Skip to main content

Posts

Showing posts with the label public service

Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum , endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dek

At hoyra søgur úr egnum veruleika

Týskvøldið gjørdu Jan Lamhauge og hansara fólk eitt ordiligt come back við sendingini Teir ómettiligu . Jú, tað er í kalkyni, tí tað er týðuliga ein maskulinur eginleiki at vera ómettiligur, ikki minst tá tað snýr seg um jarðiskt góðs og fæ, um tú so skalt bøta fyri alt við sál tínari.  Religiøsiteturin er eyðsýndur, eisini tá vit lesa longur í tekstinum: “Og alt fyri eitt fell tað eins og skøl frá eygum hansara”. Eitt av mínum yndissitatum.  Og her er tað Jan Lamhauge kemur inn í myndina, journalistiskt at taka skøl frá eygunum, sum vit blindu atkvøðuneyt, fyrilitarleyst trúgva uppá og lata okkum blenda og tøla av í einum politiskum veruleika, sum á øllum stigum er gjøgnumsúrgaður av korruptión og pengasterkum útlendingum, ið brúka primervinnuna í Føroyum sum royndarvøll til egna ótálmaða girnd úti í heimi.  Noteraði  mær í morgunbókina henda sama týsdag, at Kringvarpið byrjaði tíðindadagin við tveimum søgum. Onnur var um turbulens í flogídnaðinum, og hin um tey bæði ungu í bretska ko

Koppseta á leiðslugongini

Tað ljóðar sum ein krimisøga, skrivað í aktivari nútíð, sum í komisku samdøgursfrágreiðini hjá donsku løgregluni, tá okkurt er hent, sum greiða skal fáast á.  Men kava vit í evnið, so eru vit í vitbornum høpi, sum ikki bara er ein fløt flá, elatunn sum ein ostaflís, men er grivið djúpt úr okkara egna veruleika, her vit øll hildu okkum ganga trygg og lýðin við munnbindi og hondspritti, men nú mugu taka til okkum henda sannførandi og óbehagiliga nærverandi tíðindafloym, ið er sum í fiktivum krimisøgum hjá Jógvani Isaksen, men nú er hands on aktuellur úr okkara egna veruleika undir kørgu yvirskriftini Koppsett á leiðslugongini , krimisøgan í Degi og Viku , sum ikki longur er nøkur hvørsmanssproyta, nei, skuldi man havt gloymt, hvat avdúkandi, borandi og gravandi journalistikkur er, og um tað er fakta ella fiktión, og at munur er á høgum og lágum á bygd og í bý í okkara pinkusamfelag, so er at hyggja her og læra, hvussu hesar frásagnarligu hevdir verða pallsettar, tá tær faktuelt eru bes

Alt er eitt redaktionelt val

Síðan tríggir tilkomnir menn soleiðis hissini søgdu sína meining, og tað beint fram, um eitt aktuelt politiskt mál, hava flestu Facebookskrivarar knýtt teir til aldrandi donsku ronkedorarnar , sum misantropiskir tosa um leyst og fast á eini dekadentari matstovu meðan fólk ganga teimum til handa mitt í danska sjónvarpinum.  Í sjálvum sær er innslagið við okkara trimum heimlandsmonnunum tó ikki so interessant sum eftirfylgjandi kjakið, har journalistar og aðrir meiningsdannarar staðfestu, at ikki bar til at fáa kvinnur í henda leiklut. Tí varð valt, sum valt varð. Eg taki ikki undir við hesum premissi.  Heldur ikki, tá journalistar og aðrir meiningsdannarar í álvara fara at skilja millum hetta sokallaða harða tilfar, sum politikkur sigst vera, og tað bleytara tilfarið, sum mentan verður søgd at vera. Tað kunnu øll møsna um og stilla upp til soleiðis reint politiskt. Tað ger ikki møsnið minni og slagkraftina betri. Men hitt fyrra, tað harða tilfarið, kann bara eitt heilt serligt slag av f

