Minnist ikki rættuliga nær eg fyrstu ferð var í Roykstovuni í Kirkjubø, so langt síðan er tað. Men ein søgutráður er, at í 1984 møtti eg Páll bónda á einum videoskeiði í Havn. Og nakað seinni vóru tað brøðurnir Bellamy, ið vildu síggja garðin, tí teir akkurát tá høvdu keypt fedrannagarðin í Florida. - Hann var hundrað ára gamal og kundi fallið í órøkt, kom hann ikki aftur í ættina, søgdu teir báðir við glampandi eygum, og murraðu You Ain’t Just Whistlin’ Dixie undir syllunum. Men tá murrandi floytið rann út, fingu teir at vita, at eitt víkingaskip kom við Stokkastovuni sum byggisett úr Noregi, og at í dag er hesin garður í minsta lagi níggju ferðirnar eldri enn teirra. Tá mistu teir pippið, amerikanararnir, sum fóru at tosa um nýggjasta Ford pickuppin, reyðan við breiðum felgum, og eg ørminnist, at eg helt meg hoyra teir hugsa, at undir hesum firmamenti við Brandansvík kann eingin alin úr nýggja heiminum hjá hvíta manninum brúkast. So mikið størri er ábyrgdin at umsita bæði ga