Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kringvarpið

Alttilølluppáeingang

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1 , sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki. Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút. Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund. Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang. Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði. Tann tíðin er farin. Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun. Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum

Savningarmegi

Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um. Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama. Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan. Halt kjaft sum

Hjartaslátturin í Pressuni ein fríggjamorgun

Einki er so óstuttligt sum endursent skemt. Tað var mín fyrsta landkenning á vesinum meðan morgunútvarpið gekk. Men so spæla tær báðar, hon við hofreportararøddini og hon við steiningarlagnum, Stjørnurnar blinka við Maluni Thomsen og einzweidrei eri eg í jólalag. Keypi morgunbreyð frá enn eini kvinnu í Morgunmylnuni, sum hvørki er við Myllutjørn ella Klingurstjørn, og verið myntur á jólini, tí har hava tey kalendarar uppá tilboð, ein til bý ein til bygd. Jólini eru komin fyri fátøk og rík. Øssur, einasti free lancari sum ikki ger bíligar tónleikasendingar fyri Kringvarpið, er farin út um Stóragarð og Ringvegin, hevur slept høvuðsstaðnum við Kringvarpsbastiónini og er farin heilt inn á Skálafjørðin at hitta privatmiðilin R7, sum heldur til í Saltangará, tá hann ikki sendur úr Skiparaborgini sunnanfyri ringin har suðuri í Havn. Og á nýggja Føroyakortinum, sum vit enn ikki hava loyvi til at prenta á føroyskum í okkara egnu bókum í okkara egnu skúlum, kunnu vit sígga, hvar tað er

Pressan í pressuni

Pressan var fyrstu ferð í luftini í morgun. Heitið brúkti Jan Müller longu í Sosialinum fyri mongum árum síðan, kanska var tað í sjeytiárunum. Prentaðu greinarnar vóru so nýskapandi góðar, at eg goymdi tær fotokopieraðar í plastlummum í nógv ár. Besta yvirskriftin var frá Finnboga, sum segði at Útvarpið var tann parturin av føroysku pressuni, sum nærum var nóg góður. Síðan eru fjøruti ár liðin, alt er blivið betri á tekniska økinum, alt ber til, ja tú kanst stovna tín egna støjsendara og skriva bløð uttan rættlestur og redaktionella viðgerð um tú vilt, men hvussu er við skrivingini og formathugsanini? Tað er væl har, henda sendingin skal gera mær mun, sum Pauli plagdi at siga á Læraraskúlanum. Gjørdi hon tær mun, sendingin? Meðan øll sum hava eina meining um miðlar, journalistikk og kringvarp, í dag svørja til podcast, so eri eg av tí gamla skúlanum, sum altíð hevur Útvarpið frá, tá sent verður. Spyr bara starvsfelagarnar. Men í arbeiðstíð er so nógv forstýrilsi, at ikki ber til

Frítt at gera útvarp

Nú hevur Kringvarpið varnast, at tað livir í og við einum marknaði. Hurrá, soleiðis má og skal tað vera. Ein so stórur miðil í so lítlum landi skal sansa marknaðin. Og ikki minni vísa í verki, at hann hevur fatað hesa sansing og er í korrelatión, í takføri, í synch og hvat tey marknaðarstrategisku við sosiologisku orðabókini kunnu finna uppá at kalla tað, sum bara merkir, at tú hevur nakað uppá hjartað, og dugir at bera tað fram við staying power og innan ein avtalaðan útvarpskarm. Men at fyrsta útspælið er hard core nýggjheitsjournalistiskt á aktualitetsdeildini, hevði eg ikki væntað. Eg hevði væntað at byrjað varð við einum bleytari starti við mentan og einum snerti av undirhaldi afturvið. Men gott er. Hetta er í veruleikanum ein vátur dreymur, sum eg havi havt alla ta tíð, eg tímdi at gera útvarp, í eini trý-fýra áratíggju. Fantastiskt, at latið verður upp fyri hesum sjálvsagda møguleika, og at eitt varisligt framleiðsluumhvørvi kann sleppa at næla uttanfyri Kringvarpið,