Til tygara tænastu

Í hesum koronadøgum eru í hvussu er tvey tiltøk, sum púra ókeypis lata dyrnar upp fyri skúlum, næmingum og lærarum.  Ikki er tað fyri at tyrpast og ganga fyri einki, men heldur at public service stovnar samstarva um kvalifiseraða vitan og upplivingar, sum er lagdar so væl til rættis, at tær verða nærverandi, tí tær skapa identifikatión hjá málbólkinum.  Fyrst er tað Listasavnið, ið á myndini omanfyri hevur boðið starvsfólkunum í Námi at fylgja savnsleiðaranum, Karinu Lykke Grand, í ein tíma, meðan hon førir okkum gjøgnum framsýningina Havið við práti og upplýsingum, millum annað um vaðbein og føroyska stórhavsøkið í Norðuratlantshavi.  Hugvekjandi, nú tú hevur alla framsýningina beint framman fyri tær, og støðugt kann verða mintur á, at henda framsýningin, eins og allar aðrar góðar framsetingar, eru gjørdar annara vegna, eru umboðandi eitt evni, ið tænastuliga hevur áskoðaran í miðdeplinum. Framúr avrik hjá Listaskálanum at lyfta hetta tema fram, og lata tað sleppa at fylla framsýning

Føroyar til útflutnings

Tað er ikki bert stertur, og tað, ið svimja kann, sum í hesum døgum verður flutt úr føroyskum øki til fremmandar marknaðir at gera seg galdandi fyri eini áskoðarafjøld, ið er nógv størri enn okkara.  - Tveir spennandi túrar út í Lítlu Dímun í juni og september í 2014 saman við Hans Peturi Hansen vóru ikki til fánýtis, sigur Uni Arge um filmin "Lítla Dímun - gimsteinurin í sjónum".  - Katrin Streymoy, sum arbeiðir á Mentanardeildini í Kringvarpinum og haðani skundar undir eitt dokumentariskt umbýti, spurdi einaferð, um hon kundi bjóða filmin um Lítlu Dímun út til hini norðurlondini, sigur Uni.  Saman skrivaðu tey eina eksotiska sølulýsing av filminum, og SVT tók av. Í morgin klokkan 17:45 verður føroyski filmurin vístur á Sveriges Television 2 undir heitinum "Lítla Dímun - en juvel i havet". Tey senda filmin aftur 2. og 7. januar.  - Stuttligt er, tá tílíkt eydnast. Kringvarpið býtir um sendingar gjøgnum Nordvision. Svenska sjónvarpið, SVT, valdi eitt árið hendan fil

Forsetaval

Amerikanska forsetavalið er ein veitsla um allan vesturheimin. Á arbeiðsplássinum ótu vit herfyri eina lagkøku afturvið einum fyrilestri um amerikansku valskipanina, har eg skar mær eyguni út av Trump at eta, sum eitt illavorið omen og varsil um óeydnu, hansara vegna, til valið. Eyguni á Trump. Carsten Jensen, sum eg plagdi at lesa í Alt For Dameren í 70'unum, skrivaði á Facebook í morgun, at hetta er ikki bara týdningarmesta valið í søguni, men at sjálvur dagurin, dagurin í dag, er hin týdningarmesti í lívinum: "Donald Trump er den store ukendte faktor i den horror-film, som verdenshistorien brat har forvandlet sig til. Vi er låst inde i biografen, og udgangene er spærret". Hinvegin sendi ein amerikanskur vinur í Michigan, sum herfyri var í Bø og restini av Føroyum og fotograferaði við dronu og alskyns tólum, mynd av einum valseðili, sum hann hevði fylt út og sent til valstaðið, har hann er skrivaður í manntal. Viðmerkingin hjá honum til postaðu myndina er: "Another

Hvør skal upplýsa føroyingar?

Hansa Hansen lesur politikk og umsiting á Setrinum og er samskipari á Fyndini eldrablaðið. Mikudagin 21. oktober var hon á ráðstevnuni “Avbjóðingar fyri mentan, felagsskap og tjóðarsamleika eftir 2020”, sum Kringvarpið skipaði fyri á Hotel Føroyum:  Humans are suckers for reason, truth and paradigms, even in tumultuous and what may seem stupid times, it is in our blood, it is in our brain, and by intellect invested, it will so remain. -Vincent F. Hendricks 2019 Hvør skal upplýsa føroyingar? Í øllum førum síðani upplýsingartíðina hava menniskju hjúklað um hugsjónina um upplýsta, kritiskt hugsandi og sjálvsavgerandi menniskjað. Borgarar føddir við frælsi til at hugsa og virka í samsvari við egnar sannføringar. Í fólkaræðisligum samfeløgum sum okkara, er hetta ikki nakað, vit ganga upp á kompromis við - ella er tað? Tá talan er um leiklutin hjá upplýsta borgaranum í fólkaræðiligu skipanini, er talan allar oftast samstundis um leiklutin hjá fjølmiðlunum.  Og tað var júst leikluturin hjá fj

Trælaskip í koronatíð

Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina. Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona. Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, u

Kanst tú ikki bara flyta teg?

