Góðu ferðafólk, vælkomin umborð. Spennið trygdarbeltini, tí nú er sjøtul settur á søguligu farleiðina við Atlantic Airways vestur um hav til New York, vøkubýin, ið aldri svevur, hvussu Leivur Hepni so skuldi funnið uppá at glintað við skildri og svørði í gøtunum. Tað er týsdagur hin 22. august 2023. Í Havn er toka, men tað forðar ikki morgunvertunum í Útvarpinum at tosa um fótbólt, sum skapar heimaveðrið, halda tey. Í Vágum er klárt og sólskin, mest sum hásummar og púra fótbóltsfrítt. Ein lætti at skutra seg í flúgvarasetrinum og kollektivt hugsa, at nú er tað bara fram, beint fram, og at leggja gerandisdegin aftur um seg. Føroyar eru samdar. Nýggja leitorðið fyri endanum á reyða lesibandinum er plethora . Í rúmliga og komfortabla Airbus A320 neo flogfarinum, og allar fremst av øllum tí kollektivt samtalandi flogfarinum, við ættargreining millum stólarnar, sum eg ikki havi upplivað fyrr, flúgva vit í seks og ein hálvan tíma, sum er ein tíma skjótari enn skráin sigur. Hóast tíðars