Reyðgløðandi ummæli

Best dámar mær, tá ummæli fara beint eftir málinum og tí, ið øsir ummælaran, sum verður drivin av eini eygleiðing, ið er uttan óneyðug fyrilit, sum í roynd og veru púrt einki hava við ummælið at gera. Tá faklig vitan og djúp indignatión tørna saman í einum reyðgløðandi ummæli. Tað er laaangt síðan at eg havi lisið eitt fyndugt ummæli í einum føroyskum miðili, sum er soleiðis háttað og andliga borið. Men í dag hendi tað. Dimma hevur eitt tílíkt á prenti. Tað er Høgni í Jákupsstovu, ið hevur drúgvar framleiðsluroyndir úr miðlaverðini, sum í dag ummælir Faroese Music Awards (FMA), ið miðla- og mentamastodontarnir báðir, grannahúsini Kringvarpið og Norðurlandahúsið, skipaðu fyri saman við Miðlahúsinum. Gjørdu vertirnir sítt besta, so gjørdu tónleikararnir sítt allarbesta. Tað undirstrikar ummælarin eisini, altso at tónleikararnir gjørdu sítt allarbesta. Men onkuntíð er tað ikki nóg mikið. Og her eri eg so rørandi samdur við ummælaranum. Sum sending, produkt, framleiðsla, var het

Dømikraft, dømikraft, dømikraft

Í einum miðili í intelektuella fedralandinum er ein sjónvarpssending um at duga á at skyna hús og býli og alt í hesum sambandi, tá familjur har í landinum eru boligsøgende . Við fyrimynd í hesum danska teveprogrammi, Beliggendhed beligghenhed beliggenhed , velji eg í dag yvirskriftina dømikraft, dømikraft, dømikraft. Tann visuelt sjónligi sjónvarpsjournalistur, sum traðkar inn í hvørja føroyska stovu, eigur at hava so mikið av dømikraft, at hann ikki fer í ein militerjakka beint av tjetenska frontinum, at tosa við russarar, sum fyri fyrstu ferð eru komnir ta longu leið til Føroya at halda forsetaval fyri Putin og teir á Kremli. Óansæð hvat merki militerjakkin er, er hetta manglandi dømikraft. Ikki bara hjá klædnaberanum, men eisini hjá fotografi, redaktøri og tíðindaleiðara. Har vóru fýra fyrisitingarligir jouranlistiskir instansir, ið ikki vístu dømikraft, tá teir komu inn í mína stovu. Dømikraft, dømikraft, dømikraft, dømikraft. Hinvegin kann eg ikki bara mær fyri at lata

Røddin aleina

Fyrsta eg minnist av Útvarpsrøddum var Tonglatummas, ið las um uppreisturin umborð á Bounty. Eitt aldubrot av eini skøvaðari grammofonplátu innleiddi upplesturin í nøkur sekund. Minnist ljóðmyndina, sum var hon í Dolby umfarsljóði, sett í karm av Kurosawa við samuraisvørði á Kyrrahavsstrondini. Stórbært og fevnandi. Seinni komu jólamenn í Útvarpið, sum allir høvdu rødd av Sandoynni. Allir sum ein. Ikki av skarpastu knívum í mentaskuffuni, fyri ikki at siga pillbýttir. Men æviga stuttligir í teirra júkandi tvørballsframburði. Seinastu árini hava ymsir Útvarpsmenn, ið ikki eru jólamenn, spælt gamlar føroyskar grammofonplátur. Hóast stak ymsir persónar, bæði í aldri, útbúgving og lokaliteti, hava allir til felags eina undarliga messandi rødd, sum er púra fastfryst. Havi hugsað við mær sjálvum, at kanska finst ein serligur skúli fyri menn, sum fullmánanætur spæla svartar føroyskar grammofonplátur og læra at messa. Grammofonplátumessa. Ikki er hetta eitt aldurdómstekin, tí eingin a

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki

Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag. Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr. At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, a

Frálíkt fyrsta lystakast

So var fyrsti partur av lyst sendur í sjónvarpinum. Ein mentanarsending hvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku, har Finnur Koba er vertur og klippari, Hallur Thomsen filmar og Petra E. Mikkelsen ger grafikkin. Trý fólk, sum lystiliga dekka listina í eitt korter ella so, í kvøld sekstan minuttir. Fantastiskt. Men fyrsta, ið slær meg, er hvussu nógvir blankir deyðir flatar eru í øllum skrivstovum í allari verðini. Tað er mín ræðsla, tá eg skal taka eina mynd á eini skrivstovu, skúlastovu ella bókasavni. Øll rúm eru frá skaparans, tað er arkitektsins, hond so kalliga fløt, at eg sjálvur fari beinanvegin at leita eftir urtapottum og øðrum kitsj at fjala stranga arkitekturin, ið eisini gongur undir navnini Scandinavian design. Men tá Hallur zoomar inn á Koba, og vit bara síggja vinnulívið í Norðragøtu aftanfyri, tá síggi eg tað, sum er uppaftur ljótari. Tað er sum at sigla inn á Klaksvík og Tvøroyri. Tað ber ikki til at siga, at bygningarnir venda reyv, tí tað er ein organiskur likam

Hvar fór Útvarpið?

