Skip to main content

Posts

Knish til døgurða

Besta aktiv hjá hotellinum GEM SoHo er grannahúsið, Yonah Shimmel, sum ger jødiskan fast food úr gomlum døgum. Tilfarið er epli og grønmeti. Knish, kallast rundi bollin, ella knettið, sum er sett við spinati ella øðrum grønmeti. Undan okkum hava kendir jødar vitjað her á fátæksliga lítla staðnum, Woody Allen og Barbara Streisand, og so ein røð av sjónleikarum, sum til dømis Chaplin, Marx Brothers og Harvey Keitel, sum var her í fjør. Kanska er hann eisini jødi, hvør veit.

The Statue of Liberty

Fáar ímyndir, symbol, eru so kend sum The Statue of Liberty, Frælsisgudinnan, ið stendur við innsiglingina til New York og heilsar øllum teim, sum komu tann vegin. Við skipi. Seinni er hon vorðin ímyndin av frælsi, nýbygging og endurreisn fyri øll - eisini tey, ið vóru niðast í lastini. Øll trygdin, tú skalt ígjøgnum, bara at sleppa út á oynna, har hon stendur, vitnar um at hetta er eitt greitt bumbumál. Vápnaði við einum Hot Dog sigldu vit út hagar, meðan vit løgdu Manhattan Skyline afturum. Eftir vitjanina, kundu vit keypa frælsisímyndina sum Barbie dukku.

I Pity the Poor Immigrant

Nýggja Amerika byggir á immigrantar, tilflytarar, úr gamla Heiminum, Evropa, Norðanlondum, Kina og alla aðra staðni kring knøttin. Henda standmynd, The Immigrants, sum Luis Sanguino gjørdi í 1973, varð reist í Battery Park í 1981. Sanguino er føddur í Barcelona í 1934 og er enn virkin.

Wall Street

Niðast á Manhattan er fíggjarligi miðdepilin, handilsskálin í New York og allir bankarnir. Samstundis er hetta elsti býarpartur í New York, so gøturnar eru trongar og einsrættaðar. Ikki besta stað at finna ein taxabil, máttu vit sanna.

World Trade Center

Nine eleven er vorðin ein føst vending í amerikanskari mentan, síðani tey bæði World Trade Centre tornini vórðu skotin niður við rutuflúgvarum, fyltir við ferðafólkum. Skakandi, ikki bara fyri Amerika, men allan heimin eisini. Økið verður bygt upp aftur og hevur savnað amerikansku tjóðina meir enn nakrantíð. Helst er tað so, at ein felags ytri fíggindi, styrkir um innlendska samanhaldið. Men nú eru røddir frammi um at ein muslimsk moska skal bygjast á nýggja økið. Í grannaøkinum er modell sett fram fyri byggiætlanina. Har sæst eisini ein Frælsisgudinna við heilsanum úr øllum heiminum. Ikki slepst inn á byggiøkið, sum er lokað við hegni og portrum. Men kranarnir síggjast sum monument um eina nýggja komandi tíð, tíðina eftir nine eleven.

Bretskur handil í Soho

Ein av mest originalu gluggunum og handlunum var hesin gamli bretski mótahandil, All Saints Co, mitt í Soho. Alla staðni eru egnar brúktar Singer seymimaskinur settar fram, inni og niður í kjallaran. Spennandi, beinrakið og stílfult.

Balthazar

Eftir tilmæli frá Teiti Lassen, sum er kendur við Soho, ótu vit lunch á Balthazar mitt í Soho. Ein fronsk matstova av tí góða gamla slagnum við framúr stílfullari servering. Men eisini larmandi stórbýarcafé, sum gevur ein góðan kickstart til stórbýarlívið. Eftir máltíðina gingu vit oman eftir Manhattan. Verri gekki at finna spælistaðin Joe's Place, sum Teitur eisini viðmælti. Taxasjafførurin, ein sikh indari, kendi hvørki navn ella gøtu. So tað bleiv eitt roundtrip, around the block. og aftur til hotellið, sama stað, har vit startaðu.

Úr egnum hjalli

Í kvøld ótu vit neytakjøt á Broadway í Gallagher's Steakhouse. Har hava tey gjørt búffar síðani 1927 og nógvir fínir gestir hava sitið her. Nakrir teirra eru avmyndaðir á vegginum, forsetar og golfstjørnur. Tó, her er ikki so fínt, sum matskráin, umdømið og prísirnir benda á. Her er óformligt og ikki serliga stílfílt. Men eitt upplivilsi av teim sjáldsamu at síggja inn í hjallin, har kjøtið liggur í 21 dagar innan kokkurin fær tað. Ein stuttlig løta, mest til undirhalds, ikki so nógv fyri gastronomisku upplivingina.