Skip to main content

Lendisbetran - ársins banniorð

Tá árið fer at halla, plaga vit at finna ársins orð. Alt samalt eftir uppskotum frá fólkinum, sum fólksins Útvarp dregur fram í morgunsendingini, og ein sakkøn nevnd so tekur dagar ímillum, hvat skal vinna. Tá hava vit ársins orð, alt samalt í fólksins anda.

Men nú hava fólksins kosnu menn og onkur kvinna við eftir ordra frá løgmanni gjørt undirskrivaða avtalu, at binda allan okkara samhaldsfasta tøkupening til ein Suðuroyartunnil. Ikki eldrarøkt ella ískoyti til jól hjá fátøkum, sum Barnabati upplýsti okkum um í Sjónvarpinum sunnukvøldið. Men ein tunnil, sum mannfólkaverkfrøðingar kunnu gleðast um allan tann líðilanga dag til Suðuroyar í komandi tíðum og longur. Og mannfólkaverkfrøðingagleðin er so smittandi, halda teir, at alt, ið grivið verður upp, skal leggjast út yvir tað ganska land, at fáa skikk uppá tað, sum mannahond enn ikki hevur verið á, so tað nú verður glaserað, sukurstroytt og -brætt, og gongur inn í eina virðismaksimerandi krosstalsskipan, sum í jólagávutíðum fær frámerkið lendisbetran. Frá okkum til tykkum. Tann reini glasurur í siropsjólakøkutíðum. Fyrimyndin er uppgrivnað Sandsgrótið, sum endaði á Velbastað, lagt í lendið sum ein bati, lendisbati. Vilt tú hava ilt í títt innara fotoeygað, so er at koyra til einsomu grótrúgvuna á Velbastað, sum eingin vil eiga.

Havi bara hoyrt ein persón siga hesi ætlan um lendisbetran ímóti, ella í hvussu er seta spurnaðartekin við orðið og hugtakið lendisbata. Tað er Kolbrún í Haraldsstovu, savnsvørður á Tjóðsavninum.

Tá Várframsýningin 2016 lat upp, var ein sterkt lýsandi fotomyndarøð hjá Rúna Weihe, sum lýsti grótbrot og onnur hol í føroyska kavalendinum, Anus Mundi, har verkfrøðingar og aðrir menn hava verið og gjørt greflig sár á fremstu og nærmastu nesum, tí teimum tørvaði grót. Her og nú, grót. Vit kunnu nevna Haldórsvík og Norðragøtu sum grefligastu dømi. Niðanfyri er ein av myndunum hjá Rúna Weihe og niðriundir fotomyndini er bloggteksturin, sum á Várframsýningini 2016 knýtti seg til hesa myndarøð fyri átta árum síðan.


- Her er anus mundi, føroyska versjónin av heimsins reyvarholi. Ein heilur veggur, høvuðsveggurin, við tíggju fotomyndum av grótbrotum, sum Rúni Weihe hevur tikið og navngivið 10 brot: Hugkymlað landslag. Fotomyndir ready made til veggin hjá Landsverki fyri 30.000 kr. Fantastiskt at fotomyndir eru við á Várframsýningini og kunnu verða landi, kommunum og entreprenørum til áminnis. Hesi sár verða aldri grødd, hvussu ofta vit syngja Her leikti tær lendi, løg inn í sál. Tjóðarbygging tá hon er ljótast. Annarleiðis støðuvakur er Philippe Carré við seks Havnarmyndum fyri 2.700 kr stykkið. 

(brot úr bloggi um Várframsýningina 2016)