Tveir tímar eftir at valhølini í Katalonia skuldu havt latið upp, hevði Bogi Norðurkorea sum høvuðstíðindi í Útvarpinum í morgun, hóast Uni úr sama húsi er sendur hagar at boða frá støðuni, og allir miðlar, til dømis BBC og TV2, sum eg beint nú hyggi eftir, júst høvdu ætlaðu fólkaatkvøðuna í Katalonia í dag ovast á breddanum. Annað innslag í heimlandstíðindunum var um eitt airbus 380 flogfar við brotnum motori. Triðja innslag var - einki. Veðrið og so liðugt. Ikki eitt orð frá Kringvarpsredaktiónini í morgun um ella úr Barcelona. Hvussu órørd kunnu vit verða av støðuni uttan um okkum? Hetta er altso ikki gott nokk. Uni hevur havt fínar og livandi frásagnir úr Katalonia, onkrar órógvaðar av ringum ljóði gamaní. At forstokkað fólk í skemtitekningum finnast at, at Útvarpið er á staðnum og ger sína sjálvsagdu skyldu at siga livandi og beinleiðis frá gongdini í Katalonia, er mær óskiljandi. Sjálvandi skulu vit vera á staðnum. Orsøkin er ikki bara at Atlantsflog onkuntíð flýgur hagar, og

Flow uttan flóð

Útvarpið hevur ilt í flowinum. Tað hoyrdist uppaftur í morgun, tá vetrarskráin fyri leygardagar fyrstu ferð varð roynd í almenna rúminum. Og júst har er einki sum Útvarpið. Tað definerar almenna rúmið. Og fyri sovítt hevur Útvarpið almenna rúmið sum uppgávu við ørgrynnu av lógum og fyriskipanum. Tað er sum við mínum egna arbeiðsplássi. Tað er sett á fíggjarlógina við eini nákvæmt defineraðari uppgávu, fígging, amboðum og manning m/k. Men sæst og hoyrist hetta aftur við nýggjum frábrigdum, upplivingum og vælsignilsum, tá eitt nýtt skeið, nýggj skrá ella eitt nýtt ár byrjar og verður boðið út? Eftir fínu endursendingina hjá Sissal Kampmann í morgun, tað er triðja ferðin at eg hoyri hana, er fyrsta brotið ein betongmorgunlestur úr fólkakirkjuni, sum eg virði, men aldri vitji, og so ein av handahógvi merktur tíðindauppleystur, so púra uttan sál, og so byrjar nýskapta og skrásetta fýratíma sendingin Nú er leygardagur . Ikki bara tað er leygardagur, men nú er leygardagur. Tað er nú

Summarútvarp

Var eitt rend í einum bókahandili, og leitaði eftir eini bókagávu. Meðan eg skoði ovurhonds nógvu bøkurnar á hillini, taki onkra upp í hondina, vigið og meti og ditti mær at blaða í onkrari, kemur tann tanki til mín, at tað er gott, at ikki alt verður lisið og ummælt so nógv, sum útvarp verður hoyrt og lurtað eftir. Nógv av tí, sum kemur út í bók er so lítið nýskapandi, fyri ikki at siga einkisigandi, at eg gerist móður í hond og huga. Annarleiðis er við Útvarpinum. Hóast summarskráin hjá Kringvarpinum altíð hevur verið ein gírig spariskrá, har hugt verður aftureftir, meðan løtt verður til komandi vetrarskrá, er meir enn so okkurt glógvandi nýtt í aktuellu summarskránni. Eins og ilt er at fáa fulfíggjað yvirlit, tá umræður heimligar bókaútgávur, er eins trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at fáa alt við, sum sent verður í Útvarpinum í hægstu feriutíð, hóast bara verður sent um dagin, og góðu, gomlu útvarpskvøldini eru farin í søguna. Men tá Útvarpið tendrar, bara tú fert í

Takk fyri stuðul og íblástur!

