Skip to main content

Posts

Ein kúlubøka, eitt glas av sjampanju, gamlar fotomyndir, tvær góðar bøkur – og ein gáva!

Limabræv frá Steinbrá : Hóast sjáldsama mildan januar, rakti fyrsta vetraródnin við aldum so høgum sum háhús. Tað hava vit ikki sæð fyrr. Men inni í fjálga grafiska verkstaðnum, Steinprenti, verður arbeitt sum vant. Millum uppgávurnar hava vit eisini havt stundir at skeinkja sjampanju í frøði um, at yrkjarin og myndlistamaðurin Tóroddur Poulsen fekk Mentanarvirðisløn Landins 2012. Umframt heiður og gleði ber virðislønin í sær tær natúrligu arbeiðsnáðir, sum 150.000 krónur geva. Í takkarrøðuni, sum Útvarpið sendi beinleiðis úr Spaniastovu, læs Tóroddur úr nýggju bókini “Avbyrgingar”. Hetta er yrkingasavn við upprunagrafiskum prentum, sum Steinprent gevur út. Og í síðstu viku vórðu vit mint á ta víðu fløtu, sum havið er. Av opnum havi og inn til okkara kom ein kúlubøka og spældi millum bátarnar, dygst við dyrnar. Hóast onkur vildi hjálpa hvølpinum út á tað vágvilla hav, kom hann inn aftur til okkara, so børn í øllum aldri gleddust og leitaðu oman á søguligu brúgvarnar hjá Öström.

At siga tað ónevniliga

Fríggjakvøldið var leikstjórin Kristina Sundar Hansen profilur í Degi og Viku . Kjakevnið var tað, sum hendi fyri sjey árum síðani, tá Kristina misti tveir synir og ein triði vinmaður teirra eisini lat lív í einum eldibrandi í Havn. Orsøkin til at hetta evnið varð tikið upp í aktuellu sjónvarpsendingini, var nýggi harmleikurin, sum Kristina hevur skrivað, og sum skuldi frumframførast á Tjóðpallinum kvøldið eftir, Sár á sál . Longu í heitinum hugsi eg um Løgneren hjá Martin A. Hansen. Sig ikki navnið ov skjótt. Sárað sál. Sár á Sál. Sárað sál. Eitt gott heiti. Tó, sjónvarpsprátið millum journalist og leikstjóra tyktist mær so kensluleyst, at eg fekk hug at sløkkja, so illa kendi eg meg sum hyggjara heima í stovuni. Støðið varð tikið í vendingini “Eg hugsi ofta um teg”. Hvat meina tey við, sum siga so? Amerikanarar fara eitt stig longur og siga í ramasta álvara “We’ll remember you in our prayers”, tá tey síggja føroyska veðurkortið. Havi mangan hugsað, hvat tey meina við, tá te

Fokus á foto

Bergur I. Johansen er ein av teim tólv limunum í Myndafelagnum Fokus , sum sýna fram í hesum døgum í Smiðjuni í Lítluvík. Tey lótu upp í gjár og opið er til og við týsdagin, frá klokkan 14 til 18. Seinrapartin í dag sat 24 ára gamli argjamaðurin vakt. Hann hevur gingið á Tekniska Skúla í Klaksvík, arbeiðir sum avskipari hjá Bakkafrost í Kollafirði og fotograferar í frítíðini. Bergur, sum er millum teir yngstu í felagnum, hevur eitt Nikon kamera við á framsýningini. Við hesum kamera tók hann myndina av Bøsdalafossi við tráðútloysara í 38 sekund. Her er nógv ymisk tøkni og skiftandi myndaevni, nær og fjar, úr øllum landinum. Her er norðlýsið av Viðareiði og eyðkenda Kingoljósið úr skíggjunum og niður millum oyggjarnar. Millum tey mest spennandi myndaevnini er uppstillaða ervamyndin hjá Jógvani Horn av Sandi, har ein rúgva av litum í troyggjuni hjá smádronginum verða undirspældir í tí svart hvíta, meðan smábilarnir eru savnaðir út eftir gólvinum. Eina myndin hjá Mortani Mor

