Skip to main content

Vitlíki skrivaði bók hjá størsta norska forlagi


Størsta norska bókaforlagið, Cappelen Damm, boðar nú frá, at tey taka eina fótbóltsbók aftur, eftir at norska ríkisútvarpið, NRK, hevur avdúkað, at vitlíki hevur skrivað, hóast ein høvundur stendur á permuni.

Bókin "Lise vs. Gianni" er um dystin millum forsetan í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, 45, ið umframt drúgva fortíð sum fótbóltsspælari, er løgfrøðingur, og FIFA-forsetan Gianni Infantino, 56, sum eisini er løgfrøðingur. 

Stjørnan, Lise Klaveness, hevur vitjað í Føroyum.

Høvundurin at bókini er journalisturin Niels Røine, sum eisini er kendur úr norskum fótbóltshøpi. Av átta bókum fær henda ringasta støðumet og verður kallað "sjálvmál".

Norska forlagið, Cappelen Damm, undirstrikar kortini, at ikki bara henda, men hvør einasta útgáva hjá forlagnum verður nágreiniliga viðgjørd av fleiri kønum og vitugum fólkum og í fleiri liðum og stigum, bæði í máli, innihaldi og útsjónd. Kortini er tað ikki tikið burtur, men stendur eftir sum hjá einum skilgóðum fólkaskúlanæmingi í miðdeild, tá høvundurin á síðu 101 spyr vitlíki og fær svar.

Bókin er um fótbólt, sum er størsta søluvøra á norska bókamarknaðinum, nú HM byrjar í Norðuramerika hósdagin í næstu viku.

- Við gulldreingjum sum Erling Haaland og Martin Ødegaard, er Noreg fyri fyrstu ferð í 28 ár við í heimsmeistarakappingini í fótbólti, sigur Copilot, tá eg í morgun spyrji vitlíkið hjá Microsoft.

NRK, sum er virkið í norskari mentan og ikki fer í summarfrí og slakar uppá sendingar og innihald, hevur undan HM kappingini ummælt átta nýggjar norskar bøkur úr fótbóltsrúgvuni har í landinum.

Undirvísarar og granskarar, sum í nøkur ár hava verið stúrin um vitlíki, hava í Føroyum ikki tikið aðra støðu, enn at kvetta alt internetsamband, tá royndir eru. Sum amboð er vitlíki útihýst í meiningsdannandi samskifti, tann útvalda dag, tá støðumet skal avdúkast og fakliga staðfestast av tilkallaum fakdómarum, hóast næmingarnir allar aðrar dagar í skúlaárinum brúka tað.  

- Í samband við skrivligu próvtøkuna verða Vitlíki og kjattsíður stongdar í komandi viku. Hetta vóru boðini til skúlaverkið í mai.

Í Noregi sigur Ingrid Lossius Falkum, sum er professari í lingivstikki og heimspeki á Lærda Háskúlanum í Oslo, og serkøn í vitlíkismáli, við NRK: - Jeg synes det er helt drøyt!

Í Føroyum er ikki vanligt at hava samband við onnur enn danskarar um undirvísingarmál og at halda fyrilestrar og lesa bøkur um sama evni, ja øll evni yvirhøvur. 

Men nú eru Noreg - og Svíkja, sum vitlíki sigur og fastheldur í morgun í eini samanrenning millum Svøríki og Svítjóð - og ikki Danmark við í heimsmeistarakappingini í fótbólti, sum man vera størsta altjóða commodity, handilsvøra, ikki bara í avleiddum vørum sum øli og ferðum, men eisini í bókum.

Comments