Sjónvarpssendingarnar hjá Suna Merkistein, O móðurlandið, eru lidnar og hava skapt nógv kjak, akkurát sum sendingar eiga at gera. Tað er teirra endamál.
Tobbi, Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur var við í sendingunum, skapti hugtakið Homo Danicus at lýsa helst einasta mentanar- og tulkingarfelagsskap, sum ikki er danskur, men tó hevur danskheit og alt, ið danskt er, sum livibreyð, fyrimynd og lívsendamál.
Hetta er vælrakt hugtak.
Men hugtakið er eins og tær seks sendingarnar ikki ein framseting á Setrinum, fíggjað sum phd lestur, men tignarleys framleiðsla til fólkið.
Tá liðugt er, kunnu vit øll meta um partarnar og avrikið, yppa øksl ella frøast, alt eftir hvønn tilverurætt vit hava tiltuskað okkum í almenna rúminum, hvønn kjakvong vit av onkrari orsøk bekenna okkum til og hvussu vit fata og handfara miðlar og tær sendingar, har eru.
Ein sending er eins og ein konsert einki annað enn júst tað hon er. Rein konkretisma.
Vit kunnu illani hyggja at eini sending og hugsa okkum til, ella beint fram ynskja eina aðra sending, har útsøgnin fer ein heilt annan veg, bara fyri í størri mun at sampakka við okkara egnu virði og grundsjónarmið, tí vit í berum egosentrisiteti nú vórðu skuffaði av at hava loyst bilett til skeiva konsert, skeiva uppliving ella skeiva sending.
Tá verður tað sum Nelson, ið segðist seta kikaran fyri skeiva eygað.
Vit mugu fyrihalda okkum til tað sædda og ikki fara í sjálvsving um tað ikki-sædda, sum vit av onkrari orsøk hildu, at vit ikki fingu frá Suna.
Sendingarnar, sum nú eru lidnar, eru hansara undir ábyrgd av tí deild, hann arbeiðir á.
Sum hyggjari haldi eg ikki, at alt, ið sagt verður, verður sementerað í dulvitinum sum instant kaffi og goymt har sum endaligur sannleiki, tí nógv er, eftir mínari fatan, sagt í ertandi provokatión, tí støðan leggur upp til tað, nú vit hava verið turrgeld fyri satiru síðan Pipar og Salt.
Lekidómurin er satira, nú skúlaverkið hevur vant okkum til eina eitt-til-eitt-fatan av vitan og veruleika, har einki er til diskussjón, men alt er stýrt av fasittlista. Og til at tryggja, at rætt er fatað, verða próvdómarar sendir runt landið at geva atgongutøl til næsta kontrolleraða steðgistað.
Og hokus pokus filiokus er nú komin ein tilgjørdur uppgávuskrivari, ChatGPT, sum dugir alt, bara ikki á føroyskum.
Nú eru allir lærarar bangnir, tí teir hava mist upphavsrættin til læruna um tað einasta rætta undir sólini, tí nú er frítt fyri hjá næmingunum at snýta og trola uttanfyri etableraðu grunnarnar og skapa egnar subversivar veruleikar, halda tey veikastu í trúnni.
Tonk, hvat tað kann føra til í samhaldsfasta samfelagnum.
Nei, næsti danski skeiðs- og fyrilestrahaldari í føroyska skúlanum má fáa hetta aftur á beint.
Vit mugu framhaldandi vera Homo Danicus.