu mín dag. Tað dámdi mær einki. Men Paul McCartney var bara tveir dagar frá mínum
føðingardegi. Tað hevði nógv at siga. Tá.
Milson plagdi at
siga, at fyri at finna inn til strukturin, grundsubstansin, í upptøkum, brúkti
hann minstu monitorhátalarar, Tannoy, og skrúvaði hart frá. Tá arbeiddi hann við gittaranum
hjá Petur Hans Poulsen í Opus í sanginum "Dýrdarkvendi", ikki ólíkur
Dave Edmunds.
Í morgun standi eg
og busti tenn og barberi mær á vesinum við nýggju plátuni hjá skjótt 84 ára
gamla Paul McCartney, hin tjúgunda í egnum navni, "The Boys of Dungeon Lane",
komin í dag og tøk á Spotify.
Taki lítla BeoPlay
A1 hátalaran, leggi hann á resonerandi borðplátuna, og skrúvi hart frá.
Feiti groovy,
bassurin í "As you lie there", leggur botnin í ljóðmyndini, sum í afturljóði
peikar til The Beatles, serliga Wings, fyri ikki at siga tað besta hjá
McCartney einsamøllum - sum eisini hoyrist aftur í nýggjunda sangi, "Never
Know" - opnar plátuna við gittarriffum frá "I want you, She's so
heavy".
Og Spotify
swingar eftir lidnan sang til "Maybe I'm Amazed", helst hin allarbesta
sangin frá McCartney, tí eg einaferð havi valt recommended based on this song. Algoritmurnar
taka yvir, tá vit sleppa.
Aldurin fer við
øllum, men ert tú saman við teim í løtuni røttu, sum í hesum føri Andrew Watt,
35, so kann úrslitið skilliga røkka høgum hæddum. Sum í hesum fyrsta sangi, ið
er væl valdur at byrja nýggju plátuna hjá mesta týðandi komponisti í
poppsøguni.
Og so fara vit
biltúr suðureftir, "Down South", tumla og sleppa uppí ein lastbil, so
langt hann koyrir. Gista, tosa gittar og rock and roll, so eg giti hetta er
eitt minni um George Harrison, hóast vitlíki vil hava hetta at vera eina kvinnu,
og vit hava eina diskussión um tað. Men eg gevi meg ikki. Hetta er George.
- Nothing can erase the days we left behind, sum strofan í
leiðandi singleplátuni sigur.
Við eitt klaver og eitt radio brettir Paul McCartney í "Salesman
Saint" egnu miðla- og musichallsøguna út. Kanska eru tað útsetingarnar og instrumentini, serliga trompetin og klarinettin,
ið við bravour endar hesa frágerða plátu, ið ger hana so fleirmettaða hjá einum
Beatleselskara.
Fýra góðir í
fyrstu atløgu. Og so "Momma gets by" sum ein referansa til
Once there was a way í "Carry that weight". Markleys brettist nú
Beatlesbókin fyri tær á foldum.
That's about it.
Burtusæð frá, at Liverpooltúrurin eigur at verða
uppafturtikin. Anyone?


Comments