Skip to main content

Posts

Showing posts with the label umhvørvi

Loysnin er at ala springarar

  Aldri áður hevur størri split verið millum politiskar, vinnuligar, religiøsar, fyrisitingarligar og starvsligar fraktiónir í landinum.  Ein politikari, sum er valdur til eitt útlendskt ting, hevur í seinastuni tvíhildið um bibilsku orðini hjá Markusi og Lukasi, sum í báðum týðingunum er greið:  ”Men tá ið hann kendi hugsan teirra, segði hann við tey: Hvørt ríki, sum er í ósemju við seg sjálvt, legst í oyði, og hús fellur á hús.” Tá man hoyrir nútíðar breyðpolitiska setningin: ”Tað skal síggjast, at vit eru komin til maktina”, freistast man til at siga, at tað er sjálvt málið at skapa split, bara fyri at markera seg sjálvan í sjónligheitskampinum um at tekkjast veljarum og viðhaldsfólki.  Aldri áður havi eg upplivað eitt so polariserað samfelag sum okkara beint nú.  Springarar skulu ikki drepast, tí teir liva í Guds fríu natúru. Í staðin skulu vit keypa kjøt frá einum avtalaðum bónda í Nýsælandi, senda kjøtið higar við bíðandi konteynarum og keypa tað liðugt pakkað í einum móttøkuhand

Biskupsgalvur

Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini. Um dagarnar varnaðist eg til mína stóru gleði, at eftir nógv órudd, er býlingurin Biskupstorg veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, sum tekur seg væl út og lættliga slepst til av Biskupsstøðgøtu inn millum Føroya Tele og Betesda, inn á Tingstøðina, sum gøtan eitir, og enda úti á Biskupsstøð.  Tá ert tú mitt inn í nýggju miðbýarætlanini, sum fyri almenninginum leingi hevur verið skitsað úr Klaksvík, har ídni og framtak mynda fyritaksama ágrýtnið, ikki bara fyri tað góða, langt í frá, tí so nógvir kassar og hugsanir um enn størri kassar vilja fylla hesa lagaligu kullu innast í virknu víkini, sum kann fyllast, ja heilt til hon

Og blóman stóð eftir

  Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda. Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað. Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi. Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur. Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá 192

Tá Trina vann 500-0

Í Degi og Viku kvøld var áhugavert kjak millum forkvinnuna í Heimafriði og borgarstjóran í Runavíkar kommunu um larm, har fólk búgva.  Vit frættu, at við vælsignilsi frá landstyrismanninum á økinum, er ein interkommunalur fámannabólkur við monnum, sum allir hava tonnasju og kajkant sum lívsendamál, settur at gera reglugerðir um larm í fólkavaldum føroyskum kommunum.  Heimafriður, ið er heimsins einasta organ, ið hevur sett málið á skrá, fær durafjórðingin, tí tey eru ikki partur av parlamentarisku Fólkaræðisføroyum.  Vit liva í fótbóltstíðum, og eg má straks siga, at í mínum eygum og mínari fatan vann forkvinnan í Heimafriði so dyggliga kjakið í Degi & Viku í kvøld, kanska við eini 500 málum móti ongum. Og tað hóast hon varð avbrotin í heilum. Fólksins vegna varð hon definitivi vinnarin. Bravo! Samstundis hevur borgarstjórin í Havn gjørt av, at tungir og stórir lastbilar skulu ikki koyra um náttina á øllum vegum í hansara býi.  Hetta er tilsamans ein áhugaverd gongd, sum umsíðir be

