Skip to main content

Posts

Showing posts with the label mentan

Mistela og íblásturin, hon gav á Eiði

Elizabeth Taylor, Mistela (1856-1932)   Ein dag í juni 1895 leggur DFDS skipið Laura at í Føroyum. Ferðamannaskipið skal til Íslands og umborð er 39 ára gamla amerikanska Elizabeth Taylor. Hon er ein traveling lady, sum skrivar til bløð í New York og Boston.  Nú fer hon til Íslands at skriva um æður.  Hon hevur ferðast víða. Hevur verið á listaskúla í New York og í París. Hevur fiskað laks í Alaska, og ferðast eftir stóru áunum í Kanada. Í 1890 var hon fyrstu ferð í Evropa, og vitjaði í Onglandi, Skotlandi, Noregi, Fraklandi, Montenegro og Italia.  Tá Elizabeth hendan junidag í 1895 stendur á dekkinum á Lauru, er mjørki. Bráddliga koma Føroyar úr tí hulda. Tað er okkurt sjáldsamt, ið hugtekur hana, og hon veit, at her fer hon at vitja aftur.  Fimm ferðir kemur Elizabeth aftur til Føroya. Hon er tilsamans tíggju ár í Føroyum, mest á Eiði, í Miðvági og á Viðareiði. Tá hon er á Eiði, gistir hon hjá Caroline Amalie og Jens Jørgen Kruse, ið eru foreldur at Niels Kruse. Hann er fimtan ár yng

Tryggið biografin sum upplivingarrúm

Í dag var Filmsfelagið boðið á vitjan hjá Mentanarnevnd Løgtingsins. Ørindini vóru í fundarhøli nummar trý, næst við einasta biografin í landinum, at skifta orð við alla nevndina og skrivaran um uppskotið at seta úr gildi løgtingslóg um biografar.  Filmsfelagið er móti uppskotinum, tí uppskotið elvir til, at orðið biografur nú verður útskúgvað og aktivt skrivað út úr føroyskum lógarsmíði.  Filmsfelagið takkaði fyrst fyri høvið at sleppa til orðanna í hesum máli.   Filmsfelagið, sum er áhugafelag ið vísir listarliga áhugaverdan film, varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Í dag er biografurin hin einasti í landinum, eins og felagið er tað einasta av sínum slag. Tí er felagið serliga takksamt á fyrsta sinni at verða spurt um biografvirksemi. Tað gevur tær eina stóra makt, at kunna ávirka lógarsmíð á einum málsøki, sum hevur felagsins áhuga, ella tín persónliga áhuga. Tað sóu og hoyrdu vit í gjár, tá løgtingslimir í samgongu tosaðu móti einum vinnumáli, sum um teir umboðaðu felagsskapir, ið ik

Eyðun Johannessen (1938-2023)

Ein kempa í mentanarlívinum í Havn er farin. Onkuntíð krossaðust okkara vegir, og eg havi loyvt mær at klippa úr nøkrum av teim egnu tekstum og bloggum, har Eyðun tók til orðanna, varð siteraður og umrøddur. Og avmyndaður. Undir yvirskriftini ”Eyðun áttati” varð tikið saman um stovnanina av Filmsfelagnum í 1962: Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins. Í 2015 hevði eg samrøðu við Katrina Ottarsdóttir fyri blaðið hjá Atlantic Airways, har yvirskriftin var “Eg eri nústani byrjað”.  Undir millumyvirskriftini Við Eyðuni til Cabaret , sigur Katrin soleiðis í samrøðuni: “Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá

Trap Føroyar á netið

Niels Elers Koch er fyrisitingarstjóri hjá Trap Danmark og ritstjóri, nú sætta útgávan av bókaverkinum kemur út. Bøkurnar telja 34 bind, tólvtúsund blaðsíður, eg eitt bind er burturav um Føroyar, har 71 føroyingar hava medvirkað. Tann bókin fæst nú á føroyskum og enskum, við einum føroyakorti inni í bakpermuni.  Tað áhugaverda er, at Trap Danmark nú fer á netið, og Nám hevur tryggjað sær rættin til ikki bara føroysku og ensku bókaútgávuna, men eisini til talgildu netútgávuna av Trap bókini um Føroyar. Netútgávan væntast at verða klár um ársskiftið. Tað sum beinanvegin fangar mín áhuga, eru nýteknaðu kortini um havstreymar í Norðuratlantshavi og kring Føroyar. Fyrr hevur verið so ómakaleyst at siga, at tú ert úr einum landi, sum er við endan á Golfstreyminum. So vita øll hvaðani tú ert og hvar Føroyar eru. Jú minni landið er, jú størri er forvitnið úti í heimi, eins og egna trongdin at siga frá um landið, tú ert úr. Men um Golfstreymurin viknar so mikið, at hann ikki longur kann sigast

