Í Listaskálanum arbeiða tey í dag við Ólavsøkuframsýningin, sum letur upp ólavsøkuaftan, týsdagin 28. juli, klokkan 14. Eg slapp at taka nakrar myndir í dag, sum er fyrsti arbeiðsdagur hjá teimum, ið hanga upp. Tað merkir eisini, at framsýningin er langt frá liðug, men vit fáa eina hóming av evninum og innsendu verkunum í ár. Listafelagið, sum eins og mongu undanfarnu árini er fyriskipari, hevur hesaferð heitt á Oggi Lamhauge at standa fyri framsýningini í ár. Her sæst Oggi saman við íslendska læraranum, Rikhardur Valtingoyer, sum eisini sýnir fram. Oggi sigur, at framsýningin er sett saman av einum úrvali av innsendum verkum og verkum frá innbodnum listafólki, har arbeiðsevnið er fláir, eitt nú ullaoyggin, sum sæst omanfyri. "Áhugin at senda verk inn hevur verið serstakliga stórur í ár. 48 listafólk hava sent 340 verk inn, og burtur úr hesum eru 35 framsýnarar valdir og meira enn 100 verk." "Evnið fláir vísir til føroyska landslagið, ið