Nýbrot í høvuðsstaðnum

Meðan tað á hásumri verður arbeitt av grimd í Vágsbotni, har standmyndin av Nólsoyar Páll einaferð stóð, og út eftir smala kantinum undir Bryggjubakka, er Skinnarasker byrgt av - tí ternurnar eiga.  Tað má vera besta burturbragd, avleiðingsmanøvra, í Havnar søgu.  Ikki tí, átakið er framúr, og er ikki sæð fyrr. Í so máta má mann siga, at allur bati bøtur, hóast skeltingin er nakað improviserað.  Men borgarstjórin skal eiga, at hann enn er sami action maður sum fyrr. Framúr fyri Havnina, tí eingin annar arbeiðir fyri hana, Havnina, sum øll elska at hata og eingin verjir, uttan hann.  Men tankin um at verja ternuna, sum reiðrast á ytsta tanga, beint uttanfyri elsta bryggjukantin í býnum, er nú gróðursettur og má førast víðari. Eitt nú við at seta okkum sjálvi, havnarborgaran, í ternunnar stað, so vit verða vard fyri bilum. Heilt av Skinnaraskeri, inn í Vágsbotn og út á Skáltrøð.  Hugsa tær, at borgarin varð vardur fyri bilum á hesi miðhavnsku farleið við kaffistovum, bátum, sølufólkum vi

Nær vart tú síðst í Saksun?

Soleiðis varð eg spurdur nú ein dagin. Orsøkin var portrið, sum Kringvarpið umrøddi bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Bóndin, sum eigur portrið, sást tó ikki. Satt at siga minnist eg ikki, nær eg síðst var í Saksun.  Fyrr plagdi eg hvørt summar at vera ein túr úti á Pollinum og so aftur um várið ella heystið. Títtleikin gav seg sjálvan, tí útlendskir gestir komu higar í teirra rytmu og lagi, og eg vildi vísa teimum tað flottasta vit eiga. Eisini Jesse og Andi Alexander, faðir og dóttir, sum bæði eru yrkisfotografar og vitjaðu her í 2012. Spurd um hennara bestu fotouppliving, er Andi ikki í iva: Tað var grøna grasið í Saksun.  Um myndina, sum sæst omanfyri, og Føroyar sum karm um professionella fotografering, sigur hon: “Some of the most spectacular and heartfelt images, I found in the Faroes. Given a choice between Faroes and Iceland as a photographer who appreciates community and beauty, I would choose Faroes every time. There was an intimacy and friendliness I found there. And certa

Right in your own backyard

Neyvan hevur nakar høvuðsstaður so ómakaleysa atgongd til hagan sum Havnin. Tað sæst, nú summarið nærkast og bara ein mánaður er eftir, til tað aftur gongur mót myrkari tíðum. Eftir lítlari løtu hevur tú lagt býin aftur um teg og ert mitt í haganum, gamaní á eini manngjørdari gøtu. Not in my backyard hevur verið sagt, tá fólk ikki vilja hava vindmyllur fyri gluggan, so tey missa útsiktina. Her er eingin, ið missir útsikt, tí her er vítt um fløtur. Eg møti borgarstjóranum, sum hevur verið ein 15 kilometur gongutúr. Minni kann eisini ger tað, tí gøturnar eru mangar. So mangar, at ansast má eftir, at náttúran ikki verður gjøgnumgatað, so sum tey hava gjørt fyri hundaeigarar við smølum brattgøtum í frílendisøkinum har úti við Boðanes.    Her uppi í Húsahaga ganga øll á sløttum og breiðum gøtum. Eitt rekreativt øki, sum fleiri seta prís uppá, tað er skilligt. Hóast kavin hómast norðanfyri er summarið í nánd. Heiðafuglar hoyrast, sólin skínur og fólk heilsast. Hugvekjandi, meðan sýnið yvir

Offurgerð við kúlu

Frálíki myndamaðurin hjá Portalinum, Sverri Egholm, lænti mær í morgun hesa nærmynd av eini grindakúlu, sum eftir drápið í Hvannasundi í gjár, er sett á húkin við innkonumvegin til Klaksvíkar.  Myndin er makthevjandi djevulsk og sipar beint til gamla høvdingasiðin í okkara upprunamentan, har høvdið á tí, sum var við undirlutan, var sett á eitt spjót at flagga, sum aðrar mentanir, ið ikki hava upplivað miðøld, enn praktisera á okkara døgum, og fáa fría atgongd til tess, tí almannagagnligar sjónvarpsstøðir hava skyldu til tess. Siga tær, redaktiónirnar. Sama helt Bjørn Nørgaard, sum í 1970 vildi geva pressuni ein undir vangan við at ofra eina tólv ára gamla ryssu, Røde Fane, úti á frosttaktu fløtuni hjá einum bónda í Hornsherred. Síðan legði hann alt í krukkur, sum vóru tað menniskjalutir klárir at gjøgnumlýsa í einum kanningarrúmi. Konserveraðu lutirnir av separeraðu og aldeilis fremmandgjørdu donsku sláturryssuni, sum einki, og hann endurtók ertandi, aldeilis einki, høvdu við napalmdre