Jógvan Arge, sum 17. juni fylti 70, fer nú úr føstum starvi í Kringvarpinum. Persónliga vildi eg sagt Útvarpinum , tí tað er har hann hevur verið virkin, og tað er har eg havi møtt honum. Eingin hevur sum Jógvan stuðlað uppundir, opnað dyr og givið íblástur at gera útvarp. Eftir nærum hálva øld, heilt nágreiniliga 47 og eitt hálvt ár, sleppur hann ikki heilt Kringvarpinum, men fer at gera útvarpssendingar, nú sum fríyrkisfólk. Júst har var tað, at eg møtti tí professionella Jógvani. Á fríyrkisvøllinum. Tá sendingar, ikki triviellar tónleikasendingar, men seriøsar talusendingar , sum sagt varð, skuldu gerast. Fyrstu boð vóru at finna eitt tema, sum tørvur var á, og so at fylla staklutir í umbidna tematiska karmin, so tú aldri varð í uppisetri. Síðan at meta um leveringsdigtigheit,  eisini hjá teimum, ið skuldu medvirka. So at snøgga til og meta um heildina, finna eitt heiti, eina klokkutíð og eitt eyðkennislag. So var leyst og liðugt, og tú slapp á skránna. Takkað verið program

Dokumentaristiskt hástøkk hjá Suna!

Hatta var ein góð sending. Soleiðis verður onkuntíð sagt samtykkjandi í sjónvarpsstovuni. Tá fleiri í ymsum aldri eru inni, so er tað tekin um dugnaskap at finna fakta, at siga søgur, at handfara tøkni og at duga at síggja móttakara-segmentið, sum marknaðarfólk siga. Rætta sending til røttu tíð. Tað dugdu Suni Merkistein og hansara lið av sjónvarpsfólkum bæði her í landinum og í Noregi í kvøld. Sendingin um dupulta sjalusimorðið í Havn fyri 50 árum síðani er nú farin um alt landið, og hevði Kringvarpið ein teljara, so hevði hann helst sett met í kvøld, so stórur hevur áhugin verið fyri júst hesi sending. Við fakta á borðinum varð skrúvað upp fyri øllum kensluregistarinum. Og júst hetta er kanska hin heilt serliga reportasjutraditiónin hjá Suna, antin tað snýr seg um 66-liðið hjá KÍ, Beatles í Liverpool ella móðurmálið og Merkið. Fyrst at finna hard core fakta, og so at balla alt inn í eitt frásagnarlig fiktiónsamboð, fyrst og fremst samtíðartónleik. Ein metoda, sum ikki hóvar øl

Verður send sum ætlað

Sjónvarpssendingin Ást fjalir lýti , sum varð tikin av skránni, er nú komin aftur á Kringvarpsskránna. Hon verður send í annaðkvøld kl 19:20. Giti, at hetta verður mest sædda føroyska sjónvarpssending. Tað er Suni Merkistein , ið hevur gjørt sendingina, sum varpar ljós á norsku Ann Alfredsen, sum 22 ára gomul varð myrd í Havn tann 17. juni 1967. Fólk flest minnast gentuna og hendingina, onkur tí hon var ein vøkur og nógv umbiðin hárfríðkanarkvinna úr útlandinum, og onnur minnast hendingina tí at húsini, hon búði í, vórðu kallað Víkarhúsið, tí har búðu so nógvar gentur úr Haldórsvík. Í dag eru húsini burtur. Jógvan Sundstein hevði einaferð grannskoðaravirki á somu grund, har Kommunufelagið í dag heldur til.

Gjógv - eitt livandi postkort

Sunnukvøldið sendi Kringvarpið nýggja heimildarfilmin Gjógv - millum Norðhavið og Skarðið , sum Uni Arge og Hans Petur Hansen hava gjørt. Filmurin varir útvið ein tíma, og í endanum sæst, at Gjáargarður eisini er ánari av filminum. Ferðavinnumálið Gjógv er tí eins greitt í fokus og lýsingin av eini av mongu føroysku bygdunum, sum hóast vegasamband í nógv ár, liggja í andalopi. Síðan aldarskiftið hevur heimildarfilmur tikið dik á seg, bæði herheima og úti í verð. Fólk og felagsskapir vilja rinda fyri framleiðsluna, og umstøður eru at vísa lidnan heimildarfilm bæði í biografi, sjónvarpi og á netinum. Í Gjáarkirkju verða vit mint á frágerðafilmin hjá Teiti Árnasyni, Burturhugur - Faroese observations , sum í dag sæst í fýra pettum á YouTube. Ein hugtakandi og stílskapandi filmur av bygdalívi í 2002, innan dronur tóku myndina. Spildurnýggi Gjáarfilmurin er ein meira siðbundin og stillfør lýsing av sama evni, doyggjandi bygdini, við einum róligum forteljara. Beint fram. Frásøgnin