Vegurin til Hoyvíkar kirkju er lagdur við 79 dekslum

Onkur sigur at tað var bretski orðasnillingurin Samuel Johnson (1709-1784), sum segði, at vegurin til helvitis er lagdur við ongum øðrum enn teim bestu ætlanum, ella á enskum The road to hell is paved with good intentions . Enn snildari orðasnillingar siga, at um Dr. Johnson yvirhøvur hevur sagt soleiðis, so hevði hann tað úr øðrum tungusnildum. Í 1670 skal bretski náttúrugranskarin John Ray hava sagt, at Hell is paved with good intentions , og langt undan honum skal hin heilagi Bernard úr Clairvaux (1091-1153) hava sagt at L'enfer est plein de bonnes volontés et désirs , Helviti er lagt við tráan og teim bestu ætlanum. Hvussu sjálv farleiðin, vegurin, gjørdist partur av hesi fornisku aforismu um bygnaðin í helviti, er ilt at siga. Men frá rundkoyringini á Karlamagnusarbreyt og oman til Føroya nýggjastu kirkju, Hoyvíkskirkju, er gøtan løgd við 79 dekslum. Tá eru tey fýrakantaðu frárenslini í báðum borðum ikki tald við. Um so leiðin er í kirkju ella til tað Freudianska, su

At ganga í Kingoljósi

Ikki veit eg, hvat ljós onnur ganga í, men allan vetur hava vit í Havn gingið í Kingoljósi. Tað eru stavandi ljósrípurnar, sum bróta seg niður gjøgnum døkku skýggini millum Borðuna og Glyvursnes, og lýsa frá lágari sól niður á Hósmøl og Reynið so Guddómliga, sum var tað Doré, ið hevði skorið í træ og beint nú skal skriva "Verði ljós!" So skifti hann til 50mm linsu og tað varð ljós, og ljósið var gott. Ein glæma rakar Eystnes, so tær tríggjar vindmyllurnar standa skarar í baksýninum, sum skjótt verður eins blýgrátt og havið. Ljósini á tyrlupallinum yviri við Strond eru tendrað og tyrlan hoyrist í tí fjara, meðan himinljós og skuggaspøl halda fram millum Borðuna og Glyvursnes. Klikk á myndina og hon verður størri. Frakt- og avgreiðslumaðurin á tyrlupallinum er klárur, hevur fingið sær hoyrivernd og stáplað fraktina, sum er í trimum bananeskjum og einum postposa, á sekkjavognin, sum hann rullar niðan brekkuna, meðan sólin spælir í baksýni. Teir skifta last

Hvat er longsta orð í Bíbliuni?

Í kvøld vísir Havnar Bio nýggja heimildarfilmin Ekspeditionen til verdens ende (Daniel Dencik 2013), har leikstjórin, omanfyri, hevur sett granskarar og listafólk umborð á eina trímastraða skonnart upp eftir Eysturgrønlendsku strondini at kanna lív og søgu við egnum brillum. Leisktjórin, sum er føddur í 1972, er eisini rithøvundur og aktuellur við bókini  Via katastroferne - en nekrolog (Gyldendal 2012). Bókin telur 60 blaðsíður, er uttan punktum og komma. Ein langyrkingabók. Og tá eg lesi Politikken, sum hevur skotið upp at henda bók skal fáa Politikens Litteraturpris 2012, síggi eg, at sama blað hevur funnið longtsta orð í donsku Bíbliuni. Tað er, løgið nokk, í samrøðu við Daniel Dencik um langyrkingabókina og heimildarfilmin, sum verður frumsýndur í danska kongaríkinum í kvøld. Í samrøðuni, har Daniel verður lýstur sum eitt fyribrigdi mitt millum John Mogensen og Hásongin, verður víst á longsta danska Bíbliuorðið, sum er Ikke-Fundet-Barmhjertighed: Forvitin fór eg at leita

Anton á filmskúla í Sarajevo

Anton Petersen úr Havn, sum í fjør fekk Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, er sloppin inn á nýggja filmskúlan Film Factory hjá Bela Tarr (f.1955) í Bosnia-Hersegovina. Skúlin, sum er í Sarajevo, er eitt trý ára phd skeið, har sjálv phdverkætlanin er ein spælifilmur í fullari longd. - Tvey tey fyrstu árini gera vit fýra stuttfilmar, sigur Anton í samrøðu við Birkblogg í dag. Tilgongdin við umsókn og upptøku er langt síðani av, men eftir at hava sæð filmin Skýming og eitt ráklipp av nýggja filminum hjá Anton, Drongurin og Eggið , hevur Bela Tarr straks tikið Anton sum næming. - Fyri meg er hetta tann størsta útbúgvingin, eg kundi fingið, sigur Anton ovurfegin í samrøðu í dag. Teir seytjan lestrarfelagarnir hjá Antoni eru úr øllum heimspørtum. Umframt eina føroyingin er bara ein norðbúgvi, tað er Valdimar Jóhansson, sum er úr Íslandi. Niðanfyri er Bela Tarr avmyndaður á finsku miðsummarfilmstevnuni The Midnight Sun Film Festival , har Aki Kaurismaki er fastur fúsu