Tá angrandi syndarin fer til bekennilsi

Einki er sum ein, ið biður um umbering. Og tað serliga, um umberingsbiðjarin hevur sitið á landsins fjórðhægsta hesti, ført eitt drúgt sjálvrættvísisstríð, har eingin annar sannleiki er til uttan hann, sum journalisturin sjálvur kroystir úr egnum upplýsingarpenni. Men onkuntíð er tað neyðugt.  At grípa í egnan barm og viðganga, at eg, journalisturin, varð drigin uppá tráð av einum egosentrikara, sum gamaní eisini hevur eina privata lívssøgu og eitt navn, bæði tá og nú. Nú er hann, heimildartrygdin hjá Sosialinum , endaður á niðastu rók í klivamentanini, har neyvan nakar formidlari vil tala hansara núverandi søk, so sum gjørt var fyri fimm árum síðan, tá evni var slatur.  Sjálvt ørindini upp í saman at nevna hansara dómfelda navn, ið partvíst er einnevnt í føroyskari navnagávu, elva til fakligt kjak í journalistiskum høpi. Jú, nøvn skulu nevnast, tá dómur er fallin og straffurin er yvir eitt vist, verður sagt, í mínum oyrum við skaðafróari gapistokkamentan. Tað havi eg skrivað eitt dek

Penasta pláss í býnum

Hetta er Penapláss í Havn. Yviri við Strond, í einum orði, kanska tí tað er ein steinur í einum hyli. Tað er Penapláss. Havnarfólk hava aldri verið kravmikil. Kanska er tað gott tað sama, tí enn liggur Penapláss púra óspilt fyri allra eygum. Bara hegnið minnir okkum á tann óunnuliga veruleika, at onkur eigur og tað heilt út í fjørðin, so langt eitt klyvjaross við taraleypi kann grynna.  Í Býaratlasinum hjá Kommununi stendur um henda stað, at "Fyri býin er tað í dag eitt stórt ríkidømi at hava hetta óspilta landslagið heilt inni at sær og beint um hornið".  Framvið stórbæru keypmanshúsunum, sum gjørdust tignarlig kommandørhús, ið nú er hábarsliga Sea Side Hotel Havgrím, kallað eftir handilsmanninum, ið bygdi, slepst fram við hegninum móti penaplássi. Slætt er at ganga eftir smølu rásini, niðanfyri hegnið, har einasta elevatión er hesin heyggurin.  Niðaneftir er hetta sýnið, seyður á innhegnaðu trøðni, og snarar tú tær á, er hetta sýnið úteftir. Fagraberg verður sleipaður inn

Væl troffin økoterrorisma

Tilgjørd mynd frá SEV, sum fer at seta vindmyllur upp á Eiði Nei, ikki hugsi eg, at tað er goodwill og samfelagssinni frá vindmyllubøndunum á Eiði, nú teir fyri einki og uttan avrokning til komandi ættarlið vilja geva lendið til SEV at seta vindmyllur á.  Liggur slett eingin mammonsdyrkan ímillum?  Minnist, at pápabeiggi mín, sum var hart ímóti útbyggingarætlanini hjá SEV av Eiðisvatni, einaferð fekk lakoniska svarið frá Eiðismonnum: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og fáa eitt enn størri. Og tú býrt í Havn!"  Hetta fyrikemur mær eitt sindur primitivt, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta aktuella dømi er fyrsta føroyska dømið um økoterrorismu í einum skeivt útviklaðum parti av landinum.  Úr køksvindeyganum í Havn hava vit í áratíggju sæð uppá á eina vindmyllu, sum ikki hevur rørt seg. Einaferð var ætlanin at oyggin skuldi vera bæði grøn og so púra talgild eisini, minnist meg rætt. Tað havi eg ikki sæð nakað til.  Úr sama køksvindeygað sæst oman á sjóorkustøðuna, sum