Einki kann sum veruleikin flyta fiktiónina og vinna á henni. Men tá er treytin altíð, at veruleikin verður formidlaður og kemur til mín. At onkur var til staðar at siga mær søguna. Eitt sannleiksvitni, sum slapp framat. Tað kom mær til hugs í gjár, tá Dagur og Vika í átta minuttir valdi at varpa ljós á tvær føroyskar kvinnur, sum høvdu verið fyri rasismu og sluppu at bera fram teirra søgu uttan óviðkomandi avbrot. Redaktionella valið kundi eisini verið tað øvugta, at søgan varð vald frá, tí hon er alt ov long, diffus og kanska passar tað slettis ikki, sum tær báðar siga. Lukkutíð hugsaði redaktiónin ikki so, men bar okkum søguna, róliga og so leingi hon vardi, júst henda dag. Eina kvinnan segði frá um ein túr í svimjihylinum, har ein mamma ikki tímdi at siga barninum frá um, at summi eru myrkari í húðini enn onnur, og bað objektiið, frásøgukvinnuna í Degi og Viku, flyta seg, so hon hvarv úr eygsjónini hjá barninum. Hetta er besta søga eg havi hoyrt í langa tíð. Tá eg hug

Er fótbólturin ein mafia?

Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um júst hetta týdningarmikla evni. Men ítróttin og fótbólturin, sum hevur tiltuskað sær ein pall við ikki hissini makt, slapp ikki við í kjakið. Kanska varð evnið tómt og liðugt, tá tólv minuttir vóru farnir, tí tá endaði verturin góða prátið. Sindur ómotiverað, at runda klokkan skal praktiserast so fýrakantað. Men kanska var tað tí, at tá vildi fótbólturin eisini við, nú borgarstjórarnir eisini

Meistarlig ljósseting

Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrstu havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filminum hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur , sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum. Men aftur til hóskvøldið. Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni úr ymsum tíðum og improviseraðu pláturnar upp við húsaveggjunum, so útsýnið varð sum inn í allar málningarnar hjá Steffan Danielsen upp á eingang, so hefti eg meg aftur og aftur við ljóssetingina hjá fotografinum, tá hann var inni í teim trimum húsunum. Handverk, sum ikki bara stuðlar upp undir eina hissini útferð, men gongur í eitt við væl tilrættisløgdu søguna, ið heldur ikki bara

Hetta var ikki gott nokk

Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili. Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin. Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hett

Ravnur - føroyski talukennarin

Ein føroysk teldutala av tekst-til-talu slagnum varð ment í 2005. Teldutalan hevur verið virkin í mong ár og semja er um, at hon hevur verið til stóra nyttu hjá blindum, sjónveikum, lesiveikum og orðblindum. Teldutalan varð eisini roynd við tekstum á hesum bloggi. - Tað er serliga frá hesum brúkarabólkum at ynski hevur verið frammi um, at vit nú eisini fáa ein føroyskan talukennara, tala-til-tekst, sum tey siga, har tosað verður á føroyskum, og at hetta kemur á skrift. Tað vil siga, at vit her tosa um teldu, telefon ella aðrar pallar, har hugsandi er at samskifta, siga málfrøðingarnir Annika Simonsen, Sandra Saxov Lamhauge og Iben Nyholm Debess. Heitið á verkætlanini er Ravnur . Teksturin á hesum bloggi verður framhaldandi eitt støði í arbeiðnum við nýggja føroyska talukennaranum. Í fjør summar savnaðist arbeiðsbólkurin at seta sjøtul á tankan um ein føroyskan talukennara. - Við teldutaluni, sum lesur allan skrivaðan tekst upp, og nú við talukennaranum, kunnu bæði blind

Kringvarp av fyrstu parkett

Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað. Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden . Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar. Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum. Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg pla