Skip to main content

Klaksvíkingar bjóða vælkomin á ólavsøku


Sum aldri áður bjóða klaksvíkingar ólavsøkugestum vælkomnum til Havnar í ár. Tóra við Keldu setur ólavsøkuna, og afturvið hevur Føroya Bjór bryggjað eina heilt serliga Skansaøl til tjóðardagin hjá øllum føroyingum, ið stevna til Havnar. Og hvør veit, kanska vinnur manningini á Klaksvíksbátinum á Drekanum Reyða av Argjum. Og ikki eitt ólavsøkuorð um Pride á hesum sinni.


Myrkabrúna liturfløskan er so stór, at hon lættliga fjalir Skansan, sum Magnus Heinason bygdi í 1580. Tí er tað einki annað enn eitt politiskt statement, at klakvsíksbryggjaríið á henda hátt setir landsins Skansa á skrá, meðan íslendskir motorsúkklugestir gera klárt at fara umborð á Norrønu í bráðkomna summarhitanum.


Úr Klaksvík siga tey, at aktuella Skansaølin er avmarkað serbryggj, sum er bryggjað við virðing fyri tí farna, men við framtíðarinnar avbjóðingum í huga.


Skansaølin úr Klaksvík hevur ein vakran reyðan lit, átøk Tórsbjórini, sum var gávubryggj til Havnina, tá hon fylti hundrað í 2009. Hartil er smakkurin merktur av serligu maltsamansetingini, ið er søt og mild. Styrkin er 4,6 % og summarkryddaða ølin er væl egnað til allan føroyskan ólavsøkumat, nú tjóðarhátíðin stundar til. Góða ólavsøku, allir gestir, sum í hesum døgum skipa upp og leggja leiðina til Skanshavnar!