Amerikanska forsetavalið er ein veitsla um allan vesturheimin. Á arbeiðsplássinum ótu vit herfyri eina lagkøku afturvið einum fyrilestri um amerikansku valskipanina, har eg skar mær eyguni út av Trump at eta, sum eitt illavorið omen og varsil um óeydnu, hansara vegna, til valið. Eyguni á Trump.
Carsten Jensen, sum eg plagdi at lesa í Alt For Dameren í 70'unum, skrivaði á Facebook í morgun, at hetta er ikki bara týdningarmesta valið í søguni, men at sjálvur dagurin, dagurin í dag, er hin týdningarmesti í lívinum: "Donald Trump er den store ukendte faktor i den horror-film, som verdenshistorien brat har forvandlet sig til. Vi er låst inde i biografen, og udgangene er spærret".
Hinvegin sendi ein amerikanskur vinur í Michigan, sum herfyri var í Bø og restini av Føroyum og fotograferaði við dronu og alskyns tólum, mynd av einum valseðili, sum hann hevði fylt út og sent til valstaðið, har hann er skrivaður í manntal. Viðmerkingin hjá honum til postaðu myndina er: "Another nail in Trump’s presidential coffin. Bu-byeeeee!!"
Politiski spenningurin er giraður til eitt úrval av amerikanskum bjóri úr Rúsuni - og ein einkultari skotskari, fyri at knýta aftur í Evropa, afturvið føroyska sjónvarpinum, sum sendir danskt TV2 sjónvarp. Veit ikki ordiliga, um tað er pínligt ella gott, at hoyra um USA á donskum í Føroyum í dag. Haldi ikki.
So í dag kundi eg staðfesta, at almenna Rúsan legði meira fyri til at útinna almenna tænastu á heimligum botni, Amerika viðvíkjandi. Her var úrvalið afturvið danska TV2, sum vit stuðla við føroyskum skattvarpsgjaldi:
Fyrsta øl úr Rúsuni er Budweiser 33 cl, 5% fl 17,35 kr Pilsnarøl. Hevði gloymt, hvussu væl henda lætta og ljósa øl smakkaði. Ljósan, gyltan lit. Løtt og frísklig við miðal beiskleika. Ein frálík byrjunarøl til milt kryddaða høsnasuppu, køld epli og laks frá í gjár. Framúr match, tá tað skal vera amerikanskt.
Onnur øl er frá Grand Rapids, Michigan bryggjarínum Founders Centennial IPA 33 cl fl, 7,2% 28,00 kr USA/IPA. Smakkurin er merktur av søtum malti og ber brá av sitrus við nakað av humlu, sigur Rúsan. Serliga sitrus smakkurin er góður og týðuligur eftir kalda eplið og laksabitan frammanundan. Framúr perspektiverandi framhald av fyrru ølini.
Triðja øl er Sierra Nevada Pale Ale 35 cl, 5,6% fl 28,40 kr Pale Ale frá fongsilsbýnum Chico í California. Angar av humlu. Smakkurin hevur eitt gott bland av humlu og sitrus. Hóskar væl til kryddaðan mat og passar sum fótur í hosu til tex mex tacos við markantum purleyki og dempandi avokado, serverað í taco tabs, frá Santa Maria. Saman við ølini merkist markanta kryddið fremst í tunguspíðsinum. Sierra Nevada er mín favoritt øl yvirhøvur, alt síðan eg byrjaði at ferðast í USA. Hon heldur enn. Gullhornið er næsti kappingarneyti. Stuttligasta øluppliving í Føroyum var at fáa Sierra Nevada av krana í Hvonn fyri mongum árum síðan.
Fjórða øl er Lagunitas IPA 6,2% 35,5 cl fl 32,00 kr IPA - American. Frá heimbýnum hjá Skúvoyarmálaranum Hans Skálagarð, Petaluma í California. Hóast ljós er hon myrkari í smakkinum, men við grynri og flatligari eftirsmakki, hóast ein greiður ferili er av gamla Senta, sum tú úr fløtum blonkum posum kundi leggja á tunguna og smakka mint og lakress. Ein kontant øl, men ov grunn, samanborin við Sierra Nevada.
Fimta øl er aftur frá Grand Rapids, Michigan bryggjarínum Founders Kentucky Breakfast Stout 12,3% 35,5 cl 61,15 kr Stout - American Imperial / Double. Ein brúnskúmandi fullfeit omaná-øl, ella desert-øl, við innbygdum kaffi, sjokulátu og burbon. Sum eitt rokað amerikanskt dessertborð. Frálík eikbjór, sum stendur mát við ovurhonds høga prísin. Nú er tíð til ís og krem. Skotska punk ølin verður at bíða. Hon er ætlað sum ífylla seinni.
Sætta og seinasta er ein evropeisk aftaná-øl. Hon er frá Aberdeen, og smakkar sum ein heilur urtagarður úr suðurlondum, fyrst og fremst ananas, sum dagar undan í tí langa eftirsmakkinum, ananas. So hava vit slept USA. Rúsan lýsir ølina soleiðis: Brewdog Punk IPA, 33 cl, 5,6% fl 25,50 kr Ljósan gyltan lit, og angar av tropiskum fruktum. Ein frísk náttúrlig øl, kraftmiklan smakk hevur fruktkenda humlu ið gevur nógvan smakk. Og soleiðis er tað. Tey hava nøs og smakk fyri øli í Rúsini og vitanin og tænastan er í topp meðan føroyska sjónvarpstænastan hetta kvøld var í botni.
Framhaldandi gott val, sum vónandi verður greitt í morgin, uttan at nakar fer til hendurs!
Niðast seti eg inn nakrar myndir, sum Benjamin Rasmussen slapp at taka í Hvítu Húsunum fyri Time Magazine av Donald Trump, eftir at hann varð tikin í eið sum forseti. Sjálvur situr Benjamin, sum er ættaður úr Klaksvík, í djúpa reyða stólinum á forsetaborgini, og allar niðast hevur hann fotograferð táverandi løgmann, Kaj Leo Holm Johannessen við Hoydalsá úti á Boðanesi í Havn.