Samstundis sum filmurin Danmarks Sønner (Ulaa Salim) verður vístur við góðum ummælum í donskum biografum, ger Rasmus Paludan burtur av sær í almenna rúminum, tí hann vil sleppa á ting. Í nýggjum heimildarfilmi, Højrenationalist i børnehøjde , sum ríkisstovnurin Danmarks Radio hevur fingið gjørt og borið okkum, avdúkar einaráðandi høvuðspersónurin, at hann vil verða forsætisráðharri. Hondina á hjartað, onkuntíð gangi eg inn fyri sensuri. Til dømis í hesum føri, tí hvussu byrgja vit fyri at opinberir ørvitisfiskar sum hesin sleppa at øsa rótleysan ungdóm upp í varg, púra uttan aðra orsøk enn eitt høgt tal av talgildum eltibløðrum á YouTube? Gamaní skulu næmingar læra at verða kritiskir miðlabrúkarar og miðlaprodusentar, tað hevur altíð verið galdandi og er tað enn, men tað sum slær meg í hesum føri er, at Danmarks Radio er so áhugað í Paludan, at hann fær ein heilan tíma av einum sjálvforherligandi heimildarfilmi, og at ríkisløgreglan sæst ganga honum til handa sum siropshundar í ein