Ikki so at halda fyrilestur fyri útlendskum filmstjørnum, uttan at vita av tí. Tað mátti eg sanna, tá Eiler Fagraklett gav mær hesar báðar myndirnar, sum eru tiknar á loftinum í Sirkus í gjárkvøldið. Mitt fyri, í brillum við krossløgdum armum situr hann, danski filmsleikarin Thomas Bo Larsen, og letur sum einki, meðan eg tosi um amerikanskan LGBT-film. Saman við fýra filmsfólkum var hann í Sirkus hetta kvøldið og hugdi eftir Paris is Burning. Sambært IMDB er Thomas við í sjónvarpsrøðini Bedraget, sum er ein krimileikur úr bankaverðini, ið sonur Bille August, Anders Frithjof August, er ein av upphavsmonnunum til. Enska heitið á sjónvarpsrøðini, sum verður frumsýnd í donskum sjónvarpi næsta ár, er Decieved. Um tað er í hesum ørindum, at Thomas Bo Larsen er í Føroyum í svartari joggindrakt fyri ólavsøku, veit eingin at siga. Men leikstjóri á nýggju sjónvarpsrøðini er danski BAFTA-vinnarin Jeppe Gjervig Gram, sum áður hevur gjørt Borgen og Sommer. Eins og í íslendska bankafilminum, Vónarstræti, varpar nýggja røðin ljós á heilt vanlig fólk, og hvat hendir, tá tey fáa peningamakt og ótamda peningagirnd, tað verið seg í bankum, handilsskálum ella fundarhølum. "It is the story of speculators, swindlers and corporate princes and the crimes they commit in the pursuit of wealth," sigur framleiðslufelagið, ið lovar eina dramrøð í tíggju pørtum, har Anders Frithjof August og Jannik Tai Mosholt eru høvundar. Kanska eiga vit eitt oyra í hasi universellu og alment menniskjansligu filmssøguni. Livst, so spyrst.