Føroyingum so líkt

Í allarbestu kringvarpstíð, fyri klokkan átta í morgun, tá øll tjóðin lurtar, varð sagt, at føroyingum so líkt vóru bara fá handrit komin inn til hoyrispælskappingina hjá Útvarpinum. Lagt varð afturat, at føroyingum so líkt fóru helst fleiri handrit at koma í postkassan í annaðkvøld, tá frestin var úti. Ein útvarpsmaður og ein útvarpskvinna í bestu senditíð til tjóðina innan dagsins verk. Hvat munnu tey meina við, tá tey siga føroyingum so líkt? Munnu tey telja seg sjálvan uppí, ella hugsa tey sum danskarar, ið ikki eru føroyingar, og tí hava eitt serliga guddómligt sjónarhorn at meta um og gera av - í passandi frástøðu? Nei, eg bara meini so við, at nú hava tvey útvarpsfólk, sum til gerandis gera sær ómak at byggja eina Kringvarpstjóð í Útnorðuri, fingið Móðurmálsvirðisløn. Fyri tjóðarbygging í gerð og tanka. Fyrimyndarligt. Men eins skjótt kann lagast niður. Sum tá útvarpsmaðurin og útvarpskvinnan við ein munn siga "Sum føroyingum so líkt." Har fór 60 ára tjó

Er stuldursstuðul næstur?

Her eru tríggjar myndir. Fyrsta eitur mín mynd og hinar báðar havi eg kallað  stolin mynd 1 og stolin mynd 2 . Tær eru allar tiknar í minum bili við mínari fartelefon og við sama instrumentbretti og viskara fremst fyri. Myndaevnið er partapolitiskar plakatir við Ringvegin í Havn beint undan løgtingsvalinum seinasta. Nú hevur sama løgting samtykt, at privatir miðlar kunnu søkja um miðlastuðul. Sum púra privatur frítíðarbloggari spyrji eg meg sjálvan, um nakrar treytir fylgja við møguliga miðlastuðlinum. Til dømis at virða upphavsrættin, sum herfyri varð umsettur úr donskum og segðist vera settur í gildi fyri privat og almenn í Føroyum innan og uttanfyri Ringvegin. Nei, eg bara spyrji. Ovasta myndin er sum sagt mín. Ikki tí, tað eru hinar eisini. Men Kringvarpið sigur í fyrra førinum niðanfyri, at myndin er úr teirra savni, altso ein savnsmynd hjá Kringvarpinum. So kann Portalurin í triðja lagi og tað av røttum siga, at Kingvarpið eigur myndina. - Eru miðlarnir farnir at ganga undan

Tríggjar góðar, og so skal Sjónvarpið hyggja frameftir.

Altso, dett roks, hugsaði eg í morgun. Tað er sum í sanginum um regn, men bara um roks í staðin. Roks og roks og aftur roks. Ikki tí, Kringvarpið hevur oppað seg við einstøkum framúr góðum sendingum í seinastuni, og eini heimasíðu, sum tykist greiðari at leita í og breiðari at velja úr. Tær, ið skara framúr eru kvinnusendingarnar hjá Sissal Kampmann um livikor hjá kvinnum, sum arbeiða við list. Kvinnulist eru sjáldsama góðar sendingar, har verturin týðuliga hevur lært seg at tosa í mikrofon og gevur sær stundir at fylla rúmið við dynamikki frá vælvaldum fólkum, serliga Hansinu Iversen, í einum ljóðrúmi, sum bara hevur mikrofon sum amboð, og so ein bankaráðgeva sum botnperspektiv. Einki annað. Og so slettis ikki upplestur úr frammanundan skrivaðum pappíri. Tað er ein deyðssynd í livandi útvarpi til almenningin. Eisini tá teir gomlu gubbarnir av kallkyni fáa fría talutíð í øðrum sendingum. Gott, hetta. Hin sendingin, ið er komin upp í somu snúningsferð er Afturáaftur , har Ø