Tíðarrøtt útsøla á Netflix

Netflix hevur í hesum døgum útsølu av einum tíðarrøttum og hugvekjandi umfari av gomlu Black Mirror røðini, har revsandi sjálvspei verður sett í hásætið. Fyrsti partur verður viðmældur uppá tað kraftigasta. Karmurin um henda fyrsta partin, Joan is awful , er just Netflix, sum til høvið kallar seg Streamberry, og vil gera teg, kæra áskoðara, til høvuðspersón í tínum egna lívi.  Revsandi og reflekterandi sjálvspei, sum tekur við, tá tú trýstur á accept á øllum tínum handgingu gadgets.  Amboðum, sum føroyski skúlin og Fólkaheilsuráðið sum tað fyrsta vilja sløkkja og taka frá fólki. Og tá onkur vitari í fremstu føroysku røð í almenna rúminum svarar hesum svartsýni aftur, verður hann biðum um at taka orðini aftur. Tað ger hann so, skammfuktaður. Vorðið sum upplýsing til fólkið. Men aftur til søguna. Teknologisøgan í Joan is Awful er djúpari enn soap nakrantíð eydnaðist at blíva, tí satiriska nýsøgan kundi saktans verið neistin, ið festi í hjá arbeiðandi filmsfólki á gøtuni í Hollywood

Á songarstokkinum má verða markið

Tríggir norðurlendskir filmsgranskarar, Gunnar Iversen, Mariah Larsson og Isak Thorsen skriva í hesum døgum Handbook of Nordic Cinema . Í hesum sambandi hevur Isak Thorsen skrivað ein kapitul um donsku Sengekant -filmarnar í Grønlandi, og spyr, um teir eisini hava verið vístir í Føroyum. Hóast lotur, er mítt svar eitt rungandi ja.  Við filmsgerð er tað í øllum londum so, at innlendskur filmur, ella tjóðskaparligi mentanararvurin, um hann so er filmur ella annað mentanaravrik, er sjálv beinagrindin í viðkomandi landi, tá umræður ikki bara filmsgerð, men so sanniliga eisini biografvirksemi, um tú vilt tað ella ei. Handilsliga uppgávan, tí hon liggur frammalaga, kanska fremst í júst hesi sjangru, er at finna fram til, hvat kann lokka fólk í biograf. Heldur enn filmslist, er hetta handilsmannskapur, sum liggur fremstur í samtíðini, har og tá lættir pengar eru at finna. Serliga fyrst í sjeytiárunum sæst, at nógvir danskir seingjastokkafilmar hava verið vístir í teim mongu føroysku biografun

Pallmentan hevur tað ikki gott

Hagstovan hevur rullað seg út við tølum, sum eru sigandi sjónlig og nú eisini løtt at lesa við góðum grafikki. Velja vit tann partin av pallmentan, sum er sjónleikir og biografar, síggja vit hvussu gongdin hevur verið síðan aldarskiftið, tá umræður leikir og vitjandi til sjónleikir, umframt filmsýningar í biografum. Frá 1998 til og við í fjør, hava bestu árini til sjónleik verið 2009 við 31 áhugaleikum, meðan besta árið til yrkisleik var 2019, tá ellivu yrkisleikir vórðu settir á pall kring landið. Lakasta árið til áhugaleik var fyrrárið, tá bara tríggir leikir vórðu. Árið undan vórðu eins fáir yrkisleikir, tríggir, settir á pall. Sama lágpunkt rakti yrkisleikur í 2005 og 1998. Mátið fyri at føroyskur yrkisleikur anir, men ikki doyr út, er eftir hesum at døma trý leikverk um árið.  Hyggja vit í sama tíðarskeið eftir vitjanartølunum sæst, at tá einki er at hyggja eftir kemur eingin. Hinvegin er tað ikki vist, at tá flestu leikir eru at síggja, aktiverar tað flestu áskoðarar. Hóast ein á

