Tá eg hoyrdi henda nýggja sangin, ið er stevfast reglubundin, og tó lættur sum ein fjøður, mátti eg á netið at leita eftir NordVisa og Visans Vänner, so norðurlendskur er sangurin hjá Steintóri og Eyðuni.
Norðurlendskur í
botn og grund.
Ikki sum nakað
avmarkandi, men bekennandi seg til eina siðvenju, ið alt ov leingi hevur ligið
í dvala, og kanska hildið seg frá at bjóða nakað nýtt, tí norðurlendski
samhugin og samleikin er uppifjaraður, nú vit hava havt enskt upp í saman í
evropeiskum sangkappingum. Í hesi hevd vil eg aftur til upprunan, tann føroyska
í tí norðurlendska. Har
rakar hesin sangur í blett, er eitt beinrakið plettskot.
Undir
heitinum, "Av øllum verður lovað", sum gevur ein farra av tíðarleysum sálmi, eru
orðini um ein friðleysan elskara, mannin, sangurin er ognaður, sum eftir reikan,
hevur funnið frið.
Eyðun sigur, at ellinta oktobur í fjør mistu vit okkara góða vin, Hanus G. Johansen. - Steintór og
eg hava gjørt ein sang í andanum hjá Hanusi og Poul F. um ørandi elskhug, sum
illa letur seg tálma.
So er terminali karmurin settur. Hann ger sangin syrgnan, men innvovni reyði tráðurin, og ikki minst leveringin, framførslan og sangstílurin, eru varisliga sjálvspeiandi á ein elegantan hátt, serliga í útganginum á hvørjum ørindi, har Eyðun rakar ein djúpt breiðari tóna og úttrykk, enn eg fyrr havi hoyrt. Hesin breiði pensilin spælir undirfundiga væl upp til melankolska siðbundna vísutónan, ið liggur til grund fyri bæði orðum, instrumentering og lagi.
Einasta
orð, ið skurrar upp móti tíðarleysa hválvinum, sum sangurin hegnisliga spennur
upp, er 'vikur' í næstseinasta ørindi. Tá nærkast vit okkum ov nógv
táttayrking.
Umframt
at syngja, spælir Eyðun spanskan gittar og gittalele, sum er eitt bland av
gittara og ukulele, Kim Hansen klaver og Hans Poulsen spælir bass, allar strúkarar
og hevur miksað og staðið fyri mastering. Steintór Rasmussen eigur orðini og Eyðun lagið.
Minningarløtan
um Hanus G. Johansen er blivin eitt stuttliga sorgblítt summarbros. Takk fyri at deila tað,
og at blása nýtt lív í norðurlendska vísuhevd - á føroyskum!


Comments