Homo Danicus

Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið , eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.  Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.  Hetta er vælrakt hugtak. Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.  Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.  Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.  Vit kunnu illani hyggja at eini sending og hugsa okkum til, ella

Tummas Jákup við øðrum eygum í Hæddini

Hvar hann so er, er tað altíð nakað fjálgt at vera til framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum sæst longst til høgru. Hini, sum síggjast á myndini, sum Ole Wich tók, eins og allar niðureftir, eru Tóta, Paula og Meinhard. Tummas Jákup er aktivt eygleiðandi, og systrarnar eru altíð har, at minna meg á, at vit eru tríðmenningar, og annars um øll ættarbondini úr Gøtu.  Framsýningin, sum í hædd og breidd fer um flestu høli hjá arbeiðsmannafelagnum í Saltangará - í Hæddini er tað ikki til at finna útav, um vit eru í Heiðunum, Saltangará ella Runavík - telur í framsýningarskránni 192 talmerkt verk.  Tá er Fjepparsalonin hjá Tótu Árnadóttir, Paulu Gaard og Meinhardi Jensen ikki tald við. Tað eru tey trý, sum síggjast ovast, ið hava skipað fyri framsýningini við dyggum stuðli frá øðrum. Gjøgnum árini hava tey trý trúliga keypt verk frá Tummas Jákupi, sum síggjast í Fjepparasalonini, verkini. Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og fleiri hava stuðlað, og tað er ein fragd at koma inn

Tá tónleikur er bestur

Her er dømi um styrkina í sangi og tónleiki. When all is said and done, sum Grand Prix vinnararnir í 1974, Abba, seinni sungu, kom niðurlendski vinnarin í 2019, Duncan Laurence, á pallin í Liverpool í gjárkvøldið og savnaði øll tey medvirkandi í felagssanginum hjá fótbóltsbýnum - You’ll never walk alone.  Akkurát sum The Band gjørdu, tá teir savnaðu fólk til The Last Waltz í 1976.  Fólk vórðu so rørd, at BBC segði, at hetta var fyrstu ferð í 67 ára søguni, at vertirnir máttu fáa pausu at turka tárini.  Í okkara maktfulkomnu gernadishugsan, har eingin annar enn vit sjálvi eru harrar í egnum lívi, húsi og arbeiðsplássi, mugu vit í okkara heimadyrkaðu mentan og atferð yvirgeva okkum og sanna, at sangur og tónleikur er størsta og sterkasta styrkin, tá vit samkenna við teim órættaðu, tí eitt kúgað fólk hevur altíð rætt. Aldri áður hevur sangur og tónleikur staðið so unisont sterkur, sum hesa løtu, har ukrainski vertskapurin var fluttur til Liverpool.  Man fær næstan hug at fara hagar ein tú

Leysir endar - Annika Hoydal 40 ár seinni

  Tú kennir teg sum lesandi í fyrstu Mósebók, har andarnir sveima yvir vøtnunum, tí alt er nýtt. Og tó, so kennir tú teg sum ferðafólk niðri í gomlu Havnini, har alt er trygt og kent, ja gongur í ring í egnum býi. Delikata akustiska fylgispælið hjá 77 ára gomlu Anniku Hoydal førir okkum aftur til nakað upprunaligt, eina byrjan, sum er havið og vatnið, ið rekur aftur á tilverusøkjandi útgávuna Havið . Men tað var ein onnur tíð og ætlan. Í kvøld skvulpar aldan við suðuramerikansku strondina, ið gav yrkjaranum Violettu Parra 49 ár, til hon sjálv kvetti tráðin í landinum, sum lívlangt lá fyri henni - Kili. Hesin darrandi sangur, hin oftast tulkaði úr Suðuramerika, er í sínum kvittandi sjálvmorðstóna samstundis so kátur og bjart fevnandi, at hann er hin perfekti at byrja við, just tí hann dregur á bæði, eins og øll konsertin. Í hvussu er í Anniku’sa katalogi í baksýni, sum eg hoyri tað fyri mær, serliga í áðurnevndu útgávu frá 1997, har bróðurin Gunnar hevur skrivað tekstirnar, ið snara um